Monday, December 21, 2015

‘Hví skal verandi vinna varðveitast?’

Rókur og Fagraberg við bryggju í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Óró merkist í fiski- og alivinnuni síðan Landsstýrið boðaði frá at veiði- og tøkugjøld verða hækkað og nýggj innførd, umframt uppboðssølu av fiskirættindum — hoyrast órímilig hvín frá ríkmonnum, ella ávaringar sum eiga at verða tiknar í álvara?

Neyvan man nakar annar postur í Landsstýrinum sum tann hjá fiskimálaráðharranum vera merktur av at avgerðir kunnu skjótt fáa stórar samfelagsbúskaparligar avleiðingar. Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum — og ein ið hevur tosað nógv um neyðugar nýskipanir í fiskivinnuni — sleppur Høgni Hoydal av sonnum eisini at royna seg í verki; harvið ikki sagt at tað verður einfalt ella lætt, hvørki so ella so, at fremja skilagóðar og nøkulunda haldbarar nýskipanir í einari vinnu sum fyllir so nógv í Føroyum.

Ein meira ideologiskur vongur við heldur kollveltandi dagsskrá, sum landsstýrismaðurin eftir øllum at døma tó ikki óavmarkað vil lata seg ávirka av, hevur leingi havt vaksandi viðrák í KvF og øðrum tíðindamiðlum og, kanska sum eitt úrslit av hesum, millum alsamt fleiri veljarar tey seinnu árini. Trýstið á fiskimálaráðharran frá hesum ráki í tí almenna rúminum er uttan iva stórt; tó skal tað ikki vera størri enn so enn at hann sambært upplýsingar gav til kennar undan valinum yvir fyri umboðum fyri fiskivinnuna at hann ikki treytaleyst tók undir við øllum sum búskaparfrøðingar høvdu at siga í fjølmiðlunum um fiskivinnustýring og veiðirættindi. Hetta var helst við til at sissa reiðarar ið leingi hava kent ampa yvir at 2018 trupulleikin framvegis stendur óloystur — at øll fiskirættindi sambært lóg fella burtur longu við árslok 2017. Trupulleikin distraherar longu sum er vinnuna nógv og ger langsiktaðar íløgur at kalla ómøguligar ídag orsakað av tí stóru óvissuni um hvat sum skal henda framyvir við verandi rættindum.

Sostatt er øll fiskivinnan nú strangt tikið undir niðurlegging. Vónir hava tó alla tíðina verið um at teir vinnupolitisku karmarnir skjótt fóru at verða lagdir í eina fastari og tryggari legu. Tað verður so í fyrstu syftu ikki minst upp til okkara politiska myndugleika at fáa hesi viðurskifti í rættlag.


Ikki tjena pengar?

Við øllum hesum í baksýni gjørdist ørkymlanin ikki minni í fiski- og alivinnuni, aftaná at tað stóð greitt at sum part av upplegginum til fíggjarlóg fyri 2016 hevur Landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um eina røð av tiltøkum sum munandi skulu hækka avgjøldini á fiskiveiði og fiskaaling, umframt at partur av rættindinum til veiði eftir uppisjóvarfiski og eftir botnfiski í Barentshavinum skal seljast umvegis alment uppboð.

Hetta hevur fingið so at siga alla vinnuna upp úr stólinum við ávaringum og atfinningum. Eitt nú mæla Føroya Reiðarafelag, Skipara- og Navigatørfelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag til varsemi í sambandi við broytingar og vilja heldur hava eina loyvisskipan enn eina uppboðssølu fyri fiskirættindi, við tað at síðstnevnda vil skapa ein nýggjan óvissufaktor í vinnuni.

Tað sum týðiliga kann lesast av allari hesari órógv er ikki minst at vinnan hevur gingið, og framvegis gongur, út frá at tann politiski myndugleikin sær vinnuna sum týðandi viðspælara, hvørs dynamikkur og fíggjarliga styrki hevur grundleggjandi týdning fyri tann føroyska samfelagsbúskapin.

Tó bendir alt á at tann ideologiski vongur hvørs fingramerki kunnu hómast í upplegginum til fíggjarlóg hevur eina heilt aðra hugsan um hesi viðurskifti. Har tykist argumentatiónin nevniliga byggja á onkran tankaskúla av amerikanskari búskaparfrøði heldur enn tilvísingar sum vinnan kann kenna seg aftur í. Út frá einum samskiftis sjónarmiði átti hesin mangul upp á samtalu og stev millum tann ‘politisk-akademiska klassan’ og vinnulívið at fingið allar klokkur at ringt.

Tryggir politiskir karmar vísa seg at hava skelkandi lítlan áhugan millum hugsjónarfólk, sum hinvegin hava eitt ísakalt automatsvar til reiðar: Áhugamálini hjá vinnuni eru irrelevant — tað ger einki um ‘verandi aktørar’ missa pippið ella fara av knóranum, tí sambært ástøðina uppstendur altíð okkurt nýtt ístaðin. At umfatandi vinnuligar umstillingar í praksis kunnu taka alt millum fimm ár og eina øld hevur ikki tann stóra hugsjónarliga áhugan. At ‘verandi aktørar’ í tí føroysku fiski- og alivinnuni umboða ein ovurstóran part av tí samlaða búskaparliga íkastinum til samfelagið, verður ístaðin gingið lætt um og spunnið til at fyritøkurnar tjena ov nógvar pengar. Hugsjónarliga passar tað helst heldur ikki so væl at seta praktiskt orienteraðar spurningar, so sum: Hvussu skulu føroyingar kunna kappast í altjóða høpi uttan at hava onkrar fyritøkur sum tjena góðar pengar?

Tað átti at verið óneyðugt at sagt: at broyta vinnukarmarnar kann í praksis vera tað sama sum at taka grundarlagið undan tí langa og dýrtkeypta arbeiði sum er lagt í at menna og byggja upp verandi vinnu — og tað er ikki lítið. Íløgur eru gjørdar undir ávísum fyritreytum; at pilka við tílíkt er sum at senda boð út um at lata vera við at gera íløgur.

Í Løgtinginum hevur meirlutin í Vinnunevndini eisini mælt frá at samtykkja uppleggið í verandi líki. Víst verður til at ein hækking av tøkugjaldinum úr 0,5 í 5 prosent av virðinum av hvørjum kg av alilaksi umboðar eitt sera dramatiskt inntriv í tær búskaparligu fyritreytirnar sum alivinnan livir undir; hetta hevur stjórin á Bakkafrost eisini verið úti alment og gjørt vart við. Eisini verður víst til at eitt spildurnýtt veiðigjald á svartkjaft upp á 20 oyru per kg er sera høgt í mun til avreiðingarprísin.

“Fyriliggjandi gjald á svartkjaft svarar til tøkugjald millum 15% og 22% av hvørjum kg, alt eftir árstíðini,” meinar meirilutin í Vinnunevndini. “Hetta er alt ov høgt gjald, um vit ynskja at vinnan skal kunna gera íløgur. At fiskivinnan harafturat skal rinda fýra ferðir so nógv tøkugjald sum alivinnan, og 10 ferðir so nógv sum ein møgulig oljuvinna, sigur alt.”

Eins og fleiri umboð fyri vinnulívið hava ført fram, vil meirilutin í Vinnunevndini vera við at tað hevði verið betri at tikið eykagjald av vinningi heldur enn at taka veiðigjald áðrenn vinningur er staðfestur.


‘Tey mest dugnaligu’

Ætlanin um uppboðssølu av fiskirættindum møtir breiðari mótstøðu. Í einum almennum skrivi brúkar Føroya Arbeiðsgevarafelag nøkur av somu argumentum sum Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari á Varðanum, legði fram í blaðnum Sjógvur & Fólk herfyri. Eitt av hesum er at ognarrættur, ella nakað sum minnir um ein slíkan, er grundleggjandi fyri framburð og tryggleika í einum og hvørjum samfelag — at hesin er ein innbygdur partur av einum stabilum vinnuumhvørvi, sum aftur er ein fyritreyt fyri at vinnan kann leggja langtíðar ætlanir og gera stórar íløgur.

“Í hesum døgum verður tosað nógv um uppboðssølu av fiskirættindum,” staðfestir Arbeiðsgevarafelagið. “Harvið verður óbeinleiðis eisini tosað um møguleikar og karmar hjá fiskivinnuni á landi og hjá undirveitarum til fiskivinnuna. Tað verður m.a. sagt at endamálið er at tryggja at tey mest dugnaligu skulu hava atgongd til fiskiskapin. Í hesum kjaki verða tvey viðurskifti tó gloymd: tað fyrsta er at verandi skipan er í stóran mun eitt úrslit av at tey mest dugnaligu hava keypt teir aktørar sum ikki fingu líka nógv burturúr. Er umsetiligheit í einari skipan, verða tað í høvuðsheitum tey mest dugnaligu sum umsita rættindini, líka mikið hvussu hesi av fyrstantíð vórðu býtt út. At ávísar forðingar eru fyri umsetiligheitini í fiskivinnuni er eitt annað mál, sum tað ber til at gera nakað við, uttan at neyðugt er at skipa eina uppboðssølu.”

“Tað næsta sum gloymt verður,” leggur Arbeiðsgevarafelagið afturat, “er hvussu tað ávirkar aktørarnar í vinnuni, at fara frá tryggum rættindum til ótryggari rættindi. Tað sum serliga hevur skapt, og sum framvegis skapar, vinnuligan framburð er at vinnan hugsar og leggur ætlanir fyri eitt longri tíðarskeið. Eisini hóast tað ofta er neyðugt at rætta kós í mun til tær langtíðar ætlanir sum eru lagdar. Hetta er eisini orsøkin til at privati ognarrætturin er grundarlagið undir búskaparskipanum í vesturheiminum í dag. Tí uttan greiðan rætt, eingin langtíðarhugsan. Um tú ikki veitst um tú eigur grundstykkið í morgin, fert tú heldur ikki at mála húsini í dag.”

Samstundis sigur Føroya Reiðarafelag í sínum hoyringssvari til lógaruppskotið hjá Landsstýrinum: “Føroya Reiðarafelag tekur ikki undir við uppboðssølu sum amboð at luta út fiskirættindi. Vit halda at uppboðssøla hevur munandi fleiri brek enn ágóðar... Í byrjanini tá ið fleiri aktørar eru at kappast um útbjóðaðu kvotunar, verður kappingin um fiskin í fyrsta liði somikið hørð at prísurin pr. kg. fisk í summum førum fer uppum tað sum tað í longdini loysir seg at fiska eftir. Landskassin kann tí í byrjanini rokna við munagóðum inntøkum frá kvotasøluni, men við tíðini gerst talan um færri aktørar ið orka at vera við í kappingini, og tá fara eisini inntøkurnar hjá landskassanum at lækka. Tá ið vinnan orsakað av kappingini um fiskirættindini hevur havt verri møguleikar fyri at leggja pening til síðis, kann roknast við eini sera óhepnari gongd.”

Felagið endurgevur síðani næstformannin í Føroya Reiðarafelag, Hanus Hansen, sum herfyri segði alment um spurningin:

“Avleiðingin verður at vinnan heldur uppat at fokusera uppá menning og nýskapan. Ístaðin fara vit inn í eina negativa spiral, har fokus verður á bíligari og verri skip, bíliga arbeiðsmegi o.l. Hetta er sera óheppið, tí fiskiflotin krevur endurnýggjan — ikki minst um framtíðar veiða eisini verður treytað av at alt tilfeingið verður ført til lands. Roknast kann eisini við at stórir partar av kvotunum sum verða keyptar á uppboðssølu fara at verða fiskaðar við skipum ið bara verða skrásett í Føroyum fyri styttri tíðarskeið, tvs. í veruleikanum lænt frá útlendingum. Hetta fær stórar avleiðingar fyri føroyskar veitarar, sum sambært kanningum í stóran mun liva av at selja vørur og tænastur til fiskivinnuna. Tað eigur eisini at vera havt í huga at føroyingar eru millum fremstu tjóðir í heiminum, tá ið tað kemur til fiskivinnu, tí at vit støðugt hava megnað at umstilla okkum og lagt dent á at hava mest nýmótans vinnutólini í fiskivinnuni. Endurnýggjan krevur væl konsoliderað feløg sum megna at gera neyðug teknologisk skifti. Hetta hevur samstundis trekt nógvar týðandi vinnur á landi og hevur skapt fleiri vitanarstørv í Føroyum. Hetta lokomotivið í føroyska búskapinum steðgar, um vit um nøkur ár standa við veikum feløgum við avoldaðum vinnutólum, sum vit kanska ikki eingang eiga sjálvi.”


Sakna kvotalykil

Sild ávegis til flekingar umborð á uppsjóvarskipi.
Maria Olsen Photo
Reiðarafelagið afturvísir tosið sum hevur verið um “politiska útluting” av fiskirættindum, og skrivar: “Løgfrøðiliga støðan er einans tann at lógin um vinnuligan fiskiskap frá 1994 hevur eitt avmarkað tal av veiðiloyvum, ið aftur umvegis fiskiloyvi eru býtt upp í skipabólkar, sum fiska ávíst fiskaslag við nærri ásettum reiðskapi. Avmarkaða talið av veiðiloyvum er ásannan av at um talið av veiðiloyvum er ov stórt, verða ymisku fiskastovnarnir troyttir ov hart og veiðiorkan liggur støðugt omanfyri tað, ið tøka tilfeingið tolir. Limirnir í Føroya Reiðarafelag kunnu nærum uttan undantak føra upprunan til teirra veiðiloyvi aftur í tíðina fyri lógina um vinnuligan fiskiskap. Viðhvørt í óbrotnari linju eini 80 ár aftur í tíðina, viðhvørt til tíðina, tá ið stállínuskipini vórðu bygd og í onkrum førum til ein av skipapakkunum í 80’unum. Flestu hava upplivað ógvuliga skiftandi tíðir og hava roynt at laga seg til umstøðurnar, soleiðis sum tær hava verið frá tíð til aðra.”

Felagið leggur afturat: “Við lógini um vinnuligan fiskiskap frá 1994 og við seinni broytingum eru nógv viðurskifti hjá flotanum løgd í fastar karmar. Viðhvørt kanska í ov fastar karmar, m.a. tá hugsað verður um fiskiskapin kring Føroyar, sum verður skipaður við fiskidøgum og rættiliga nógvum avmarkingum um skipastødd, veiðiorku, leiðir o.s.fr. Eitt sindur størri rásarúm hevur verið hjá uppsjóvarskipum og fjarfiskiflota, sum virka undir kvotaskipan, at gera tillagingar. Hesir flotabólkar hava so hinvegin ikki havt ta trygd um veiðirættindini, sum fiskidagaskipanin tykist geva. Vit kunnu siga, at veiðigrundarlagið hevur verið betri enn hjá heimaflotanum, men at løgfrøðiliga grundarlagið er veikari. Fyri okkara limir, sum hava havt skiftandi við- og mótgongd í vinnuligum høpi, kann áhaldandi trúttanin um politiska útluting mangan tykjast bæði misvísandi og ørkymlandi. Veruleikin er at verandi veiðiloyvi/skip í mestan mun fiska tað fiskaslagið ella tey fiskasløgini sum tey allatíðina hava havt loyvi til. Umstøðurnar hava onkuntíð kravt broytingar og t.d. stóra innrásin av makreli í føroyskan sjógv hevur gjørt at fleiri veiðifør enn bara nóta- og ídnaðarskip, sum vanliga hava fiskað uppsjóvarfiskasløg, seinnu árini eru sloppin uppí henda fiskiskapin.”

Og víðari: “Føroya Reiðarafelag ásannar at verandi fiskivinnuskipan ikki var rættiliga til reiðar at lofta hesi støðuni sum kom í við makrelinum, á nøktandi hátt. Tað sæst m.a. av at býtið millum skipabólkarnar hevur verið ymiskt øll árini frá 2010 og til nú. Tí taka vit eisini undir við ætlanunum hjá landsstýrismanninum um í størri mun at leggja fyribils skipanir fyri løgtingið at samtykkja við lóg. Hetta eigur bara ikki at gerast skálkaskjól fyri at lata vera við at fremja samlaðu nýskipanina, sum eigur at miða eftir størri sjálvvirkni, tá ið árligu kvoturnar skulu ásetast. Vit kunnu í hesum sambandi vísa til fundarfrásagnir hjá Fiskivinnuráðnum, ið nakrar ferðir hava mælt til at áseta ein kvotalykil. Um rætt verður borið at, eigur slíkur kvotalykil bæði at geva verandi aktørum neyðugu trygdina um innihaldsliga partin av loyvunum og politisku skipanini neyðuga fleksibilitetin, tá ið uppgangandi sveiggini í ávísum stovni gerast serliga ógvuslig.”


Inntriv í sáttmála

Reiðarafelagið finnist harafturat hvassliga at einum parti av lógartekstinum sum leggur seg út í annars sáttmálabundin viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum; teksturin forbjóðar nevniliga fiskireiðaríum at lata sínar manningar rinda nakað av kostnaðinum fyri veiðigjøld, hóast báðir partar nýliga júst undirskrivaðu tvey-ára sáttmála um eitt slíkt býti.

“Avgjørt fakliga ringast grundaði parturin av hesum uppskotinum er § 6 um manningarviðurskifti,” sigur Reiðarafelagið. “Í okkara skipan hevur tað verið soleiðis at partarnir á arbeiðsmarknaðinum føra frælsar sáttmálatingingar, sum myndugleikarnir ikki leggja seg út í. Tað kann tykjast løgið at samgongan ið vil grunda sín fiskivinnupolitikk á marknaðin byrjar við at seta arbeiðsmarknaðin út av spælinum.”

Felagið leggur afturat: “Sáttmálar millum manning og reiðarí byggja á ta fortreyt at partarnir eru felags um at fáa til høldar eina veiði, sum síðani verður býtt. Tískil eigur manningin eisini sín lut í tí gjaldi sum verður lagt á veiðina. Sáttmálarnir hava eisini áseting um frábýtisrætt, t.e. rætturin hjá manningini at krevja sín part av veiðini frá, um hildið verður at reiðarin ger eitt ov vánaligt søluarbeiði. Skulu vit fylgja tankanum um at gjaldið so at siga fylgir fiskinum, so gerst støðan surrealistisk. Tí nú uppstendur tann sjáldsama støða, at manningarnar á skipum sum veiða fisksløg við veiðigjaldi sum tær einastu í skipanini avgjaldfrítt kunnu krevja sín part av veiðini býttan frá.”

Víst verður á at hýrurnar á nótaskipunum, sum longu eru rættiliga høgar í mun til tær á øðrum skipabólkum, við verandi uppleggi gerast enn hægri, umframt at veiðigjøldini hækka.

“Um avleiðingarnar av ætlaða inntrivinum kann stutt sigast at talan gerst um eina stóra útreiðslu fyri reiðaríini, sum kemur afturat hækkaðu veiðigjøldinum. Fyri manningina á t.d. einum nótaskipi gerst talan um eina somikið ógvusliga lønarhækking at landsstýrið neyvan kann hava gjørt sær greitt hvat hetta førir við sær. Eitt nótaskip sum hevur eina kvotu eftir býtislyklinum fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild, hevði í 2014 goldið 16,4 mió. kr. í veiðigjaldi, um gjøldini tá vóru tey sum samgongan ætlar at seta í 2016. Manningin hevði eftir galdandi sáttmála rindað 27% ella 4,4 mió. kr. Tá ið manningin ikki skal taka lut í veiðigjaldinum, merkir tað t.d. at hýran hjá skiparanum fer úr 3,4 mió. kr. upp í 4,1 mió. kr., meðan dekkarin fer úr 1,3 mió. kr. upp í 1,6 mió. kr. Búskaparráðið hevur víst á at ein stórur partur av tilfeingisrentuni í føroyska uppsjóvarflotanum er hýra til manningina. Við hesum átakinum tryggjar landsstýrið at hesin parturin veksur, samstundis sum reiðarin umvegis hækkandi veiðigjøldini og inntriv í sáttmálan verður harðari skattaður.”


No comments:

Post a Comment