Wednesday, July 20, 2016

Hómast huldir hógvar?

Havtaska í garni.
MARIA OLSEN PHOTO
Lítið hoyrist um hvussu ætlanin er at tryggja samfelagnum meira inntøkur frá fiskivinnuni, og enn minni hvussu fleiri luttakarar skulu leita sær veg inn í ótryggleikan — einki at siga til at summi eru við at síggja trøll á alljósum degi.

Hvussu skal ein nýskipað fiskivinna lokka fleiri at taka lut í henni og eisini geva meira inntøkur til landskassan? Hetta tykist teljast millum aðalmálini í ætlaðum fiskivinnupolitikki fyri Føroyar, í einari tíð sum tykist merkt av lemjandi óvissum allastaðni.

Higartil hevur einki greitt boð verið at sæð alment uppá hvussu ein miðsavnað uppboðssøla av fiskirættindum skal kunna geva betri samfelagsbúskaparligan vinning samanborið við eina trygga loyvisskipan við hóskandi avgjøldum og skattum. Heldur einki boð hoyrist um hvat fyri fiskivinnutjóð ið her er hugsað sum fyrimynd, ei heldur hvussu ætlanin er at fáa fleiri leikarar at luttaka í fiskivinnuni.

Alt meðan tann sokallaði nýskipanarbólkurin skjótt skal leggja fram sína frágreiðing til Høgna Hoydal fiskimálaráðharra, tykist ein skralltóm illusión at liva í besta bløðrublóma, liggjandi til grund fyri vanvittigum tosi um stórar vinnupolitiskar avgerðir — at gott fiskarí og rakstraravlop er ein sjálvfylgja, um bara rættindi eru til staðar.

Eg meini tað...

Thursday, June 30, 2016

Brexit og føroyingar

Tær turbulentu tíðirnar hasa neyvan av í bræði, og Brexit er helst bara ein av mongum brotasjógvum á núverandi altjóða búskaparliga bygnað; men hvussu nógv skal skundast undir nýskipanar tilgongdina fyri okkara fiskivinnu?

“Jóansøkuaftan í ár gjørdist ein minniligur dagur,” skrivar Zakarias Wang í stuttari viðmerking til Brexit atkvøðuna, sum varð hildin tann 23. juni í Stóra Bretlandi, har meirilutin av fólkinum atkvøddi fyri at landið skal taka seg úr Europeiska Samveldinum.

Zakarias ger eina áhugaverda samanbering millum Brexit atkvøðuna og okkara søguliga 14. september: “Vit eru ikki ókunnug við fólkaatkvøður, tí vit høvdu jú eina í 1946. Eins og á henni skuldu bretar nú taka støðu til tvinnar kostir. Annar var at halda fram við ES-limaskapinum, hin var at fara burturúr. (...) Eins og hjá okkum í 1946 var luttøkan um 70%. Hjá okkum fingu teir báðir møguleikarnir 51 og 49% av atkvøðunum, hjá teimum fingu teir 52 og 48%. Eins og hjá okkum í 1946 kom úrslitið í grannalandi okkara sera illa við hjá teimum sum valdið høvdu í samfelagnum. Tað hevði ikki komið teimum til hugs at teir kundu tapa. (...) Men eins og í Føroyum í 1946 mistóku teir seg. Tá veljararnir komu til orðanna, var tala teirra greið: teir vildu ikki lata sær lynda at ganga útlendingum og samstarvsmonnum teirra til handa.”

“Talan er um ein politiskan jarðskjálvta,” leggur Zakarias afturat, og vísir síðan á nakað sum sjáldan hevur verið at hoyrt í tí almenna rúminum — at Heimastýrislógin hevur havt grundleggjandi týdning fyri Føroyar í mun til ES.

Tuesday, May 31, 2016

Kappast móti kópi á ójøvnum føti

Partrolarin Stelkur ger eitt gott hál, eini 30 tons av upsa.
MARIA OLSEN PHOTO
Eitt er at regulera, eitt annað at skræða — hvussu ber tað til at summir bureaukratar halda seg kunna stýra fiskastovnum eina og aleina við at avmarka fiskiveiði og samstundis síggja burtur frá øllum øðrum viðkomandi faktorum?

Tá ið vit tosa um fiskastovnar sum avmarkað tilfeingi, liggur ofta ein niðurstøða innbygd, tó ikki altíð so væl undirbygd: at her skulu vit neyvan rokna við at tilfeingið er varandi. Hvør skal siga, um nakar ivi er um hvussu væl fyri ein fiskastovnur er so má ivin koma fiskastovninum til góðar, tí tað er betri at binda um heilan fingur enn at lata fiskivinnuna tjena pengar her og nú.

Men hvat um avmarkandi tiltøk móti fiskiveiði í onkrum førum í roynd og veru skaða vinnuna og harvið samfelagsbúskapin, uttan at bøta nakað í fiskastovninum — hvat er tá argumentið fyri at innføra fleiri avmarkingar, annað enn at rættvísgera áhaldandi kannustoyparí og beingnagarí í tí politisk-regulativu skipanini? Spurningurin er nevniliga hvussu óvissur skulu tulkast, til fyrimuns fyri hvønn.

Sjálvandi er fiskur eitt avmarkað tilfeingi — men hvussu nógv eyka skal tilfeingið avmarkast, serliga tá havt verður í huga at talan er um eitt tilfeingi sum endurnýggjar seg á hvørjum ári, um ikki umstøðurnar í havumhvørvinum broytast avgerandi til tað verra.

Sum heild man lítil ivi vera um at føroysk fiskivinna í øllum førum verður regulerað og avmarkað í nóg stóran, um ikki ov stóran, mun. Vit eiga undir verandi umstøðum at kunna ganga út frá, í allari rímiligheit, at okkara fiskatilfeingi er varandi.


Taka og geva

Og tilfeingisrentan — ber tað til at áseta eitt virði á henni uttan at ásetingin er merkt av hvørs áhugamál verða vard og framd í samanhanginum? Ella er tað eitt endamál í sjálvum sær at øll tilfeingisrentan skal súgvast úr vinnuni yvir í ta politisku skipanina?

Friday, April 29, 2016

Ein blanding ið vil nakað

Gera klárt at landa uppsjóvarfisk til ídnað.
MARIA OLSEN PHOTO
Tað nógva av tí sum sjóðar kring fiskivinnustýring og ætlaðar nýskipanir har, snýr seg kanska mest um orð og makt — hóast tað skal eitast at snúgva seg um alt frá raðfesting av stovnsrøkt til rættvíst býti av ríkidømi (give me a break).

Tað kann vera bæði frustrerandi og stuttligt hvørt um annað, alt eftir hvussu lagið er kanska, at uppliva okkara tíðindamiðlar í ymiskum høpi. Tað almenna Kringvarpið hevur yvir eina tíð havt koyrandi eitt fyri mong fangandi — um enn í tí stóra rættiliga ósamanhangandi — tema um fiskivinnuna í dramatiseraðum formati, fyri ikki at siga krimiseriu stíli. Hetta er bygt upp við illa goymdum ideologiskum støði í nøkrum úttalilsum frá ávísum búskaparfrøðingum sum í fleiri ár vórðu trummað út bæði hendan og handan vegin, har Miðlahúsið í Vágsbotni ikki hevur spart upp á blekkið fyri at stuðla upp undir somu frásøgn. Nú alt hetta bryggið hevur fingið góða tíð til at gera — og væl man vera drukkið av løginum — er tíðin helst komin til at heysta politiskar fruktir av tí fræi sum so íðuliga varð sátt í jørðildi Føroya fólks.

Og tað er ein blanding av Guds náði. Her er tað eydnast at mixa tjóðskaparligan yl við reyðgrøna kravmentan av Flatlondum, aftur við javnrættinda idealismu fyri vinnulívsfólk, og ikki at forgloyma eina salta portión av deiliga óskilligari búskaparligari teori sum eisini er tveitt inn. Sostatt er eftir øllum at døma latið upp fyri fullum álopi á høvuðsvinnuna úr øllum hugsandi ættum. Soleiðis ber til at umdefinera eina fiskiklógv til: ein kraddara; fiskireiðarar sum hava staðið seg væl í nøkur ár til: oligarkar; sjálvdestruktiva innanhýsis kapping um fiskiloyvir til: vanligar marknaðartreytir; skuld hjá landskassanum til: ovurstór ogn hjá fýra reiðaríum. George Orwell hevði eitt orð fyri tílíkum: newspeak.

Tað tykist ikki at koma mikrofonhaldarum og referentum á nevndu miðlum til hugs at taka atlit til, enn minni seta kritiskar spurningar til, hvønn leiklut ella hvørji búskaparlig áhugamál politikararnir kunnu hava í samanhanginum, í kraft av júst sínum politisku størvum. Har verður líkasum bara gingið út frá tí formella, nevniliga at politikararnir “umboða fólkið” via Løgtingið. Har steðgar tráðurin, hóast tað er púra greitt at politikararnir eisini eru vanlig fólk og tí eisini umboða egin áhugamál — teir hava priviligeraða atgongd til ein stóran landskassa sum teir, næstan per definitón eftirhondini, javnan vilja pumpa pengar í (taka frá summum) og úr (geva summum).

Tuesday, March 29, 2016

Eitt er at sprella við skriviborðið

Surimi við salati.
SHUTTERSTOCK
At seta fokus á marknaðin er at seta keyparan, ikki seljaran, í miðdepilin — men at selja fiskirættindi til hægstbjóðandi er at bakka í virðisketuni og í praksis at stegða íløgum í framkomin veiðitól, vørudygd og marknaðarføring.

Talan er verri enn so altíð um óumtvistilig fakta tá vit hoyra ymiskar frøðingar úttala seg sum yrkisfólk. Meðan summi vilja presentera sína vitan og sínar metingar sum umboðandi mestsum absoluttar sannleikar, ljóða onnur meira opin fyri ymiskum sjónarmiðum. Men uttan mun til hví og hvør og hvussu, so er neyðugt fyri okkum onnur at skilja at tað sum verður borið fram av t.d. búskaparfrøðingum, er altíð so ella so merkt av subjektivum metingum og eigur tískil, hvørki meir ella minni, at síggjast sum ein av fleiri møguligum útleggingum av einum samlaðum problematikki.

Í fiskivinnuhøpi hava serliga tveir-tríggir búskaparfrøðingar íðuliga mælt til at innføra meira av sokallaðum marknaðartreytum í sambandi við fiskirættindi, og hava fingið fleiri politikarar at taka undir við tankanum. Gjøgnum áhaldandi exponering umvegis tíðindamiðlar yvir fleiri ár er eitt trøllvaksið politiskt rák íkomið kring hendan boðskap — og ei undur í: fólk hava fingið at vita at tey helst eiga í rúgvuvís av pengum til góðar frá teimum reiðaríum sum hava havt avlop tey seinnu árini.

Soleiðis er, kanska av óvart, vorðið borðreitt við einum cocktaili av falskheit, har sterkar kenslur eru blandaðar upp í ein løg sum leingi hevur gingið fyri at vera natúrvísindaligur sannleiki.


Lumpin svartkjaftur

Við øllum hesum í baksýni setti Føroya Landsstýri herfyri ein arbeiðsbólk at gera tilmæli viðvíkjandi nýskipan av okkara fiskivinnu.

‘Nýskipan’ er eitt snøgt orð ið ber boð um endurnýggjan og ætlanir um væl skipað viðurskifti. Tað ljóðar ikki sum kollvelting, og væntandi er talan heldur ikki um nakra roynd at kollrenna tað sum hóast alt virkar væl í føroyskari vinnu.

Nú skilst at arbeitt verður á Tvøroyri við at fara undir nýggja framleiðslu av surimi, ein rættiliga krevjandi virðisøking úr svartkjafti sum ætlandi skal koma í gongd í desember í ár.

Thursday, February 25, 2016

Tá gandur ikki longur ber til

Eitt diagram og annað...
COLUMBIA UNIVERSITY
‘Fíggjarlig verkfrøði’ er sum búskaparligt latín komin hartil ið vegurin endar, nú fíggjarkreppa aftur hóttir stórar partar av heiminum; vónandi síggja føroyingar fyrimunin í at hava eina høvuðsvinnu sum kann standa seg í illveðri.

Í tí almenna kjakinum um fisk og føroyska framtíð hava hugtøk sum “marknaðarbúskapur” tey seinnu árini fingið ein merkiliga mantriskan dám. Alt gott um marknaðarbúskap sum so, men tað vísir seg at vera rættiliga flótandi hvat fólk leggja í hetta orð. Dagsins politiseraða merking av tí — hvør hon enn er — tykist uppstaðin í kjalarvørinum av tí kommunistiska kollapsinum í endanum á 1980unum og tí støðu summi vinstra-intellektuell sóu seg í tey fylgjandi árini og áratíggjuni. Ein mistur marxistiskur identitetur mátti umformast til okkurt annað, og í so máta mundi tað vera funnin fressur at yvirhála tey konservativu á høgru síðu. So mikið var longu hent í USA, har tann trotskyistiski leggurin av marx-leninismuni so við og við hevði skift ham og var lopin um bukk, yvir í sokallaða neokonservatismu. Her heima hava vit eisini sæð onkrar fyrrverandi OFMLarar knappliga leikandi í um “marknaðarbúskap” sum var talan um hugmyndafrøðiligt halgineyt, við rákapitalistiskum dogmum virkandi sum sjálvsagdir sannleikar til eitt og hvørt høvi.

Hjá nøkrum hendi alt hetta uttan iva av reinum hjarta; hjá øðrum var talan møguliga um minni heiðurlig motiv, har inngrógvin illvild móti vinnulívinum mundi fylgja við sum arvagóðs frá maoistiskum døgum. Ofta manglar intellektuell kensla fyri lívsins margfaldu blanding av menniskjansligum tørvum og atlitum, tað veri seg yvirlivilsi ella profittur í vinnuhøpi, samfelagssinni ella solidaritetur, og hvat sum helst har ímillum.

Eitt lop úr vinstru veit yvir í høgru hevur sjálvandi eina meir ella minni logiska frágreiðing. Betongharðar hugsjónir, um enn klæddar í retoriskt stás, trívast ofta í einum heimi sum er akademiskt væl pussaður og pyntaður: smáborgarlig atlit til praktiskar avleiðingar av drastiskum tiltøkum hvørva sum døgg fyri sól í tí innbløðraðu verðini. Har gerst ístaðin alt so passaliga einfalt við ideologiskum asfalti trumlað yvir hvønn teoretiskan teig. Uttan mun til um tað væl polstraða skriviborðsflogvitið situr úti á Pinochet Light ella á Pol Pot Soft — har skera tey yvir kamb, barbera nuansur burt, og hølva óviðkomandi fjas av. Alt fyri ta perfektu ástøðina, og politiskt korrekt.

Tuesday, January 26, 2016

Kanska dugir nevndin at valsa

Saltfiskaarbeiði á Vaðhorni, á Strondum.
MARIA OLSEN PHOTO
Valla hevði fiskimálaráðharrin sett sín arbeiðsbólk at fyrireika nýskipanir fyri føroyskan fiskivinnupolitikk, fyrrenn bólkurin — helst av óvart — traðkaði í ta publicitets dyllu hann annars vildi stýra uttanum; vónandi hendi eingin skaði.

Búskaparfrøði ella ei, fyri ella ímóti uppboðssølu av veiðirættindum — tað er óheppið fyri eina nevnd sum skal fyrireika nýggja lóggávu um rættiliga kontroversiell viðurskifti, at leiðandi limir alment signalera læstar positiónir longu frá fyrsta degi. Hvat skal tað føra til, annað enn at lata upp fyri óneyðugari skeiklan av dygd í fundarvirksemi og øðrum nevndararbeiði, og harvið potentielt leiða til skeivar avgerðir?

Hetta er so ein arbeiðsbólkur sum má sigast at hava stórt trýst á sær í nógvar mátar — spjaðing og spenningar kring júst spurningar sum uppboðssølu av veiðirættindum og útlendska luttøku í fiskivinnuni hava leingi verið vaksandi. Um tað er nakað ein slíkur bólkur hevur tørv á so er tað góðar fyritreytir frá byrjan og arbeiðsfriður; avbjóðingarnar munu vera nóg stórar sum er.

Tí var tað ikki so hugaligt at síggja tann nýklakta formannin lata seg næstan heilt úr fyri opnum skermi, bara fyri at gera einum verti í KvF til lags og kanska markera egnar politiskar meiningar, um enn kamoufleraðar sum “búskaparfrøði” — formaðurin kundi eftir øllum at døma ikki lata vera við at siga at hann skilti sín arbeiðssetning soleiðis at uppboðssøla av veiðirættindum var ein sjálvfylgja. Her skuldi KvF givið eitt sindur av mótspæli, og tað eydnaðist eisini óbeinleiðis, umvegis videosamband við ein politikara sum fegin vil síggja seld fiskirættindi finna vegin aftur til Vestmanna.

Monday, December 21, 2015

‘Hví skal verandi vinna varðveitast?’

Rókur og Fagraberg við bryggju í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Óró merkist í fiski- og alivinnuni síðan Landsstýrið boðaði frá at veiði- og tøkugjøld verða hækkað og nýggj innførd, umframt uppboðssølu av fiskirættindum — hoyrast órímilig hvín frá ríkmonnum, ella ávaringar sum eiga at verða tiknar í álvara?

Neyvan man nakar annar postur í Landsstýrinum sum tann hjá fiskimálaráðharranum vera merktur av at avgerðir kunnu skjótt fáa stórar samfelagsbúskaparligar avleiðingar. Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum — og ein ið hevur tosað nógv um neyðugar nýskipanir í fiskivinnuni — sleppur Høgni Hoydal av sonnum eisini at royna seg í verki; harvið ikki sagt at tað verður einfalt ella lætt, hvørki so ella so, at fremja skilagóðar og nøkulunda haldbarar nýskipanir í einari vinnu sum fyllir so nógv í Føroyum.

Ein meira ideologiskur vongur við heldur kollveltandi dagsskrá, sum landsstýrismaðurin eftir øllum at døma tó ikki óavmarkað vil lata seg ávirka av, hevur leingi havt vaksandi viðrák í KvF og øðrum tíðindamiðlum og, kanska sum eitt úrslit av hesum, millum alsamt fleiri veljarar tey seinnu árini. Trýstið á fiskimálaráðharran frá hesum ráki í tí almenna rúminum er uttan iva stórt; tó skal tað ikki vera størri enn so enn at hann sambært upplýsingar gav til kennar undan valinum yvir fyri umboðum fyri fiskivinnuna at hann ikki treytaleyst tók undir við øllum sum búskaparfrøðingar høvdu at siga í fjølmiðlunum um fiskivinnustýring og veiðirættindi. Hetta var helst við til at sissa reiðarar ið leingi hava kent ampa yvir at 2018 trupulleikin framvegis stendur óloystur — at øll fiskirættindi sambært lóg fella burtur longu við árslok 2017. Trupulleikin distraherar longu sum er vinnuna nógv og ger langsiktaðar íløgur at kalla ómøguligar ídag orsakað av tí stóru óvissuni um hvat sum skal henda framyvir við verandi rættindum.

Sostatt er øll fiskivinnan nú strangt tikið undir niðurlegging. Vónir hava tó alla tíðina verið um at teir vinnupolitisku karmarnir skjótt fóru at verða lagdir í eina fastari og tryggari legu. Tað verður so í fyrstu syftu ikki minst upp til okkara politiska myndugleika at fáa hesi viðurskifti í rættlag.


Ikki tjena pengar?

Við øllum hesum í baksýni gjørdist ørkymlanin ikki minni í fiski- og alivinnuni, aftaná at tað stóð greitt at sum part av upplegginum til fíggjarlóg fyri 2016 hevur Landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um eina røð av tiltøkum sum munandi skulu hækka avgjøldini á fiskiveiði og fiskaaling, umframt at partur av rættindinum til veiði eftir uppisjóvarfiski og eftir botnfiski í Barentshavinum skal seljast umvegis alment uppboð.