Thursday, December 11, 2014

Søgur um ogn uttan skuld — og trøllið Privatisering

SHUTTERSTOCK
Eingin privatisering av fiskiveiðirættindum er farin fram í Føroyum og er neyvan heldur í umbúnað — her fæst ikki endurgjald um kvotur ella fiskidagar verða niðurskorin, ei heldur um rættindi verða tikin aftur vegna brot á lógina um vinnuligan fiskiskap.

Meðan Landsstýrið arbeiðir við nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap, ganga bylgjur høgt í orðaskifti millum mong um hvussu tann fyri føroyingar so týdningarmikla fiskivinnan best kann skipast fyri tey komandi árini. Eygleiðarar vænta eitt upplegg frá einari nevnd við Jacob Vestergaard fiskimálaráðharra sum formanni tíðliga í tí nýggja árinum, kanska í februar, soleiðis at eitt liðugt lógaruppskot eftirfylgjandi kann leggjast fyri Løgtingið at taka støðu til.

Í tí almenna rúminum, ikki minst í tíðindunum, er frásøgnin tey seinnu árini vorðin alsamt meira merkt av orðingini ‘ogn Føroya fólks,’ sum stendur í innleiðingini til lógina um vinnuligan fiskiskap. Summi meina at hetta er ein óheppin ella ópraktisk orðing við tað at hon kann tykjast innibera eitt bókstaviligt krav um ognarpart í hvørjum sterti kring Føroyar fyri hvønn einstakan føroying — at politiskur retorikkur hevur verið við til at fyrigyklað fólki at sambært lógina eiga øll krav upp á pengar fyri einki.

Søgur um aktørar í fiskivinnuni sum hava havt góð fíggjarlig úrslit í seinastuni hava verið partur av einari hálvkvøddari argumentatión um at øll eiga rætt til part av teirra pengum. Sjálvandi mugu øll rinda skatt av tí vit tjena gjøgnum arbeiði og annað lønandi virksemi, umframt at øll feløg sum reka vinnu mugu rinda skatt av teirra avlopi, og eisini eru ymisk avgjøld sum koma afturat. Men frásøgnin hevur áhaldandi og íðið róð framundir at alt hetta er als ikki nøktandi tí fiskireiðaríini hava fingið síni veiðirættindi ‘ókeypis’ t.e. uttan at rinda eitt serligt gjald fyri sína ‘rávøru’ og at hetta er órættvíst móti øðrum vinnufyritøkum sum mugu keypa sína rávøru. Ávísir akademikarar hava gjørt hetta argument galdandi í einari langari røð av greinum, viðmerkingum og framtríningum í tíðindamiðlum, við lítlum og ongum mótspæli frá hvørki tíðindafólkum ella viðmerkjarum.

Hetta hevur gjørt at tey ið virka innan fyri fiskivinnuna, og mong av teimum sum ikki búgva í Havn, uppliva at frásøgnin um fiskivinnuna hevur fingið eina álvarsliga slagsíðu — ein slagsíða sum er sloppin at halda fram so leingi at stórir partar av restini av fólkinum ídag, herundir kanska flestu journalistar og helst flestu embætisfólk (starvsfólk á Kringvarpi Føroya og flest øll ið starvast innan embætisverkið eru limir í sama fakfelag), taka hana fyri objektivan veruleika.

Wednesday, December 3, 2014

Sjógvur & Fólk — ein onnur frásøgn

Búskaparfrøðingur sum helt at milliardir vóru í vanda fyri at hvørva úr fiskivinnuni fær aftursvar frá samfelagsfrøðingi, sum metir at tilfeingisgjald fæst ikki at virka eftir ætlan uttan so at tað verður skipað í tøttum samstarvi við vinnuna.

At mong reagera upp á eitt blað sum Sjógvur & Fólk er sjálvandi at fegnast um — tað var eisini ætlanin. Fleiri hava kallað hetta eitt kærkomið íkast til tíðindi og kjak um fiskivinnuna, ikki minst tí vit sleppa nøkrum sjónarmiðum framat sum annars sjáldan síggjast umboðað í tí almenna rúminum, hóast mong í vinnuni og annars í samfelagnum kenna seg aftur í teimum.

Til tey sum uttan at vísa til nakað ítøkiligt dømi hava verið úti við illgitingum um at innihaldið í blaðnum er “keypt” og hvørt av sínum, skal eg sum blaðstjóri gera greitt at eingin av greinunum í blaðnum er “keypt”. Hetta er alt tilfar sum blaðstjórnin (eg sjálvur saman við einum arbeiðsbólki) hevur planlagt og framleitt. Hugskotið um eitt blað sum lýsir fiskivinnuna upp á ein øðrvísi máta, við støði í at hetta er ein vinna sum er góð fyri land og fólk og sum vit skulu vera stolt av, kom frá mær sjálvum.

Ávísar vinnufyritøkur stillaðu upp til at stuðla tiltakinum, tó fekk eingin av teimum beinleiðis redaktionella ávirkan. Stuðulin varð tikin sum úttrykk fyri at hesar fyritøkur høvdu álit á ætlanini um hetta blaðið, tí redaktionellu kós sum varð lýst í hugskotinum og teimum persónum sum viðvirkaðu. Fyribils er talan um ein einstaka útgávu, tó verður umhugsað um fleiri skulu fylgja.

Sjógvur & Fólk er ikki ætlað sum agitatión fyri nakrari serligari politiskari dagsskrá, enn minni nøkrum ávísum politiskum flokki. Tann redaktionella kósin er hinvegin sum heild at lýsa vinnuna frá vinnuligum men eisini øðrum, eitt nú samfelagsligum, sjónarmiðum. Onkur kritikari hevur verið so fantasifullur at róð framundir at blaðið arbeiðir fyri “privatisering” av fiskirættindum; har skal sigast at tann spurningurin hevur als ikki verið upp á tal í sambandi við nakað av tilfarinum í blaðnum.

Tað at flestu tíðindamiðlar á okkara leiðum tykjast hava ilt við at røkka út um nøkur ávís sjónarmið sum eru at hoyra aftur og aftur — og verða, av røttum ella órøttum, tematiserað í tíðindunum — er ein av orsøkunum til at farið varð undir verkætlanina Sjógvur & Fólk. Her er hugsanin at tað kann ikki vera rætt at tann til eina og hvørja tíð ráðandi frásøgnin í tí almenna rúminum skal hava monopol upp á tíðindavinklar. Tann dominerandi frásøgnin er neyvan íkomin eina og aleina av objektiviteti og fólkaræðisligum tilgongdum, og okkara blað er soleiðis ein máti at vísa á dømir um øðrvísi vinklar.

Monday, November 24, 2014

Tí skrivaðu tey ‘ogn Føroya fólks’ í lógina

Uppisjóvarskipið Fagraberg við partrolaranum Róki í forgrundini.
MARIA OLSEN PHOTO
Í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur innleiðandi at tann fiskurin sum svimur í føroyskum havøki er ‘ogn Føroya fólks’ — men endamálið við orðingini var ikki annað enn at geva Landsstýrinum lógarheimild til at regulera fiskivinnuna.

At ‘ogn Føroya fólks’ í sær sjálvum skuldi gerast til eitt hugtak við sterkari politiskari løðing mundi neyvan koma teimum til hugs sum smíðaðu uppskotið til lógina um vinnuligan fiskiskap í 1994. Tað veruliga endamálið við orðingini var nevniliga ikki annað enn at geva Føroya Landsstýri lógarliga heimild til at stýra føroyskari fiskivinnu; hetta vátta persónar sum vóru við til at skriva lógina og seta hana í verk.

Saman við Tummas Arabo, Henrik Old og John Petersen, sat Olaf Olsen í einari nevnd sum hevði til uppgávu at gera uppskot til lóg um vinnuligan fiskiskap — undir trýsti frá IMF og Danmark, sum kravdu reguleringar inn í fiskiskapin kring Føroyar aftan á at landið var komið í fíggjarkreppu og undir umsiting. Fyri at eingin ivi skuldi vera um at Landsstýrið hevði fulla heimild til at gera slík inntriv, varð mett at ein serlig lóg um vinnuligan fiskiskap mátti smíðast og samtykkjast av Løgtinginum. Dentur varð lagdur á at taka burtur almennar stundingsskipanir so sum Ráfiskagrunnin og konsolidera fiskivinnuna undir felags umsiting.

“Ja, tað bleiv diskuterað aftur og fram, hetta við orðingini,” minnist Olaf Olsen, pensioneraður vinnulívsmaður og fyrrverandi politikari. “Tað bleiv til ‘ogn Føroya fólks’ — tað var fólkið sum kundi lóggeva, ella umboðið fyri fólkið, Løgtingið. Mær dámdi ikki úttrykkið, men tað bleiv til tað... Hetta var tí at man skuldi geva tinginum og harvið Landsstýrinum heimild til at regulera fiskiskapin, geva fiskiloyvi og so framvegis.”

Hevur merkingin av hesum flutt seg síðani tá?

Olaf Olsen segði: “Ja, hetta hevur flutt seg so nógv til tað at summi fingu tað til at nú áttu øll alt, og tí má eingin eiga nakran serligan rætt til at fiska fram um ein annan... Hetta hóast tað at mong høvdu stríðst sær til at vinna sær dagligt breyð á sjónum; at hesi so høvdu fingið erfaringar og fisk og harvið arbeiði til nógvar hendur, tað bleiv... tað skuldi burtur. Tað bleiv gjørt soleiðis at nú høvdu øll rætt til tað og so skuldi tað bara fordeilast.”

Wednesday, November 12, 2014

Poul Hansen um uppboðssølu: “Eitt El Dorado fyri strámenn”

Poul Hansen advokatur, Magni Laksáfoss búskaparfrøðingur, Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur og Jacob Vestergaard fiskimálaráðharri møta umboðum fyri vinnuna í kunningar- og kjakblaðnum Sjógvur & Fólk.

Eitt serblað undir heitinum ‘Sjógvur & Fólk’ leggur ídag fram eina røð av týðandi spurningum um ta føroysku fiskivinnuna. Blaðið ger nógv burtur úr menningini sum hevur verið í seinastuni innan serliga uppisjóvarvinnuna, við frásagnum av Tvøroyri og úr Fuglafirði, Klaksvík og Runavík; gjøgnum samrøður við leiðandi persónar viðger blaðið harafturat aktuellar spurningar so sum uppboðssølu av rættindum, tilfeingsgjald og ætlaðar fiskivinnupolitiskar nýskipanir.

Á baksíðuni ávarar Poul Hansen advokatur móti uppboðssølu hugtakinum, sum hann kallar “eitt El Dorado fyri strámenn.” Inni í blaðnum er Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur endurgivin fyri at siga at tilfeingisgjald á fiskivinnuna fæst ikki at virka eftir ætlan uttan so at vinnan sjálv hevur ein leiðandi leiklut í tilgongdini. Samstundis sigur Magni Laksáfoss búskaparfrøðingur at uppisjóvarvinnan vísir vegin og eigur at geva íblástur fyri aðrar partar av fiskivinnuni hóast nakað av ørkymlan tykist valda kring skattahugtøk.

Forsíðan snýr seg fyrst og fremst um at óvissa um veiðirættindi frá og við 2018 alsamt meira ávirkar íløguhugin í fiskivinnuni tann skeiva vegin — reiðarar rokna við at ongar størri íløgur verða gjørdar fyri tíðina orsakað av vaksandi búskaparligum váða. Eisini Herluf Sigvaldsson sigur frá sínum arbeiði sum samráðingarleiðari í tingingum við strandalond um makrel og sild.

Thursday, October 30, 2014

Langtberandi fiskidagar?

Við at hyggja nærri at hvussu uppsjóvarskip og verksmiðjutrolarar hava gjørt fyri at klára seg, ber uttan iva til at broyta fiskidagaskipanina til tað betra fyri heimaflotan — ikki minst tá tað kemur til tað stirvna uppbýtið av skipabólkum.

Línuskipið Havbúgvin landar í Havn.
MARIA OLSEN PHOTO
Føroysk uppisjóvarskip og verksmiðjutrolarar hava ein sunnan rakstur og eina hóskandi tilfeingisrentu sambært búskaparfrøðingar. Tískil eiga okkara politikarar ikki at gera nakað í óðum verkum her — never change a winning team. Hinvegin stendur so illa til við heimaflotanum at talan er um ein vinnupolitiskan trupulleika; yvirkapasitetur saman við yvirregulering ger tað torført hjá teimum skipunum at klára seg.

Tað lógar- og regluverk sum fastlæsir skip og bátar í sokallaðar skipabólkar — ávísar kategoriir út frá fiskireiðskapi og stødd á fiskifari — er eitt dømi um forðing fyri neyðugum tillagingum og rationaliseringum, og ger tað torført at fáa lønsemi í raksturin hjá reiðaríunum.

Grundgevingarnar fyri at hava eitt strangt býti millum skipabólkar vóru ikki minst samfelagsligar, nevniliga at skipanin skuldi fyribyrgja dramatiskum flytingum av fiskirættindum og í so máta virka stabiliserandi fyri lokalsamfeløgini. Men eitt er gott endamál, eitt annað búskaparligur veruleiki.

Tuesday, September 30, 2014

Tá vitan hevur stert

Føroyingar vilja byggja eitt ‘vitanarsamfelag’ og í hesum samanhangi kemst ikki uttanum at havið og fiskurin eiga eitt heilt serligt pláss – men duga vit nóg væl at skipa okkara vitan fyri at tryggja framtíðar møguleikar sum best?

Royndarframleiðsla á Pelagos í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Føroyingar hava lært nógv av norðmonnum innan alt frá havlívfrøði og fiskivinnuumsiting til framleiðslu umborð á frystitrolarum. Rættiliga fitt av føroyingum hava nomið sær hægri útbúgving á Tromsø Universitet og enn fleiri hava siglt við norskum skipum. Og talið á føroyingum ið arbeiða innan frálanda olju og gass í Noreg er vaksið nógv í seinastuni.

Eingin ivi er um vit kunnu læra nógv meira bæði nú og í framtíðini.

Herfyri legði ein stórur arbeiðsbólkur útnevndur av norska Fiskeri- og Kystdepartementet fram eina frágreiðing sum upplegg til høvuðsstrategi fyri burðardygga og kappingarføra umsiting av norskum havi og hartil knýttum yrkisligum og vinnuligum virksemi, ikki minst fiskivinnu, alivinnu, s
hipping og frálanda orkuvinnu. ‘HAV21 – FoU strategi for en havnasjon av format’ inniheldur eina røð av tilmælum, greiningum og viðmerkingum um gransking og menning, vitan og framtíðar møguleikar.

Frágreiðingin er sum vera man eisini áhugaverdur lesnaður fyri føroyingar hóast teir veldigu munirnar millum Noreg og Føroyar í stødd, í víðastu merking. Men norðmenn gera nógv burtur úr tí ovurstóra týdningi ið havið hevur fyri teirra mentan, búskap og trygd – nakað sum enn meira átti at gjørt seg galdandi fyri eitt oyggjaland sum Føroyar.

Búskaparliga stendur Noreg í høvuðsheitum á trimum súlum: frálanda orka, shipping, og fiskavørur – og sum vera man, her kenna føroyingar seg eisini aftur hóast vit strangt tikið framvegis “bert” hava fiskin at liva av. Men rætt skal vera rætt, vit liva rættiliga væl av honum.

Tuesday, August 26, 2014

Eingin jólamaður fyri sjófólk

Flestu teirra sum standa á odda fyri tí føroysku fiskivinnuni eru fólk við grundfesti í samfelagnum og áhuga í at menna vinnulívið; hvussu tey vunnu sær veiðirættindi er ein søga um drúgvar royndir, langar tilgongdir og tógvið stríð.

Tróndur í Gøtu, bygdur í 2010.
VARĐIN
Tey seinastu fáu árini hevur ein frásøgn tikið seg upp í tí almenna rúminum í Føroyum, har róð verður framundir at verandi aktørar í fiskivinnuni – kanska serliga uppsisjóvarvinnuni – av órøttum hava fingið síni veiðirættindi útlutað í einari korruptari skipan ið byggir á vina- og kenningapolitikk. Ein orsøk til at ein frásøgn sum hendan er sloppin at gera um seg í tíðindamiðlum og politiskum kjaki kann síggjast í tí veruleika at talið á teimum sum arbeiða beinleiðis í fiskivinnuni hevur leingi verið fallandi samstundis sum talið á teimum ið arbeiða innan umsiting og tænastur hevur verið hækkandi. Hetta ger at fleiri og fleiri føroyingar vita hvørki hvussu fiskivinnan er samansett ella hvussu hon virkar.

Hinvegin tykist óbeinleiðis áhugin fyri vinnuni stundum stórur millum umsitarar og akademikarar; trupulleikin er tó ofta at avgerandi detaljur detta burtur í mongum av teimum greiningum sum alment koma fram. Um vit hava fingið eitt vakuum sum lættliga skapar óveruligar ímyndingar og illgitingar um viðurskifti í fiskivinnuni, so er tað óheppið.

Fyri at misskiljingar og óvitan ikki skulu fáa enn betri gróðrarlíkindi eigur helst samskiftið millum fiskivinnuna og restina av samfelagnum at verða styrkt. Men vit skulu minnast til at tey sum standa á odda fyri tí føroysku fiskivinnuni eru yvirhøvur fólk við rótfesti og áhuga í samfelagnum. Talan er ikki um fíggjarbarónar sum sita og spæla sær við milliónir á børsinum og bíða eftir sjóvarfalli til at selja síni aktiv í fiskivinnuni. Tvørtur ímóti, tann mentan sum valdar millum flestu føroysku reiðarar á fiskiskipum er ikki bara kjølfest í nærsamfelagnum; hon er merkt av samhaldsfesti og áhuga fyri medmenniskjum og felagslívi.

Monday, August 18, 2014

Fekk fiskidagaskipanin nakrantíð sín kjans?

Upsafiskiskapur undir Føroyum.
MARIA OLSEN PHOTO
Í sambandi við Sjómannadagin í Klaksvík varð skipað fyri Fiskivinnutingi tann 20. august, har m.a. tann føroyska fiskidagaskipanin fekk umtalu – her eru tríggir spurningar til panelið.

Vit fingu fiskidagaskipanina í 1996 fyri botnfiskiskapin undir Føroyum. Skipanin varð innførd ístaðin fyri ta kvotuskipan sum var komin við tí nýggju lógini um vinnuligan fiskiskap, samtykt tvey ár frammanundan.

Skipanin varð, og verður framvegis av mongum, mett sum í princippinum skilagóð og hóskandi fyri blandað fiskarí, sum ofta er veruleikin í botnfiskiskapi undir Føroyum – tað er í nógvum førum praktiskt ógjørligt hjá fiskiskipum at stýra neyvt hvat slag av fiski ið tey fáa.

Men tann stóri fyrimunurin, sjálvt hugskotið við dagaskipanini skuldi vera hetta: skipanin skal vera sjálvregulerandi soleiðis at skilja at fiskivinnan ikki skal útsetast fyri óneyðuga stóra óvissu orsakað av broytingum í fiskidøgum frá einum ári til annað. Við øðrum orðum, skipanin er ikki ætlað til at hava politisk ella administrativ inntriv á hvørjum ári alt eftir hvat stovnsmetingarnar siga. Er lítið til av fiski, so verður eisini fiskað relativt lítið tí talið á fiskidøgum er avmarkað, og umvent, er nógv til so verður eisini relativt nógv fiskað, tó aldri meira enn hvat talið á fiskidøgum gevur møguleika til.

Wednesday, July 16, 2014

2018 er nú ein tikkandi bumba

Uppisjóvarskipið Tummas T við bryggju í Runavík.
MARIA OLSEN PHOTO
Vit eiga ikki at blanda smádrift og stórdrift saman tá vit tosa um 
fiskivinnu, tí talan er um grundleggjandi ymiskar fyritreytir; men tryggir karmar í lógum og reglum eru altavgerandi fyri framgongd í allari vinnu.

Tá tað snýr seg um at tryggja búskaparliga framgongd í vinnulívinum og samfelagnum yvirhøvur, man neyvan nakað kunna sigast at hava størri týdning enn hetta: eitt støðugt lógar- og regluverk. Ein og hvør sum kennir rímiliga væl til vinnuligt virksemi og tess fyritreytir veit hví tað at hava tryggar karmar at virka undir er so grundleggjandi fyri fyritaksemi, trivnað og kappingarføri. Og hetta hevur einki við rúmdarvísindi at gera.

Men spurningurin er um vit hava nøktandi politiskan stabilitet í tí føroyska umhvørvinum – um okkara fiskivinna sum heild hevur nóg tryggar karmar at virka í. Tíverri líður føroysk fiskivinna, um enn í minni mun, undir nøkrum av teimum somu trupulleikunum sum hendan vinna líður undir í londum vit plaga at samanbera okkum við. Sagt heilt einfalt er instabilitetur í lógar- og regluverki tann keðiligi felagsnevnarin.

Orsøkirnar til hesa støðu kunnu ofta tengjast at ósemjum – millum fiskivinnu, almennar myndugleikar, politikarar, vísindaligar ráðgevar og aðrar partar – kring spurningar um veiðirættindi, burðardygd, umhvørvi og annað.

Thursday, July 3, 2014

Vælkomin!

Vælkomin til Fiskivinnuna! Hetta er ein nýggjur bloggur har eg ætli at leggja fram nøkur fakta og sjónarmið um fiskivinnu, serliga við atliti til føroysk viðurskifti. Ætlanin er at leggja út eina grein hvønn mánað um aktuellar fiskivinnuspurningar. Fyrsta grein í røðini kemur í næstum.