Tuesday, March 29, 2016

Eitt er at sprella við skriviborðið

Surimi við salati.
SHUTTERSTOCK
At seta fokus á marknaðin er at seta keyparan, ikki seljaran, í miðdepilin — men at selja fiskirættindi til hægstbjóðandi er at bakka í virðisketuni og í praksis at stegða íløgum í framkomin veiðitól, vørudygd og marknaðarføring.

Talan er verri enn so altíð um óumtvistilig fakta tá vit hoyra ymiskar frøðingar úttala seg sum yrkisfólk. Meðan summi vilja presentera sína vitan og sínar metingar sum umboðandi mestsum absoluttar sannleikar, ljóða onnur meira opin fyri ymiskum sjónarmiðum. Men uttan mun til hví og hvør og hvussu, so er neyðugt fyri okkum onnur at skilja at tað sum verður borið fram av t.d. búskaparfrøðingum, er altíð so ella so merkt av subjektivum metingum og eigur tískil, hvørki meir ella minni, at síggjast sum ein av fleiri møguligum útleggingum av einum samlaðum problematikki.

Í fiskivinnuhøpi hava serliga tveir-tríggir búskaparfrøðingar íðuliga mælt til at innføra meira av sokallaðum marknaðartreytum í sambandi við fiskirættindi, og hava fingið fleiri politikarar at taka undir við tankanum. Gjøgnum áhaldandi exponering umvegis tíðindamiðlar yvir fleiri ár er eitt trøllvaksið politiskt rák íkomið kring hendan boðskap — og ei undur í: fólk hava fingið at vita at tey helst eiga í rúgvuvís av pengum til góðar frá teimum reiðaríum sum hava havt avlop tey seinnu árini.

Soleiðis er, kanska av óvart, vorðið borðreitt við einum cocktaili av falskheit, har sterkar kenslur eru blandaðar upp í ein løg sum leingi hevur gingið fyri at vera natúrvísindaligur sannleiki.


Lumpin svartkjaftur

Við øllum hesum í baksýni setti Føroya Landsstýri herfyri ein arbeiðsbólk at gera tilmæli viðvíkjandi nýskipan av okkara fiskivinnu.

‘Nýskipan’ er eitt snøgt orð ið ber boð um endurnýggjan og ætlanir um væl skipað viðurskifti. Tað ljóðar ikki sum kollvelting, og væntandi er talan heldur ikki um nakra roynd at kollrenna tað sum hóast alt virkar væl í føroyskari vinnu.

Nú skilst at arbeitt verður á Tvøroyri við at fara undir nýggja framleiðslu av surimi, ein rættiliga krevjandi virðisøking úr svartkjafti sum ætlandi skal koma í gongd í desember í ár.

Svartkjaftur er eitt fiskaslag ið er torført at fáa góðan vinning burturúr, og tað er ein av orsøkunum til at hesin fiskur ofta verður landaður til ídnað. Tá talan annars er um at framleiða hann til matnað hevur tað higartil mest snúð seg um at heilfrysta; men nú vil Varðin Pelagic taka hetta eitt stig víðari.

At producera surimi úr svartkjafti er also at flyta seg fram í virðisketuni, og tað setir serlig krøv til vørudygd umframt til marknaðarføring. Fiskaríið letur seg illa gera partar av árinum tá svartkjafturin antin er ov feitur ella ov rak, ella tá hann stendur so langt úr landi at stimitíðin er ov long til at fáa hann upp á land nóg feskan. Her er tað sum vitiligt ikki líkamikið hvørji skip man hevur.

“Grundleggjandi í hesari framleiðslu er at fiskiskipini sum veiða og landa svartkjaftin eru so framkomin og hóskandi sum yvirhøvur gjørligt,” segði Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic. “Hetta setir høg krøv til kapital og rakstur í reiðarínum, umframt at virkið sum skal framleiða fiskin má hava kunnig fólk og nýmótans útgerð, bæði til at skipa sjálva framleiðsluna og harafturat til sølu og marknaðarføring.”


Droyma um licenspengar

Uttan nøktandi sáttmálar við keyparar hongur tað búskaparliga roknistykkið ikki saman. Um ein størri partur av umsetninginum hjá eigarunum hevði verið farin til at tryggja fiskirættindi, er tað sera ivasamt um Varðin Pelagic hevði verið til yvirhøvur, og enn minni teirra nýggja surimi fabrikk.

“Hetta snýr seg um at fáa so høgt útflutningsvirði í vøruna sum møguligt,” legði stjórin afturat. “Marknaðarfokus er at byrja við kundanum og so útvikla samsvarandi — hvat er tørvurin, hvat vilja tey gjalda, og hvussu kunnu vit nøkta tørvin í vørudygd, prísi, nøgd, tænastu og øllum sum hoyrir til. At venda hesum øvugt og fyrst hava eina framleiðslu fyri síðani at royna at fáa kundar vísir seg sjáldan at rigga.”

Fyri at fáa sum mest burtur úr útflutningi av fiskavørum ræður um at virðisøkja so væl sum gjørligt og koma so langt fram í virðisketuna sum møguligt. Hetta er tó lættari sagt enn gjørt. Men at fáa prísin á fiskirættindum pressaðan upp ígjøgnum, heldur enn optimeraðan á exportsíðuni, kann metast við at hava eitt óneyðugt haft um beinini.

“Tey lond vit kappast við royna at styrkja sína útflutningsvinnu heldur enn at forða henni í at mennast. Skulu vit í Føroyum gera nakað fyri okkara vinnu so grundleggjandi sum fiskirættindi til ein spurning um hvør ið bjóðar hægst fyri tey, so verður allur kapitalur skjótt sogin úr vinnuni og fluttur yvir til uppboðssøluna, sum jú ikki er langsiktað. Flakavirkini livdu undir slíkari skipan sum skuldi eitast at vera marknaðarbúskaparlig, men hvussu riggaði tað? Lat okkum heldur fokusera á exportmarknaðirnar — har er nóg mikið av kapping.”

Tróndur í Gøtu landar á Tvøroyri.
MARIA OLSEN PHOTO
Skriviborðs dreymurin hjá summum tykist vera at niðurleggja føroyska fiskiveiði og fiskaframleiðslu og ístaðin taka licenspengar frá teimum sum vilja gjalda fyri rættindini at fiska. Kanska hava vit eina ímynding um at soleiðis fungerar oljuvinnan; vit gloyma bara at har er kapitalbygnaðurin ein heilt annar enn í fiskivinnuni, fyri ikki at tala um at tey tøknifrøðiligu krøvini eru av einari heilt aðrari verð, so mikið so at lokalir aktørar úr smáum samfeløgum hava sum oftast ongan kjans at taka lut til fulnar í tí vinnuni.

Spurningurin er eisini um Føroyar í praksis høvdu kunnað varðveitt eina sterku støðu leingi millum strandalondini tá talan er um uppsjóvarkvotur. Tær samráðingarnar eru ofta harðar og atlit sum verða tikin eru ikki einans lívfrøðilig men viðhvørt eisini t.d. samfelagsbúskaparlig.

“Skuldi tað verðið staðfest at føroyingar ikki sjálvir fiska sínar kvotur men selja tær av landinum til hægstbjóðandi, so var eisini vandi fyri at tað goodwill vit eiga minkaði skjótt,” segði Bogi Jacobsen. “Tað hevði gjørt tað meira torført fyri føroyingar at tala sína søk sannførandi, sum so aftur hevði gjørt at tann føroyski parturin av uppsjóvarkvotunum hevði komið í vanda fyri at minka av trýsti uttaneftir. At útveita tað operationella virksemið í fiskivinnuni til útlendingar vil at enda vera tað sama sum at avreiða sína servitan — og um tað er ætlanin so er okkara vinna í vanda.”


‘Eitt ófrávíkiligt krav’

Vilja vit hava eina vinnu sum tjenar pengar? Eins og fleiri onnur saknar Bogi Jacobsen eina greining av hvørja ávirkan ein uppboðssøla av fiskirættindum hevði havt á búskapin í tí føroysku fiskivinnuni og samfelagnum sum heild.

“Hvussu sær eitt best-case scenario út, og hvussu sær eitt worst-case scenario út? Eingin tykist at hava gjørt seriøsar framrokningar av hesum.”

Tá arbeiðsbólkurin hjá Fiskimálaráðnum sum skal gera tilmæli um nýskipanir fyri fiskivinnuna herfyri hevði hoyringsfund við umboð fyri vinnuna, vísti Atli Gregersen vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag á týdningin av at vinnan hevur stabilar karmar at virka í. Hann vísti eisini á at vinnan sum heild góðtekur at skula rinda fyri síni rættindi, so leingi talan er um hóskiligt og rímiligt gjald; uppboðssøla av fiskirættindum er hinvegin ein sera stuttskygd leið at ganga sambært Arbeiðsgevarafelagið.

“Eitt er at gjalda fyri síni vinnuligu loyvir, eitt annað er at tílík gjøld á fiskivinnuna eru blivin bæði fleiri og hægri tey seinnu árini,” viðmerkti Atli Gregersen aftan á fundin við arbeiðsbólkin. “Tað er sera umráðandi fyri eina sterka fiskivinnu at loyvini eru trygg. Hinvegin skal landið kunna taka eitt sindur meira um neyðugt, serliga í sambandi við keyp og sølu av loyvum, og kanska seta strangari treytir á hesum øki. Men arbeiðsbólkurin hevur skyldu til at umhugsa gjølla allar relevantar spurningar, og tí eiga tey eisini m.a. at vera opin fyri tí møguleika at uppboðssøla av fiskirættindum ikki er rættur vegur at ganga.”

Atli Gregersen legði afturat: “At vaksa um tilfeingisrentuna gjøgnum trygg langtíðar rættindi er jú munandi betri enn at minka um tilfeingisrentuna við at leggja hald á tað fíggjarliga tilfeingið hjá vinnuni áðrenn nakað produktivt er komið burtur úr tí. Tað er greitt at partar av verandi skipan fungera væl meðan aðrir partir hava meiri tørv á umskipan, so arbeiðsbólkurin eigur eisini at taka spurningin í álvara um burðardygga fiskiveiði hjá heimaflotanum. Í stuttum má tað vera eitt ófrávíkiligt krav at eitt fakligt arbeiði verður gjørt ið kann brúkast sum grundarlag til, sum sagt verður, at ‘eftirmeta og endurskoða’ verandi skipan.”

2 comments:

  1. Rættiliga samdur. Annars haldi eg ikki planur var at selja uttanlands.
    Viđv. Keyp og sølu av rættindum er allarhelst nakađ iđ føroya fólk hava andstygd fyri og noyđist at steđga í 2018.

    ReplyDelete
  2. Væl skriva grein; men eg kann ikki siga meg vera samdan.
    Serliga býtið eg merkið við, at uppboðssølan fær skotið fyri bógvin, at eftir øllum at døma, venda einum gjaldið úr triðja til fyrsta lið. Ivamál mítt er tí hetta: Hyggja vit at rentugjaldinum, so er hetta - farið eg ikki heilt skeivur- eisini í fyrsta liðið, og byggur m.a á ástøðilgt hægsta virðið á fiskinum. Á einu almennari uppboðssølu av ogn Føroya fólks, má ein kunna hugsa seg fram á, at de facto virðið á (sum so) frælsum marknaða, man kunna gerðast lagaligari fyri vinnuna, enn samtíðar tilfeingisrentan. At uppboðssølan kemur onkrum reiðara dátt við, ivist eg ikki í, tí teir mista teirra framíhjárætt. Og við núverandi ognan/avgerðar krøvum í uppskotinum upp Roynaruppboðssølu, so sæst at tað er 2/3 fyri núverandi aktørar, ið skulu vera Føroyskir - og uppaftur stórri partur skal vera á okkara egnu hondum hin 1.januar 2018. Hetta tykist mær skilagott - ella er tað nakað eg ikki skilji?

    ReplyDelete