Wednesday, November 30, 2016

Brotin egg ella breiða semju

Ávaraði um snávingarsteinar: Jógvan Mørkøre.
MARIA OLSEN PHOTO
Álitið frá ‘Nýskipanarnevndini’ fekk kanska minni tyngd enn upprunaliga ætlað og møtir nú kapping — men útlitini fyri breiðari semju um fiskivinnu nýskipan tykjast brádliga bjartari, treytað av góðum stevi og umhugsni á fleiri síðum.

Longu tá tann sokallaða ‘Nýskipanarnevndin’ tíðliga í oktober legði fram sítt álit til Høgna Hoydal fiskimálaráðharra um nýskipan av karmunum kring ta føroysku fiskivinnuna, var greitt at talan ikki kundi vera um nakað beinleiðis uppskot um lóggávu sum annars ætlað tá arbeiðsbólkurin varð sjósettur fyri minni enn einum ári síðani.

Meðan Landsstýrið tykist hava havt í hyggju at fáa øll føroysk fiskirættindi seld umvegis eina miðsavnaða uppboðssølu — yvir høvdið á fiskivinnuni og einum stórur parti av veljarafjøldini — bendir tó eitt og annað á at kósin kortini nøkulunda smidliga kann verða broytt nakað, soleiðis at sleppast kann undan einari annars óundansleppandi konfrontatión sum kann koma til at kosta ikki bara politiskt men eisini samfelagsliga og búskaparliga.

Tann íkomna trupla støðan fekk Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðing at rópa varskó herfyri. “Hvørja lagnu tað fær sum kemur frá nevndini eigur tú at vera skeptiskur yvirfyri,” viðmerkti hann í blaðnum Sjógvur & Fólk sum kom út um mánaðarskiftið oktober-november, “eftirsum hon heilt týðiliga ikki vil kennast við sítt egna barn.”

Samfelagsfrøðingurin sipaði til Nýskipanarnevndina og hennara frágreiðing til fiskimálaráðharran. Spurdur um hvat ið roknast kann við fer at henda víðari, segði hann: “Kanska liggur svarið í skiftistíðini sum nevndin opererar við: at tað verður byrjað í lagaligheit — og síðani verður lagt upp til eina opna politiska eftirmeting, har tilmælið frá vinnuni til ta tíð verður avgerandi fyri um farast skal víðari eftir Hoydals leistinum. Tað kundi hóskandi verið eitt hálvt ár fyri komandi val. Ella um uppboðssølan skal sleppast. Finst eingin semja so verður tað valtemaið; so verður valið at gera av hvat ið síðani skal henda.”


Fugl ella fisk?

Men nú kom so eitt nýtt politiskt útspæl sum í teoriini kann gerast bjargingarlína fyri møguligar royndir at fáa í lag breiða semju um eina nýskipan av fiskivinnuni. Á tíðindafundi tann 28. november presenteraði ein av teimum stóru andstøðuflokkunum í Løgtinginum eitt “Uppskot um fiskivinnunýskipan” — og yvirhálaði sostatt bæði landsstýrissamgonguna og restina av andstøðuni. Bárður S. Nielsen, formaður Sambandsfloksins, og Magni Laksáfoss, næstformaður, vístu á at verandi lóg um vinnuligan fiskiskap stendur til at fara úr gildi við árslok 2017, og at vinnan hevur bíðað alt ov leingi eftir greiðari politiskari útmelding.