Tuesday, August 30, 2016

Eitt er at biðja lova sær við, eitt annað at vita hvat man vil

Anonymur telvari.
SHUTTERSTOCK
Flest allir føroyingar munu vilja loyva so mongum sum møguligt av sínum landsmonnum at taka lut í fiskivinnuni; summir fortalarar fyri hesum ríða tó á fleiri hestum — teir siga seg vilja hava fleiri fyritøkur við men kortini ikki.

Javnan hoyrast argument fyri at vit í Føroyum mugu síggja til at fleiri sleppa framat at virka í fiskivinnuni. Hetta argumentið er ofta ringt at afturvísa — fáur vil hava sitandi á sær eitt stempul sum talsfólk fyri miðsavnan av øllum virðum í vinnulívinum og samfelagnum. Steðga vit kortini á og hyggja nærri eftir hvat ið veruliga verður sagt í mun til hvat ið málið snýr seg um í praksis, so lýpur ketan gjarna skjótt av hjá teimum ið súkkla á leistum aftan á einari hvørvisjón.

Umvegis Kringvarpið og aðrar rásir, ikki minst sosialar miðlar so sum Fjesbókina, hevur ikki sjáldan verið kjakast um fiskivinnunýskipan og ætlaða uppboðssølu av fiskirættindum. Nógv av tí sum kemur fram er neyvan vert at endurgeva her, og tó kann onkuntíð tørvur vera á tí. Tað ber sum vera man ikki altíð til at liggja flatur í luftini tíðliga og síðla fyri at lira av ein stríðan streym av kvikliga orðaðum svarum til høgt skúlaðar kjakarar sum upp í saman tveita um seg við pástandum av ymiskum slag.

Herfyri var ein av yndisfrøðingunum hjá tí ideologiska vonginum av uppboðssølu herliðnum aftur frammi, sum ikki einaferð, og brúkti seg pástáiliga í sovorðnan mun at tað bleiv nakað nógv av tí góða til at leggja stórvegis tíð og orku í har og tá. Ikki tess minni hekk ein undarliga skeiklað kensla eftir í luftini tá støvrokið einaferð hevði lagt seg: var hesin skúlaði nú vorðin umvendur og knappliga umformaður til heilhjartaðan verja fyri smáfyritøkur og teirra livikor?