Wednesday, September 30, 2015

So leingi kassakúgvin ikki er fiktiv

Miðsavnað uppboðssøla av rættindum til vinnuliga fiskiveiði ljóðar lokkandi fyri summi, meðan onnur ávara um at talan er um eina hvørvisjón — umboðar uppboðssølan framstig og marknaðarbúskap ella niðurgang og planbúskap?

Hugskotið um at skipa almenna ella aðra miðsavnaða uppboðssølu av veiðirættindum hevur fingið fitt av føroyingum at ímynda sær nýggjar inntøkumøguleikar — streymar av inntøkum ið hvørki krevja íkast av egnum peningi ella arbeiðstímar, ei heldur nakað nevnivert tankavirksemi. Hesin rættiliga brádliga íkomni gullfebur, sum rakar bæði høg og lág, tykist serliga herja har ein ávís frástøða er til fiskiskip, fiskaríhavnir, fiskavirkir og tílík fiskivinnulig rakstrargøgn.

Tað sum gevur summum stjørnur ella dollartekin í eyguni er eftir øllum at døma hugsanin um at her ber til at skora hundraðtals milliónir um árið til landskassan umframt aðrar líknandi upphæddir at mjólka í tilfeingisgjaldi — væl at merkja áðrenn fiskivinnan sjálv hevur tjent eina krónu. Harafturat fyristillar man sær hópin sum skal koma omaná: partafelagsskattir, lønarskattir og avgjøld av ymiskum slag.

Sært tú tað almenna sum per definitión besta umsitara av landsins kapitali, ja so kann hetta ljóða sum ein rúsandi dreymur. Hinvegin, um tú búleikast og hevur tína dagligu gongd nærri vinnutólunum, so verður tað at ímynda sær eina so flúgvandi kassakúgv uttan festi í jørð antin naivt ella kyniskt út um mark, ella bæði.


‘Sum ein tíðarferð’

Núverandi skipan hevur verið kritiserað aftur og fram, og eingin ivi er um at ymiskt er í galdandi lóg og praksis sum bæði kann og eigur at betrast. Men at stempla skipanina sum “kommunistiskan planbúskap” og samstundis upphevja eina hugsaða skipan við centralum uppboði av veiðiloyvum sum “frían marknaðarbúskap” er eitt langt lop. Her hava eftir øllum at døma nakrar ideologiskt eldaðar frøðingasálir í sínum ivri at designa samfelagsbúskap vent tingunum á høvdið við tí úrsliti at rumbul er komin í hugtøkini — her er tað so snilt at allir váðar við einari slíkari uppboðssøluskipan eru sum gandaðir vekk, hóast ta avrúsandi sannroynd at eingin veit at siga frá góðum royndum av slíkum skipanum.

Ídag verða tingini gjarna — og tað mundu tey eisini verða í gomlum døgum — klædd í tíðarhóskandi orðingar og smurd inn í vendingar sum skulu glíða væl niður. So tað liggur sjálvandi altíð ein avbjóðing í at hugsa kritiskt og seta spurningar.