Thursday, December 11, 2014

Søgur um ogn uttan skuld — og trøllið Privatisering

SHUTTERSTOCK
Eingin privatisering av fiskiveiðirættindum er farin fram í Føroyum og er neyvan heldur í umbúnað — her fæst ikki endurgjald um kvotur ella fiskidagar verða niðurskorin, ei heldur um rættindi verða tikin aftur vegna brot á lógina um vinnuligan fiskiskap.

Meðan Landsstýrið arbeiðir við nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap, ganga bylgjur høgt í orðaskifti millum mong um hvussu tann fyri føroyingar so týdningarmikla fiskivinnan best kann skipast fyri tey komandi árini. Eygleiðarar vænta eitt upplegg frá einari nevnd við Jacob Vestergaard fiskimálaráðharra sum formanni tíðliga í tí nýggja árinum, kanska í februar, soleiðis at eitt liðugt lógaruppskot eftirfylgjandi kann leggjast fyri Løgtingið at taka støðu til.

Í tí almenna rúminum, ikki minst í tíðindunum, er frásøgnin tey seinnu árini vorðin alsamt meira merkt av orðingini ‘ogn Føroya fólks,’ sum stendur í innleiðingini til lógina um vinnuligan fiskiskap. Summi meina at hetta er ein óheppin ella ópraktisk orðing við tað at hon kann tykjast innibera eitt bókstaviligt krav um ognarpart í hvørjum sterti kring Føroyar fyri hvønn einstakan føroying — at politiskur retorikkur hevur verið við til at fyrigyklað fólki at sambært lógina eiga øll krav upp á pengar fyri einki.

Søgur um aktørar í fiskivinnuni sum hava havt góð fíggjarlig úrslit í seinastuni hava verið partur av einari hálvkvøddari argumentatión um at øll eiga rætt til part av teirra pengum. Sjálvandi mugu øll rinda skatt av tí vit tjena gjøgnum arbeiði og annað lønandi virksemi, umframt at øll feløg sum reka vinnu mugu rinda skatt av teirra avlopi, og eisini eru ymisk avgjøld sum koma afturat. Men frásøgnin hevur áhaldandi og íðið róð framundir at alt hetta er als ikki nøktandi tí fiskireiðaríini hava fingið síni veiðirættindi ‘ókeypis’ t.e. uttan at rinda eitt serligt gjald fyri sína ‘rávøru’ og at hetta er órættvíst móti øðrum vinnufyritøkum sum mugu keypa sína rávøru. Ávísir akademikarar hava gjørt hetta argument galdandi í einari langari røð av greinum, viðmerkingum og framtríningum í tíðindamiðlum, við lítlum og ongum mótspæli frá hvørki tíðindafólkum ella viðmerkjarum.

Hetta hevur gjørt at tey ið virka innan fyri fiskivinnuna, og mong av teimum sum ikki búgva í Havn, uppliva at frásøgnin um fiskivinnuna hevur fingið eina álvarsliga slagsíðu — ein slagsíða sum er sloppin at halda fram so leingi at stórir partar av restini av fólkinum ídag, herundir kanska flestu journalistar og helst flestu embætisfólk (starvsfólk á Kringvarpi Føroya og flest øll ið starvast innan embætisverkið eru limir í sama fakfelag), taka hana fyri objektivan veruleika.

Wednesday, December 3, 2014

Sjógvur & Fólk — ein onnur frásøgn

Búskaparfrøðingur sum helt at milliardir vóru í vanda fyri at hvørva úr fiskivinnuni fær aftursvar frá samfelagsfrøðingi, sum metir at tilfeingisgjald fæst ikki at virka eftir ætlan uttan so at tað verður skipað í tøttum samstarvi við vinnuna.

At mong reagera upp á eitt blað sum Sjógvur & Fólk er sjálvandi at fegnast um — tað var eisini ætlanin. Fleiri hava kallað hetta eitt kærkomið íkast til tíðindi og kjak um fiskivinnuna, ikki minst tí vit sleppa nøkrum sjónarmiðum framat sum annars sjáldan síggjast umboðað í tí almenna rúminum, hóast mong í vinnuni og annars í samfelagnum kenna seg aftur í teimum.

Til tey sum uttan at vísa til nakað ítøkiligt dømi hava verið úti við illgitingum um at innihaldið í blaðnum er “keypt” og hvørt av sínum, skal eg sum blaðstjóri gera greitt at eingin av greinunum í blaðnum er “keypt”. Hetta er alt tilfar sum blaðstjórnin (eg sjálvur saman við einum arbeiðsbólki) hevur planlagt og framleitt. Hugskotið um eitt blað sum lýsir fiskivinnuna upp á ein øðrvísi máta, við støði í at hetta er ein vinna sum er góð fyri land og fólk og sum vit skulu vera stolt av, kom frá mær sjálvum.

Ávísar vinnufyritøkur stillaðu upp til at stuðla tiltakinum, tó fekk eingin av teimum beinleiðis redaktionella ávirkan. Stuðulin varð tikin sum úttrykk fyri at hesar fyritøkur høvdu álit á ætlanini um hetta blaðið, tí redaktionellu kós sum varð lýst í hugskotinum og teimum persónum sum viðvirkaðu. Fyribils er talan um ein einstaka útgávu, tó verður umhugsað um fleiri skulu fylgja.

Sjógvur & Fólk er ikki ætlað sum agitatión fyri nakrari serligari politiskari dagsskrá, enn minni nøkrum ávísum politiskum flokki. Tann redaktionella kósin er hinvegin sum heild at lýsa vinnuna frá vinnuligum men eisini øðrum, eitt nú samfelagsligum, sjónarmiðum. Onkur kritikari hevur verið so fantasifullur at róð framundir at blaðið arbeiðir fyri “privatisering” av fiskirættindum; har skal sigast at tann spurningurin hevur als ikki verið upp á tal í sambandi við nakað av tilfarinum í blaðnum.

Tað at flestu tíðindamiðlar á okkara leiðum tykjast hava ilt við at røkka út um nøkur ávís sjónarmið sum eru at hoyra aftur og aftur — og verða, av røttum ella órøttum, tematiserað í tíðindunum — er ein av orsøkunum til at farið varð undir verkætlanina Sjógvur & Fólk. Her er hugsanin at tað kann ikki vera rætt at tann til eina og hvørja tíð ráðandi frásøgnin í tí almenna rúminum skal hava monopol upp á tíðindavinklar. Tann dominerandi frásøgnin er neyvan íkomin eina og aleina av objektiviteti og fólkaræðisligum tilgongdum, og okkara blað er soleiðis ein máti at vísa á dømir um øðrvísi vinklar.