Thursday, January 26, 2017

Við nøkrum so dýrtkeyptum í vágskálini

Flutnings- og goymsluvirksemi í Kollafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Ein væleydnað nýskipan av fiskivinnuni krevur grundleggjandi atlit til ta sannroynd at fortreytirnar at virka undir í hesari vinnu eru óvanliga skiftandi — her er alneyðugt at hava standfastar og álítandi vinnupolitiskar karmar.

Tað kann uttan iva takast sum eitt sunt og gott tekin um opinleika at føroyingar nú í longri tíð hava umhugsað og skift orð um nýskipan av fiskivinnuni, og í hesum høpi eisini hava tikið radikal hugskot við. Tílíkt gevur høvi til nýhugsan og uppfrískar tankavirksemið hjá øllum ið vilja brúka síni evnir uppbyggiliga, uttan mun til hvat tey annars halda um eitt og annað. At tað ofta vil vera eitt sindur av grenji á øllum síðum, eiga vit ikki at taka alt ov tungt — heldur eiga vit at vera bæði víðskygd og skynsom, so frægt sum vit megna tað, og ikki gera tílíkt kjak persónligt ella partapolitiskt.

Tá tað er sagt, mugu vit heldur ikki gloyma at her snýr tað seg um eina vinnu sum leingi hevur verið, og framvegis er, beinleiðis tengd at evnunum hjá tí føroyska samfelagnum at klára seg og trívast. Hetta ger seg ikki minni galdandi í rembingartíðum har teir altjóða marknaðir sum í roynd og veru seta treytirnar fyri okkara útflutningi av fiskavørum standa í andaleypi av søguliga umfatandi broytingum.

Ymisk rættindi

So meðan útlit eru til vaksandi politiskan, samfelagsligan og búskaparligan turbulens í londunum kring okkum, umhugsa vit í Føroyum eina nýskipan av ongum minni enn okkara fiskivinnu. Tað kann ikki merkja annað enn at allir føroyingar hava skyldu til at standa saman um at hjálpa avvarðandi myndugleikum at finna best hugsandi leist til at skipa hesa týdningarmiklu vinnu eftir.

Mong av okkum, meira og minni av røttum, hava funnist at verandi skipan og tí miðsavnan av fiskirættindum sum er farin fram tey seinnu árini, kanska av ymiskum fíggjarligum ávum vit ikki hava verið heilt harrar yvir sjálv. Hetta merkir ikki neyðturviliga tað sama sum at ein uppboðssøla av fiskirættindum vil leggja lunnar undir størri og breiðari luttøku í vinnuni, enn minni til javnað í samfelagnum; hinvegin bendir mangt á at tað øvugta ger seg galdandi.

Thursday, January 19, 2017

Putra svimjandi sporl við sukri

Finnur Fríði við bryggju í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Sjálvt við feskum sukri stroyddum á onkustaðni, ber illa til at gjøgnumtvinga eina umfatandi skipan við uppboðssølu av fiskirættindum í einum so lítlum samfelag sum Føroyar, har vina- og kenningabond hava so stóra ávirkan.

Tað hevur leingi staðið greitt at tey ið varða av fiskivinnuni í Føroyum og hava sína dagliga gongd í hennara nærumhvørvi, eru alt annað enn glað fyri at hoyra talan um at lýsa fiskirættindini til sølu gjøgnum miðsavnaða uppboðssølu.

Aftan á alt sum er komið fram síðani alment orðaskifti um eina nýskipan av fiskivinnuni av álvara tók seg upp, munu politikarar, og embætisfólk við, hava sæð skriftina á vegginum: sera illa umtókt, ómøguligt at innføra sum varandi skipan. Ábendingar um hetta kunnu eisini lesast millum reglurnar í frágreiðingini “Ein nýggj og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar” sum kom frá tí sokallaðu Nýskipanarnevndini í oktober 2016.

Tað sum skuldi gerast eitt endaligt grundarlag fyri lóg um uppboðssølu av øllum føroyskum fiskirættindum broyttist soleiðis til eitt upplegg til meira orðaskifti um hendan og aðrar møguleikar.

Eitt gott dømi um víðari viðgerð av evninum er greiningin “Rembingar í fiskivinnupolitikki — tað snýr seg um meira enn bara uppboðssølu” eftir Ásmund Guðjónsson, í Dimmalætting, har tað eydnast rættiliga væl at opna dyrnar fyri neyðugum umhugsni og breiðari samanhangi.

Álitið hjá Nýskipanarnevndini inniheldur sum vera man fitt av hentum upplýsingum og gevur tilsamans eitt rímiliga gott innlit í hvussu okkara fiskivinna teknisk-búskaparliga er sett saman. Kortini hevur frágreiðingin álvarsligar avmarkingar, ikki minst í manglandi diskussión um hvørjir møguleikar sum finnast fyri fiskivinnuna og hví hvør skipan hóskar best. Einki verður gjørt burtur úr galdandi ‘grandfathering’ princippi, hóast júst hetta er tað sum verður nógv mest brúkt kring heimin. Ístaðin hevur nevndin valt at fyrihalda seg meira strangliga til tann politiskt orðaða setningin um at “útlutingin av fiskirættindunum skal vera marknaðargrundað” — og júst hetta skerjir álitið meira enn gott er.