Thursday, May 28, 2015

Tá breiðir penslar mála yvir naknan keisara

Upsafiskiskapur.
MARIA OLSEN PHOTO
Fleiri halda at tað er ov torført at sleppa framat í tí føroysku fiskivinnuni, og at uppboðssøla av veiðirættindum og hægri tilfeingisgjald høvdu kunnað loyst tann trupulleika sum hetta umboðar — væl at merkja um hetta er ein trupulleiki.

Ofta verður málað við breiðum penslum tá fólk skifta orð um fiskivinnupolitikk. Kanska er tað ikki annað enn ein natúrlig avleiðing av at ein stórur partur av teimum ið fáast við politiskt arbeiði liva á einum “hægri luftlagi” — hvør skal siga, tey hava tað stóra yvirlitið, smálutirnar kunnu onnur fáast við. Her er nærliggjandi fyri tann illgrunasama at hugsa at intelligentsian í okkara pikkulítla samfelag er vaksin um rygg og fær illa gingið fyri sær sjálvum, og at tann prosentpartur sum vil stýra og leggja tær yvirordnaðu linjurnar er vorðin so stórur at talið á fótfólki ið tímir ella orkar at fóðra skipanina við praktiskum innliti, sannroyndum og relevantum fakta er snøgt sagt vorðið ov lágt til at illusiónin av upplýstum og skilvísum orðaskifti kann uppihaldast. Also tað er, um tann illusiónin nakrantíð var sannførandi.

Hetta breiðpenslaða málariíið hevur ein tendens til at gerast meira og meira umfatandi og so við og við troka allar møðisligar detaljur burtur í gloymsku og óvitan. Í einum slíkum umhvørvi er lagamanni at hava meiningar um viðurskifti og broytingar sum fyrst og fremst vilja raka onnur — serliga um tann frásagnarligi karmurin longu er smíðaður upp á pláss við hjálp av ógreinandi tíðindamiðlum og tveimum ella trimum frøðingum at afturvendandi og áhaldandi lyfta upp til orakulerar hæddir, gjarna so kritikkleyst at eingin skal váða sær at nevna eitt orð yvirhøvur um nakran naknan keisara. Óttin fyri spøkjandi rukkurollum vísir seg at virka væl sum kraftfóður fyri referentar og mikrofonhaldarar.

Og so til tað snilda við einum slíkum føroyskum keisara, um hann nú finnist — sum roykur ið illa kann heftast við nakran ávísan persón; eitt hulisligt, sveimandi og púra óofficielt fyribrigdi. Men eftir øllum at døma er hann har onkustaðni og útinnir sítt ideologiska ræði við øllum sínum talsterku tegnum.

Út frá hesum er bara eitt at gera tá tað kemur til fiskivinnupolitiskar spurningar, um tú vilt sleppa upp í part har tey stóru orðini fúka, og tað er at mála breitt og halda teg burtur frá tyngjandi smálutum. Við øðrum orðum: tosa ikki við fiskimenn, skiparar, reiðarar, virkisleiðarar, sølufólk ella onnur ið beinleiðis fáast við fisk, framleiðslu av fiskavørum ella útflutning av hesum. Teirra vitan passar alt ov illa inn í teir løttu og luftigu frymlarnar sum hoyra til breiðmálingina.