Friday, April 29, 2016

Ein blanding ið vil nakað

Gera klárt at landa uppsjóvarfisk til ídnað.
MARIA OLSEN PHOTO
Tað nógva av tí sum sjóðar kring fiskivinnustýring og ætlaðar nýskipanir har, snýr seg kanska mest um orð og makt — hóast tað skal eitast at snúgva seg um alt frá raðfesting av stovnsrøkt til rættvíst býti av ríkidømi (give me a break).

Tað kann vera bæði frustrerandi og stuttligt hvørt um annað, alt eftir hvussu lagið er kanska, at uppliva okkara tíðindamiðlar í ymiskum høpi. Tað almenna Kringvarpið hevur yvir eina tíð havt koyrandi eitt fyri mong fangandi — um enn í tí stóra rættiliga ósamanhangandi — tema um fiskivinnuna í dramatiseraðum formati, fyri ikki at siga krimiseriu stíli. Hetta er bygt upp við illa goymdum ideologiskum støði í nøkrum úttalilsum frá ávísum búskaparfrøðingum sum í fleiri ár vórðu trummað út bæði hendan og handan vegin, har Miðlahúsið í Vágsbotni ikki hevur spart upp á blekkið fyri at stuðla upp undir somu frásøgn. Nú alt hetta bryggið hevur fingið góða tíð til at gera — og væl man vera drukkið av løginum — er tíðin helst komin til at heysta politiskar fruktir av tí fræi sum so íðuliga varð sátt í jørðildi Føroya fólks.

Og tað er ein blanding av Guds náði. Her er tað eydnast at mixa tjóðskaparligan yl við reyðgrøna kravmentan av Flatlondum, aftur við javnrættinda idealismu fyri vinnulívsfólk, og ikki at forgloyma eina salta portión av deiliga óskilligari búskaparligari teori sum eisini er tveitt inn. Sostatt er eftir øllum at døma latið upp fyri fullum álopi á høvuðsvinnuna úr øllum hugsandi ættum. Soleiðis ber til at umdefinera eina fiskiklógv til: ein kraddara; fiskireiðarar sum hava staðið seg væl í nøkur ár til: oligarkar; sjálvdestruktiva innanhýsis kapping um fiskiloyvir til: vanligar marknaðartreytir; skuld hjá landskassanum til: ovurstór ogn hjá fýra reiðaríum. George Orwell hevði eitt orð fyri tílíkum: newspeak.

Tað tykist ikki at koma mikrofonhaldarum og referentum á nevndu miðlum til hugs at taka atlit til, enn minni seta kritiskar spurningar til, hvønn leiklut ella hvørji búskaparlig áhugamál politikararnir kunnu hava í samanhanginum, í kraft av júst sínum politisku størvum. Har verður líkasum bara gingið út frá tí formella, nevniliga at politikararnir “umboða fólkið” via Løgtingið. Har steðgar tráðurin, hóast tað er púra greitt at politikararnir eisini eru vanlig fólk og tí eisini umboða egin áhugamál — teir hava priviligeraða atgongd til ein stóran landskassa sum teir, næstan per definitón eftirhondini, javnan vilja pumpa pengar í (taka frá summum) og úr (geva summum).

Tílíkt fíggjarligt virksemi er ikki altíð so neutralt í mun til egin áhugamál sum tað skal eitast fyri at vera. Formelt er tað sum tað skal vera, men í praksis? Hvørjir bólkar í samfelagnum fáa mest bonus av virkseminum — eru serligir veljarabólkar, serligir hjálparar, og skulu ávís almenn størv tryggjast nøkrum serligum bólkum? Har er ein ørgrynna av spurningum sum ikki bara paranoid fólk men eisini onnur við allari rímiligheit eiga at hava í mentu tá eldhugurin at leggja eftir pengunum hjá ávísum pørtum av samfelagnum vísir seg millum politikarar og onnur sum liva beinleiðis í og av tí politisku skipanini.

Vit skulu minnast til at fiskivinnan umboðar eisini fólkið. Har eru uttan iva mong sum kenna at vinnan umboðar tey betur enn hvat ið politikarar og embætisfólk gera. Og vinnulívsfólk eru sjálv eisini fólk.

Tann føroyska vinnan er nevniliga fólkslig og lítið institutionaliserað. Tað sum vit kalla stórar fyritøkur í Føroyum eru heilt lítlar í altjóða samanhangi; bara tað at vit hava fleiri fyritøkur við hundraðtals milliónum í umsetningi ger eitt so lítið land rættiliga serligt vinnuliga sæð.

Tosið at alt okkara ríkidømi er savnað í hondunum á hesum fáu er eisini misvísandi — talan er um vaksandi inntøkur fyri samfelagið sum hesar fyritøkur fáa heim úr útlandinum via sín export av fiskavørum. Tað er ikki tað sama sum at taka pengar frá øðrum í samfelagnum, ei heldur at miðsavna verandi pengar. Hesar inntøkur eru eingin sjálvfylgja.


Vónandi skil í

Í okkara fólksliga, óinstitutionaliseraða vinnulívi telur tann sosiala dimensiónin nógv meira í praksis enn hvat hon ger formelt. Hetta veit ein og hvør sum bara nøkulunda hevur sett seg inn í hesi viðurskifti.

Har er sjálvandi eisini ein sosial dimensión hjá øllum øðrum, eisini tí annars gjarna vælbjargaða politiska klassanum; har er tó ofta eisini eitt ynski um at institutionalisera tílíkt, til bureaukratar at umsita, og seta tað í system.

Er tað tann mentalitetin vit vilja hava í vinnuni? OK, so er tað eisini eitt erligt val, og tað riggar eisini í summum samfeløgum. Men kanska tað hevur við stødd og skala at gera, í hvønn mun tað er ynskiligt og skynsamt at institutionalisera alsamt fleiri funktiónir?

Tankin at taka tilfeingisrentuna vekk frá skipunum og flyta hana úr vinnuni til nøkur kontór hjá tí almenna kann ljóða sum sukursøtur tónleikur í oyrunum hjá teimum sum halda at tey og teirra kollegar hava krav upp á vinningin sum fiskivinnan skapar — og sum ikki duga at síggja í glaskúluni at tílík gleði verður stokkut; hvussu leingi fer nakar at tíma at arbeiða hart fyri ein almennan góðseigara?

Í oyrunum á teimum sum hava sína dagligu gongd í nærumhvørvinum hjá fiskivinnuni, ljóðar tílíkt rættiliga ótrygt og hóttandi.

Tað løgna er at fleiri av okkara politikarum tykjast als ikki at skilja ein tílíkan ótta og ótryggleika sum teirra virksemi skapar ymsastaðni millum fólk og í sjálvari vinnuni.

Vónandi verður tó skil í tá av tornar. Nevndin sum er sett at koma við tilmæli um nýskipanir fyri fiskivinnuna hevur eina spennandi og stóra uppgávu, og har eru góðir heilar við, skilst.

No comments:

Post a Comment