Tuesday, April 28, 2015

Kapping ella ‘kapping’ fyri ein og hvønn prís?

Brussels Expo, har Seafood Expo Global 2015
varð hildin 21. og 22. apríl.
VINCENT PANNEELS
Bjóðar tú heilan ella viðgjørdan fisk úti á altjóða marknaðinum, ber illa til at selja hann sum rávøru; munurin á navnleysari mongdarvøru og virðisøktari dygdarvøru er ov stórur — men hvussu hevði ein uppboðssøla av veiðirættindum í hinum endanum ávirkað kappingina?

Føroyskir fiskaútflytarar hava júst verið á stórari messu í Brússel har teir hava hitt verandi keyparar umframt at givið komandi keyparum høvi til at fáa samband. Seafood Expo Global er heimsins størsta stevna av sínum slag og her hittast túsundtals fólk úr øllum heiminum á hvørjum ári. Hetta er eitt business-to-business torg við sera stórari tyngd hvat viðvíkur marknaðinum fyri fiskavørur.

“Vit kunnu ikki bara selja fisk sum mongdarvøru,” segði Tórheðin Jensen frá Varðanum. “Vit selja eina vøru sum ikki bert er føroysk men eisini eitur t.d. Varðin Pelagic; keyparin fær eina kenslu av hvat hetta ella hatta merkið umboðar. Tað nyttar lítið at koma har og siga at tú bjóðar standard frystan makrel uttan navn ella samleika. Fiskur má marknaðarførast.”

Marknaður, kapping, liberalisma — hesi hugtøk verða ofta brúkt sum politisk argument fyri ymiskum hóast tey mangan munu hava ein teoretiskan heldur enn praktiskan týdning. Eitt dømi um brúk av slíkum hugtøkum sum grundgeving fyri at innføra umfatandi lógarligar broytingar í Føroyum, er orðaskiftið um uppboðssølu av fiskirættindum.

Mong munu vera samd um at vinnupolitisk tiltøk eiga at taka støði í vinnuni sjálvari og samfelagsins áhugamálum sum heild, og mugu tí eisini hava til endamáls at leggja tryggar karmar um framtíðar menning og sum frægast tryggja kappingarføri fyri vinnuna.

Men har frá og til at gera innanoyggja kapping um fiskatilfeingi til eitt mál í sær sjálvum er eitt langt lop. Tann marknaðurin sum veruliga hevur týdning í hesum høpi er nevniliga ikki í Føroyum og snýr seg heldur ikki um rávøru men um marknaðarførda og meir ella minni virðisøkta vøru. Føroyingar mugu her kappast við norðmenn, íslendingar, skotar og onnur, sum dag og dagliga úti á marknaðinum virka fyri at sannføra heimsins fiskakeyparar um at keypa frá teimum heldur enn frá okkum.