Tuesday, February 17, 2015

Propagandakríggj: Makrelur, makt og mentan

Samstundis sum KvF rullar út eitt stórt átak móti fiskivinnuni, er ein nýggj frágreiðing eftir búskaparfrøðingin Magna Laksáfoss komin sum vísir á tann stóra týdningin av hesari vinnu fyri tann føroyska búskapin.

Dokumentarfilmurin hjá Jan Lamhauge á Kringvarpinum um fiskivinnuna bendir greitt á at tann almenni public service miðilin er av álvara farin í kríggj ímóti høvuðsvinnuni, har hendan yvirhøvur verður framstillað sum ein kriminellur felagsskapur ið livir av samfelagsskaðiligum virksemi. Mong eru skelkað av tí infantila konspiratións tónanum í hesum ópassandi dramatiseraða dokumentari í trimum pørtum; samstundis kunnu enn fleiri hugsast at kritikleyst hava kíkað boðskapin í seg fyri síðan at øsa seg upp móti teimum óvirðiliga demoniseraðu og karaktermyrdu fiskireiðarunum og nøkrum politikarum. Uppskriftin er sára einføld: slá fast at fólk eru blivin snýtt fyri pengar og fyrigykla teimum at tey fáa nógv meira burturúr um viðurskiftini verða broytt soleiðis sum KvF og tess panel av “serfrøðingum” mæla til.

Soleiðis verður fiskivinnan lýst sum ein mafia og, enn verri, ein búskaparlig vanlukka, sum ferð eftir ferð má fáast á rættkjøl við hjálp av einum frelsandi liði av — gita — embætisfólki. KvF roynir at billa okkum inn at tann vinnan sum skapar størstu búskaparligu virðir fyri samfelagið er kelda til veldig tap og má tískil umbroytast undir kønari hond av einum beturvitandi embætisverki. What can possibly go wrong?

Tá alt tað er sagt, so eiga KvF og teirra fólk kortini rós uppiborið fyri tær sterku síðurnar av sendirøðini. Eitt nú varð trupulleikin við útlendskum de facto ræðisrætti í vinnuni rímiliga breitt og detaljerað lýstur í triðju sending, “Dulda sølan av fólksins ogn.” Í hesum høpi kom Lamhauge væl frá fleiri spískum og relevantum spurningum hann setti, eisini tá umsitingin av lógini varð sett í kritiskt ljós.

Greiningar vóru eisini sum skuldu vísa at ræðisrætturin í fleiri førum hevur verið ella er á útlendskum hondum. Onkrar av niðurstøðunum kendust sannførandi og, sum sendingin vísti, er ásetingin um fullan ræðisrætt á føroyskum hondum helst brotin meir enn eina ferð. Soðið smakkaði tó tunt í øðrum førum og stemningurin av heksajakt bøtti ikki upp á tað — vit skulu jú minnast til at lógin loyvir, uttan iva av góðum grundum, at útlendingar kunnu eiga upp til ein triðing av partapeninginum í føroyskum fiskireiðaríum. Tað at útlendsk feløg veita fígging nýtist heldur ikki at merkja at nakað óregluligt fer fram — fæst nøktandi fígging yvirhøvur í Føroyum til tílíkt virksemi?

Her skal so KvF hava heiður fyri at hava sett spurningin á breddan; men hvar vóru tey umsitingarliga kønu? Har manglaði fíggjar-, skatta- og lógarteknisk serfrøði sum kundi greitt frá hvussu teir umsitingarligu trupulleikarnir hanga saman. Tað hevði givið sendingini eina heilt aðra tyngd.

Spell at skula siga hetta men sum heild var talan um ein sera litaðan film har tann parturin sum alla tíðina var í skotlinjuni ongantíð fekk veruliga umboðan. Tað dramadokumentariska formatið var ópassandi — talan er um ov mong óavklárað viðurskifti — og tess meira so av tí at talan er um public service sjónvarp. Tað nógva av innihaldinum fór eisini upp í royk uttan stórvegis háva tá Jacob Vestergaard fiskimálaráðharri slapp fram at mikrofonini í kjaksending við Jón Brian Hvidtfeldt beint eftir tíðindini í Dag & Viku tann 17. februar (uml. 25 min. fram).