Tuesday, January 26, 2016

Kanska dugir nevndin at valsa

Saltfiskaarbeiði á Vaðhorni, á Strondum.
MARIA OLSEN PHOTO
Valla hevði fiskimálaráðharrin sett sín arbeiðsbólk at fyrireika nýskipanir fyri føroyskan fiskivinnupolitikk, fyrrenn bólkurin — helst av óvart — traðkaði í ta publicitets dyllu hann annars vildi stýra uttanum; vónandi hendi eingin skaði.

Búskaparfrøði ella ei, fyri ella ímóti uppboðssølu av veiðirættindum — tað er óheppið fyri eina nevnd sum skal fyrireika nýggja lóggávu um rættiliga kontroversiell viðurskifti, at leiðandi limir alment signalera læstar positiónir longu frá fyrsta degi. Hvat skal tað føra til, annað enn at lata upp fyri óneyðugari skeiklan av dygd í fundarvirksemi og øðrum nevndararbeiði, og harvið potentielt leiða til skeivar avgerðir?

Hetta er so ein arbeiðsbólkur sum má sigast at hava stórt trýst á sær í nógvar mátar — spjaðing og spenningar kring júst spurningar sum uppboðssølu av veiðirættindum og útlendska luttøku í fiskivinnuni hava leingi verið vaksandi. Um tað er nakað ein slíkur bólkur hevur tørv á so er tað góðar fyritreytir frá byrjan og arbeiðsfriður; avbjóðingarnar munu vera nóg stórar sum er.

Tí var tað ikki so hugaligt at síggja tann nýklakta formannin lata seg næstan heilt úr fyri opnum skermi, bara fyri at gera einum verti í KvF til lags og kanska markera egnar politiskar meiningar, um enn kamoufleraðar sum “búskaparfrøði” — formaðurin kundi eftir øllum at døma ikki lata vera við at siga at hann skilti sín arbeiðssetning soleiðis at uppboðssøla av veiðirættindum var ein sjálvfylgja. Her skuldi KvF givið eitt sindur av mótspæli, og tað eydnaðist eisini óbeinleiðis, umvegis videosamband við ein politikara sum fegin vil síggja seld fiskirættindi finna vegin aftur til Vestmanna.

Í viðmerking til spurningin um útlendskan eigaraskap í fiskivinnuni royndi formaðurin eisini at gera galdandi — nakað sum hann sjálvur viðgekk var beint ímóti arbeiðssetninginum — at búskaparfrøðin sum heild reint fakliga altíð vil mæla til opinleika tvørtur um landamørk. Tað man helst vera ein sannleiki í mongum førum, men tað veldst altíð um samanhang. Formaðurin segði, um enn óbeinleiðis, at føroyingar kunnu út frá einum búskaparfrøðiliga korrektum sjónarmiði ikki verja sín egna samfelagsbúskap, líkamikið um norðmenn, íslendingar, ES og øll onnur gera tað og hava slíka verju sum standard part av sínum fiskivinnupolitikki.

Neyvan kundi Høgni Hoydal fiskimálaráðharri fegnast stórvegis yvir eitt slíkt úttalilsi so tíðliga í nøkrum sum skal eitast fyri at skula ígjøgnum eina væl tilrættalagda sakliga viðgerð áðrenn so stórar niðurstøður verða liknar út alment.


Áskoðanir og førleikar

Formaðurin endaði tó við at siga at hann vildi hava arbeiðsfrið fyri seg og allan bólkin og at tí lítið og einki skal væntast fyribils av úttalilsum til fjølmiðlar. Men nú hevði hann jú longu flaggað ikki minni enn tvær egnar lyklapositiónir alment, áðrenn arbeiðsbólkurin er so frægt sum komin í gongd við sína uppgávu; skilji tað hvør ið kann.

Tá kunnu vit líka so væl innskjóta eitt lítið síðuspor og eina stutta, stóra ræðusøgu um altjóðagerð og tjóðarlig áhugamál: Eingin minni enn Russlands forseti, Vladimir Putin, sum bæði er løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, man fyri tíðina vera heimsins kendasti talsmaður fyri at í samfelagsbúskapi má opinleiki fyri altjóðagerð ganga hond í hond við tjóðarlig áhugamál. At hetta er ein royndur lutur noyddist Russland at sanna í 1990unum aftan á fall kommunismunnar — tá víðopnar hurðar, altjóða kapitalur og “marknaðurin” saman við ótamdum mutri sluppu at kollrenna heimsins størsta land og lemja eina alsamt veikari samveldisstjórn sum ikki tordi ella megnaði at taka ábyrgd av egnum tjóðarligum áhugamálum. At alt hetta so seinni umbroyttist væl og virðiliga júst undir Putin er ein onnur søga, sum vit ikki skulu koma nærri inn á her og nú.

Men aftur til arbeiðsbólkin hjá Fiskimálaráðnum. Stjórin fyri Føroya Reiðarafelag, Herálvur Joensen, varð eisini interviewaður í KvF sum nevndarlimur, og her riggaði alt sum tað skuldi — einki forhastað úttalilsi men nøkur taktiskt skilagóð og greið svar til nakrar rímiligar spurningar frá journalistinum. Roynt varð kanska eitt sindur at vinkla eina gølu burturúr at Herálvur Joensen sum limur í bólkinum kemur í eina tvístøðu sum stjóri í Reiðarafelagnum — bólkurin skal jú tæna samfelagnum heldur enn nøkrum serstøkum áhugamálum. Men aftur her hevði hann eina erliga, beinrakna og hóskandi frágreiðing: jú, sjálvandi kann tað hava eina ávirkan á hansara arbeiði í arbeiðsbólkinum, men samstundis hevur hann sínar egnu persónligu áskoðanir og førleikar. Hesum fekk hann eisini stuðul í frá fiskimálaráðharranum.


Til ólavsøku

Eftir er so at vóna at nevndin fer at koma fram til eitt skilagott tilmæli, og hví skal hon ikki kunna tað — har sita jú so fræg sum Johnny í Grótinum (formaður), Hans Ellefsen (næstformaður), Árni Dam, Egil Olsen, Kristina Samuelsen, Malan Johannesen, Herválvur Joensen, Eydna í Homrum, og Unn Laksá. (Sekretariat: Herit V. Albinus, Jens Helgi Toftum, Rúna F. Guttesen.) Millum limirnar finnast tríggir búskaparfrøðingar, tveir løgfrøðingar, ein fiskivinnufrøðingur, ein lívfrøðingur, ein stjórnmálafrøðingur, og ein skipari; fleiri av hesum eru dugnalig fólk við vinnuligum innliti, og kanska enn fleiri eru akademiskt væl fyri.

Onkur vil finnast at samansetingini av bólkinum, kanska av røttum, við tí grundgeving at vinnan er ov illa umboðað. Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, segði soleiðis við KvF: “Vit hava sjálvandi ikki verið nøgdir við hesa samansetingina. Vit halda at tað vendir á høvdið. Tað skuldi sjálvandi verið umboð fyri vinnuna sum fóru í holt við at smíðja eina lóggávu, og so skuldu hesi her [nevndarlimirnir] verið til taks at styðjað okkum og hjálpt okkum, um tørvur var á tí.”

Formaðurin í Fiskimannafelagnum legði afturat: “Teir [búskaparfrøðingar, løgfrøðingar] hava ikki førleika til at gera eina nýggja fiskivinnu lóggávu. Tað má vinnan og tey rundanum har gera.”

Orðini hjá Jan Højgaard eru neyvan tikin úr leysari luft, og vandi kann vissuliga vera fyri at nevndin heilt einfalt hevur ov fáar limir ið nøktandi skilja hvussu fiskivinnan virkar.

Men Høgni Hoydal undirstrikaði hinvegin at vinnan og fakfeløgini fara at verða hoyrd.

Hvussu verður og ikki, arbeiðsbólkurin er settur, og eydnast teimum at fáa gott arbeiðslag og samstarv, herundir fjølbroytt íkøst og grundigar greiningar av viðkomandi spurningum, so fer uttan iva eisini okkurt gott at spyrjast burturúr. Tað verður so tá av tornar upp til tann politiska myndugleikan at gera brúk av tí tilmæli sum bólkurin skal leggja fram til ólavsøku.

1 comment: