Partrolarin Stelkur ger eitt gott hál, eini 30 tons av upsa. MARIA OLSEN PHOTO |
Tá ið vit tosa um fiskastovnar sum avmarkað tilfeingi, liggur ofta ein niðurstøða innbygd, tó ikki altíð so væl undirbygd: at her skulu vit neyvan rokna við at tilfeingið er varandi. Hvør skal siga, um nakar ivi er um hvussu væl fyri ein fiskastovnur er so má ivin koma fiskastovninum til góðar, tí tað er betri at binda um heilan fingur enn at lata fiskivinnuna tjena pengar her og nú.
Men hvat um avmarkandi tiltøk móti fiskiveiði í onkrum førum í roynd og veru skaða vinnuna og harvið samfelagsbúskapin, uttan at bøta nakað í fiskastovninum — hvat er tá argumentið fyri at innføra fleiri avmarkingar, annað enn at rættvísgera áhaldandi kannustoyparí og beingnagarí í tí politisk-regulativu skipanini? Spurningurin er nevniliga hvussu óvissur skulu tulkast, til fyrimuns fyri hvønn.
Sjálvandi er fiskur eitt avmarkað tilfeingi — men hvussu nógv eyka skal tilfeingið avmarkast, serliga tá havt verður í huga at talan er um eitt tilfeingi sum endurnýggjar seg á hvørjum ári, um ikki umstøðurnar í havumhvørvinum broytast avgerandi til tað verra.
Sum heild man lítil ivi vera um at føroysk fiskivinna í øllum førum verður regulerað og avmarkað í nóg stóran, um ikki ov stóran, mun. Vit eiga undir verandi umstøðum at kunna ganga út frá, í allari rímiligheit, at okkara fiskatilfeingi er varandi.
Taka og geva
Og tilfeingisrentan — ber tað til at áseta eitt virði á henni uttan at ásetingin er merkt av hvørs áhugamál verða vard og framd í samanhanginum? Ella er tað eitt endamál í sjálvum sær at øll tilfeingisrentan skal súgvast úr vinnuni yvir í ta politisku skipanina?
Tað man ljóða sum løgið hazardspæl við lívsgrundarlagnum hjá fólki tá vit siga at vinnan skal sjálv sleppa at áseta virðið á sínum fyrr sjálvsøgdu rættindum, via uppboðssølu. Also — út frá tí logikki sum fyri tíðina í heilum verður varpaður út gjøgnum almennar tíðindamiðlar — skulu tey sum hava vunnið sær rættindi gjøgnum langan historik, krevjandi avrik, stórar íløgur og endaleysar arbeiðsinnsatsir, nú niðrast til ein bólk av biddandi bandittum og kraddarum sum ongan rætt høvdu til at byggja upp føroyska fiskivinnu yvir øll hesi ár. Tey skuldu heldur skammast yvir alt tey hava tjent, tí nú vil man nevniliga umdefinera teirra virksemi til einfalda móttøku av gávugóðsi frá tí almenna. Alt sum fyrr vann viðurkenning sum strev, serfrøði og váði er knappliga ikki so frægt sum ein parantes í hesari løgnu frásøgnini.
Ein mynd rennur einum til hugs: tú hevur ein flokk av fangum og avmarkar teirra atgongd til føði spakuliga meira og meira — og broytir so reglurnar drastiskt ein dag soleiðis at atgongd til føðina verður gjørd til ein spurning um “marknað” soleiðis at fangarnir knappliga sjálvir skulu áseta virðið á sínum lívsgrundarlag við at kappbjóða hvør móti øðrum um føðina. Rímiligt ella óreint?
Men hvat munu vera tær størstu avbjóðingarnar fyri komandi fiskivinnunýskipanir — samfelagsbúskaparliga, juridiskt, politiskt, praktiskt — sum tann alment setti arbeiðsbólkurin sær tað? Kann tað vera at flyta rættindi frá teimum sum hava vunnið sær síni og handa tey til onnur sum hava fingið útvegað sær ein posa av pengum at lokka við? Neyvan.
Fínir steinar
At fiskur sum tilfeingi er avmarkað man fáur ivast í; men tað ber saktans til at við vilja avmarka hetta tilfeingi enn meira av politiskum ella øðrum orsøkum. Tað gamla forskrekkilsið at fiskastovnar kunnu misrøkjast er neyvan tikið heilt úr leysari luft; men tað er eisini ein spurningur hvussu nógv ið hvør fiskastovnur kann “røkjast upp á pláss” gjøgnum eina og aleina at avmarka fiskiveiði. Tað er so deiliga lætt at síggja burtur frá øllum øðrum faktorum, bæði natúrligum og menniskjaligum, sum einki beinleiðis samband hava við fiskiveiði men sum kunnu ávirka fiskastovnar og harvið eisini fiskiskapin. Eitt dømi er temperaturur í sjónum, eitt annað saltinnihald; bara hesir báðir faktorar kunnu vera heilt avgerandi fyri vistskipanir í sjónum og kunnu fáa fiskastovnar at “hvørva” ella hinvegin “koma aftur”. Tílík natúrlig útsving — sum ofta fylgja yvirskipaðum og undirskipaðum ringrásum knýtt at streymum, vindum, sól, mána og øðrum fyribrigdum — viðvirka til sveiggj í mikroorganismum og fiskasløgum, sum aftur kann vera avgerandi fyri lívsgrundarlagið hjá vinnuligum fiskastovnum.
Tess meira av hesum verður tikið við í mentu, tess greiðari gerst tann veruleiki at tað er ómøguligt at stýra fiskastovnum sum so, og fullkomiliga ógjørligt at hava bara eina nøkulunda fatan av teirra dynamikki við einans at svørja til avmarkingar í fiskiskapi sum borgan fyri góðari stovnsrøkt. Sum eisini hevur verið víst á: um tað ber til at ovurfiska ein stovn, so ber eisini til at undirfiska hann.
Útróðrarbáturin Gamli Edvard. MARIA OLSEN PHOTO |
Aðrar vinnur ávirka
Í ES er nevniliga hvør kópur friðhalgaður og etur sambært metingar eina dagliga mongd av fiski ið svarar til eini 6-8 prosent av egnari kropsvekt. Harvið eta hvørjir 10.000 kópar hvønn dag, við eini miðalvekt upp á eini 200 kg hvør, tilsamans eini 150 tons av feskum fiski, svarandi til stívliga 1.000 tons um vikuna, ella eini 52.000 tons um árið. Siga vit at tað finnast einir 150.000 europeiskir steinkópar og einir 300.000 láturkópar, so koma vit skjótt fram til at kópurin etur einar 2,3 milliónir tons av fiski árliga, bara í Europa.
Tá hava vit hvørki umhugsað hvat hvalur og fuglur eta, ei heldur hvat rovfiskur etur. Siga vit leysliga mett at kópurin umboðar umleið ein tíggjundapart av øllum sum svimjandi og flúgvandi rovdjór eta av fiski (kanska púra skeiv meting, men lat gá hesuferð fyri argumentið), so mugu vit rokna við at kanska 20-25 mió. tons av fiski verða etin árliga í Europa av rovdjórum. Talið er helst alt ov lágt, men er kortini nógvar ferðir hægri enn tann samlaða fiskiveiðin — bara soleiðis at vit gera okkum greitt at fiskiveiðin er ofta ein munandi minni táttur í tí samlaðu myndini enn vit halda.
Fyri perspektiv kann nevnast at tann samlaða fiskiveiðin hjá ES liggur sambært ES Kommissiónina um smáar 5 mió. tons um árið, sum aftur runt roknað útger um 5 prosent av heimsins fiskiveiði tilsamans (uml. 90 mió. tons).
Umframt at vit hava øll hesi natúrligu sveiggj, kann ymiskur ídnaður og virksemi bæði á sjógvi og landi ávirka livikorini hjá fiskastovnum; eitt dømi er petrokemisk útlát av ymiskum slag, eitt annað dømi sandgrevstur ið kann órógva ella oyðileggja viðbreknar vistskipanir. Og síðst men ikki minst hevur vinnuligur fiskiskapur sjálvsagt eisini sína ávirkan, hóast hendan ídag yvirhøvur ofta verður yvirmett heldur enn undirmett.
Vit skulu á hesum sinni ikki nærri inn á tað sum verður kallað fiskadeyðiligheit, sum bæði umfatar natúrliga deyðiligheit og deyðiligheit orsakað av fiskiveiði, annað enn at staðfesta at talan er framvegis í stóran mun um stórar óvissur, eisini í fiskifrøðini, hóast ávís roknimodell verða brúkt sum grundarlag í stovnsmetingum.
Tað stutta av tí langa: vit kunnu ikki stýra fiskastovnum, bara ávirka teir í avmarkaðan mun gjøgnum at stýra virkseminum hjá fólki. Betri hevði tó verið um aðrar vinnur enn bert fiskivinnan — vinnur ið eins og fiskivinnan kunnu ávirka fiskastovnar — eisini vórðu reguleraðar eftir líknandi meginreglum.
No comments:
Post a Comment