Royndir við single-frystum makreli í Hvalba. MARIA OLSEN PHOTO |
Orðaskiftið um nýskipanir í fiskivinnuni hevur í seinastuni alsamt meira hongt seg í tað sum verður nevnt “marknaðurin” — fleiri og fleiri tykjast vera komin til sannføring um, ella trúgv á, at ein sokallað marknaðargrundað skipan fyri útlutan av veiðiloyvum fer sjálvandi at borga fyri búskaparliga og samfelagsliga bestu loysn ið finnast kann. Spurningurin er mestsum vorðin eitt høvuðstema, uttan mun til at royndirnar frá slíkum skipanum kring heimin eru sera fáar og alt annað enn sannførandi.
Hetta er eitt retoriskt rák sum tykist íkomið ikki minst orsakað av drúgvum átaki hjá nøkrum búskaparfrøðingum, sum í fleiri ár hava fingið rættiliga kritikkleysan stuðul fyri sínum sjónarmiðum frá t.d. tíðindaredaktiónunum á KvF og Miðlahúsinum. Um hetta átti at fingið avleiðingar á røttum stað, serliga tá talan er um public service tíðindatænastu fyri tvungið avgjald, er ein spurningur sum kundi verðið tikin upp fyri seg við høvi.
Men lat okkum á hesum sinni heldur hyggja eitt sindur at tí ørkymlan í hugtøkum sum tykist valda fyri tíðina tá tað kemur til kunning, tíðindi og orðaskifti um fiskivinnuna. Her er greitt at fólk frá ymiskum síðum tosa ymiskt mál hóast tað skal eitast at fyriganga á føroyskum. Marknaður, kappingarføri, samfelagsbúskapur, tilfeingi — hugtøk sum hesi verða brúkt í heilum, men ofta verður gingið lætt um júst hvat fyri merking ið skal liggja í orðunum. Fólk renna á leistum við sterkum vendingum og beinhørðum argumentum sum taka støði í slíkum orðabrúki uttan heilt at geva sær far um at ‘mótparturin’ ið skal hoyra boðskapin kanska als ikki fær somu meining burturúr.
Eitt er meining og merking, eitt annað sómi og virðing. Tað sigst at bert 10 prosent av øllum ósemjum millum fólk hava beinleiðis samband við innihaldið í tí sum partarnir siga hvør við annan, meðan heili 90 prosent eru tengd at mátanum ið tingini verða søgd uppá. Um tað passar akkurát ella ikki, well — tað skaðar neyvan at hugsa tankan at okkurt kann vera um tað.