Thursday, February 25, 2016

Tá gandur ikki longur ber til

Eitt diagram og annað...
COLUMBIA UNIVERSITY
‘Fíggjarlig verkfrøði’ er sum búskaparligt latín komin hartil ið vegurin endar, nú fíggjarkreppa aftur hóttir stórar partar av heiminum; vónandi síggja føroyingar fyrimunin í at hava eina høvuðsvinnu sum kann standa seg í illveðri.

Í tí almenna kjakinum um fisk og føroyska framtíð hava hugtøk sum “marknaðarbúskapur” tey seinnu árini fingið ein merkiliga mantriskan dám. Alt gott um marknaðarbúskap sum so, men tað vísir seg at vera rættiliga flótandi hvat fólk leggja í hetta orð. Dagsins politiseraða merking av tí — hvør hon enn er — tykist uppstaðin í kjalarvørinum av tí kommunistiska kollapsinum í endanum á 1980unum og tí støðu summi vinstra-intellektuell sóu seg í tey fylgjandi árini og áratíggjuni. Ein mistur marxistiskur identitetur mátti umformast til okkurt annað, og í so máta mundi tað vera funnin fressur at yvirhála tey konservativu á høgru síðu. So mikið var longu hent í USA, har tann trotskyistiski leggurin av marx-leninismuni so við og við hevði skift ham og var lopin um bukk, yvir í sokallaða neokonservatismu. Her heima hava vit eisini sæð onkrar fyrrverandi OFMLarar knappliga leikandi í um “marknaðarbúskap” sum var talan um hugmyndafrøðiligt halgineyt, við rákapitalistiskum dogmum virkandi sum sjálvsagdir sannleikar til eitt og hvørt høvi.

Hjá nøkrum hendi alt hetta uttan iva av reinum hjarta; hjá øðrum var talan møguliga um minni heiðurlig motiv, har inngrógvin illvild móti vinnulívinum mundi fylgja við sum arvagóðs frá maoistiskum døgum. Ofta manglar intellektuell kensla fyri lívsins margfaldu blanding av menniskjansligum tørvum og atlitum, tað veri seg yvirlivilsi ella profittur í vinnuhøpi, samfelagssinni ella solidaritetur, og hvat sum helst har ímillum.

Eitt lop úr vinstru veit yvir í høgru hevur sjálvandi eina meir ella minni logiska frágreiðing. Betongharðar hugsjónir, um enn klæddar í retoriskt stás, trívast ofta í einum heimi sum er akademiskt væl pussaður og pyntaður: smáborgarlig atlit til praktiskar avleiðingar av drastiskum tiltøkum hvørva sum døgg fyri sól í tí innbløðraðu verðini. Har gerst ístaðin alt so passaliga einfalt við ideologiskum asfalti trumlað yvir hvønn teoretiskan teig. Uttan mun til um tað væl polstraða skriviborðsflogvitið situr úti á Pinochet Light ella á Pol Pot Soft — har skera tey yvir kamb, barbera nuansur burt, og hølva óviðkomandi fjas av. Alt fyri ta perfektu ástøðina, og politiskt korrekt.


Hvørjir samanhangir?

Hvussu endaðu vit her og hvat hevur hetta at gera við dagsins fiskivinnu debatt? Jú, tað er tað politiseraða hugtakið “marknaðarbúskapur” ið eigur alt hetta dragslið. So vit mugu — um vit skulu hava nakað skil á í orðaskiftinum um vinnuna — finna fram til kjarnan í tí vit vilja.

Her kann tað vera vert ómakin at bakka eitt sindur og byrja við at grundleggjandi staðfesta nakað ið flest allir føroyingar kunnu semjast um, so sum: at vit vilja hava politiskar karmar ið sum frægast kunnu tryggja burðardyggar umstøður fyri samfelagið íroknað vinnuna. Og lat okkum ikki politisera orðingar sum “burðardyggar umstøður”.

Spurningurin er so altíð hvussu ein slíkur setningur kann umsetast til vinnupolitiska praksis. Ein tann fyrsta fyritreytin fyri at eydnast liggur sjálvsagt í at fáa til vega nøktandi upplýsingar um galdandi viðurskifti, og harnæst at innsíggja hvussu tey viðurskiftini mest sannlíkt verða ávirkað av hugsandi inntrivum frá politiskari síðu.

Upsaframleiðsla í Leirvík.
MARIA OLSEN PHOTO
Hendan reglan verður alt ov lættliga gloymd, vísir tað seg, ikki minst tá talan er um stórar og víðfevndar ætlanir. Tí kann tað vera neyðugt at spyrja umaftur: hvat meina vit við, heilt ítøkiliga, tá vit krevja “marknaðarbúskap” sum grundarlag í útlutingini av fiskirættindum? Hvør er tann veruliga grundgevingin fyri at verandi skipan má broytast? Hvussu fer ein politiskt innførd dimensión av “marknaðarbúskapi” í praksis at gera verandi skipan betri? Hvørjir partar av tí búskaparligu vistfrøðini kring fiskivinnuna verða ávirkaðir í hvønn mun — og her er talan um túsundtals familjur og avvarðandi, íroknað sjófólk, manningarfeløg, reiðarí, fiskavirkir, arbeiðstakarar á landi, fakfeløg, sølufyritøkur og aðrir veitarar av vørum og tænastum til vinnuna, kommunur (herundir havnamyndugleikar), Fiskimálaráðið (herundir Havstovan, Vørn o.a. stovnar), Uttanríkis- og vinnumálaráðið (herundir t.d. Heilsufrøðiliga Starvsstovan), Fíggjarmálaráðið (herundir t.d. Taks), og nógv afturat.

Hvørjir samanhangir í øllum hesum fara at verða fluttir úr verandi skipan yvir í “marknaðarbúskap” og hvat fer tað at innibera fyri heildina? Ella sagt eitt sindur øðrvísi: hvussu tá fáa vit meira “marknaðarbúskap” burturúr, og hvussu fara tær ætlaðu broytingarnar í longdini at gagna samfelagnum t.e. fólki flest í Føroyum?


Gott grundarlag

Tey sum í løtuni arbeiða við einum uppleggi um nýskipanir fyri fiskivinnuna hugsa sjálvandi bæði um eitt og annað ið skal til fyri at tað tey einaferð leggja fram eisini uppfyllir tann arbeiðssetning tey fingu. Nevndin er sum skilst væl mannað við búskaparfrøðingum; vónandi er talan um búskaparfrøðingar ið hava gott fótafesti og fatan av veruligum búskapi heldur enn ideologiskt fongdari ynskihugsan. Ein arbeiðsbólkur sum hesin eigur ikki at umfata persónar ið droyma um at designa samfelagið av nýggjum ábyrgdarleyst yvir høvdið á fólki, ei heldur persónar ið ikki síggja mun á haldbarum búskaparligum virksemi og bubblugenererandi fíggjarverkfrøði.

Síðstnevnda fyribrigdi hevur — síðani offshore’ingin av amerikanskari ídnaðarframleiðslu tók ferð á seg í 1980unum og eftirhondini mestsum hevur gjørt enda á tí sum einaferð var heimsins sterkasti búskapur og verðins størsta meðalstætt — blindað ein heilan hóp av búskaparfrøðingum. Kring stórar partar av heiminum varð, í fleiri áratíggju, tann illusiónin uppbygd á akademiskum so væl sum politiskum stigi, at vinnulívið per definitión hevur stuttskygdan profitt sum fremsta og helst einasta endamál, og at almenn skuld hevur lítlan og ongan týdning fyri búskapin í einum samfelag, og at alt sum eitur undirskot kann bara takast upp á borg, óavmarkað.

Modellið riggaði so leingi tað riggaði, serliga hjá amerikanarum sum nevniliga hava kunnað prentað pengar óendaliga síðani teir í 1971 einsíðugt suspenderaðu tann gullstandard teir aftan á Annað Verðinskríggj høvdu avtalað við restina av heiminum. Soleiðis gekk tað sum fótur í hosu tey fyrstu áratíggjuni at fíggja eina galopperandi militarismu gjøgnum heita luft umvegis seðlapressuna. Men nú er tíðin tó við at renna undan hesari korruptu skipan, og trick’ið við petrodollaranum tryggjaðum av Saudi-arabiskari olju riggar heldur ikki longur.

Hetta inniber, saman við einari mongd av øðrum faktorum, at tann kunstiga uppihildni spekulatiónsbúskapurin er farin í søguna um nøkur heilt fá ár. Centralbankarnir, sum fyrr vórðu mettir at kunna ganda við pengum og “stýra” øllum fíggjarbúskapi, hava spælt út síni kort og standa ídag spillnaknir; teir kunnu ikki longur bjarga sínum kæru, insolventu “too-big-to-fail” peningastovnum. Skuldarfjøllini eru vaksin upp um tað óyvirkomiliga, og tá tala vit ikki ein gong um fíggjarliga hópoyðandi derivat sum nú standa til at implodera, við fleiri stórbankum á gravarbakkanum uttan møguleika fyri statsligari lofting. Í mun til hesa støðuna er kreppan í 2008 at rokna sum ein sunnudagsskúli, sigur m.a. tann kendi íleggjarin Jim Rogers.

Samanumtikið má roknast við stórum broytingum í búskaparligari hugsan og praksis tey komandi árini. Týdningurin av at hava eina sterka og burðardygga vinnu kann við øllum hesum í huga illa yvirmetast. Í Føroyum er tíbetur eitt rættiliga gott grundarlag við fiskivinnuni og alivinnuni, og í natúrligum forleingilsi av hesum hava eisini spírandi tænastuvinnur, so sum handilsskipavinnan, góðar vakstrarmøguleikar.

No comments:

Post a Comment