Wednesday, January 21, 2015

Hurlivas á grynnuni: Gloyma vinnuligan veruleika

Avskiping á Tvøroyri.
MARIA OLSEN PHOTO
Skeivar samanberingar av føroyskum fiskireiðaríum við danskar stórfyritøkur, skrønur um ‘íslandssjúku’ og illa duld kravboð um at føroysk virkir ikki mugu vaksa seg sterk til at kappast á altjóða marknaðum — kjak í miðlum ørkymlar.

Nýliga hevur nógv verið talað í heimligum miðlum um at fyritøkur í tí føroysku fiskivinnuni hava ov stóran vinning, at tilfeingisrentan av ogn fólksins fer í privatar lummar hjá einum “fámannaveldi” og at sosialur ójavni av hesum er vorðin ella er við at gerast ein ótolandi trupulleiki. Hendan blanding av einari frásøgn hevur ikki minst verið bygd upp gjøgnum tíðindamiðlarnar hjá KvF og Miðlahúsinum, við búskaparfrøðingunum Jóannes Jacobsen og Kára Petersen sum leiðandi autoritetum og nú í seinastuni eisini við fiskifrøðinginum Kjartan Hoydal á pallinum. Flestu føroysku journalistar tykjast hava kíkað blandingina uttan so mikið sum at seta ein kritiskan spurning, hvat ið má sigast at vera undrunarvert, serliga tá hugsað verður um at frásøgnin hevur fleiri leysir endar.

Her skal ikki sum so takast dagar ímillum júst hvør ið hevur sagt hvat, men heldur viðmerkjast og greinast út frá tí heildarligu mynd sum meir ella minni hevur verið undir uppsigling í seinastuni.

Fyri mong ljóðar tað uttan iva sannførandi tá víst verður til “stættarmun” og sosialan ójavnað — hvør ynskir ikki at samfelagið skal vera so rættvíst innrættað sum møguligt? Ein av trupulleikunum við hesum vinkli er kortini at Føroyar hevur lutfalsliga sera lítlan stættarmun, samanborið við onnur lond. Tó eru vit eftir øllum at døma serfrøðingar í at vevja alment, privat, vinnuligt og samfelagsligt saman í orðaskifti sum melur av ymsum ættum. Eitt so pikkulítið samfelag hevur sínar fyrimunir og vansar. Eitt er at fólk sum varða av almennari umsiting kunnu rokna við at fáa síni privatu viðurskifti so ella so drigin upp í kjak av øllum hugsandi slag; eitt annað er at vinningur hjá fyritøkum beinleiðis ella óbeinleiðis verður samanborin við inntøku hjá lønmóttakarum. Undir slíkum umstøðum har øll so at siga kenna øll kann tað vera torført at seta hóskandi mark millum ymiskar leiklutir og funktiónir sum fólk, myndugleikar, virkir og stovnar skulu hava, hvat ið eisini kann vera við til at ørkymla og elva til rundvelting í orðaskiftinum.


Neyvan altíð jól

Hvør hevur ikki hoyrt onkran illneitast um vinnulívsmannin sum man tjena øgiligt tá hann kann byggja skip ella virki fyri so nógvar milliónir! Samstundis gloyma vit at tað gevur ikki meining at samanbera peningaupphæddir í umfatandi vinnuligum virksemi, bara soleiðis uttan víðari, við tær hjá løntakarum. Um vinnulívsmaðurin vísir seg at hava góða privata inntøku av sínum virksemi? Har koma vit skjótt inn á tað politiska; men samanberingin er í dagsins lutfalsliga væl javnaða samfelag ofta órímilig — skal tað ikki loysa seg at reka vinnuligt virksemi og fáa avlop í raksturin?