Friday, July 31, 2015

Tí má veiðiliðið eiga skip

Frystitrolarin Enniberg.
At eiga hóskandi skip vísir seg ofta at vera avgerandi fyri at kunna staðfesta fiskiríkidømi og vinna veiðirættindi, eisini í millumtjóða samanhangi, sigur Mortan Johannesen, reiðari fyri Enniberg og fyrrverandi skipari.

Ført hevur verið fram í seinastuni at vinnuligur fiskiskapur kann væl og virðiliga virka og mennast víðari í einari skipan har fiskireiðarar ístaðin fyri at eiga skip velja at leiga sær veiðitól, og at hetta hevði verið búskaparliga optimalt fyri eitt land sum Føroyar. Víst verður á at tey ið reka fiskiskap harvið sleppa undan íløgum í dýr skip og soleiðis kunnu frígera seg frá tyngjandi rentum og avdrøgum — at fiskiskip ístaðin kunnu leigast eftir tørvi og allur kostnaður av hesum dragast frá í rakstrinum sum beinleiðis útreiðslur.

Hetta ljóðar snilt og kann, undir røttum fyritreytum, eisini rigga — í øllum førum í teoriini. Í praksis lýpur tó ketan av so skjótt tankin skal umsetast til fiskivinnuligan veruleika í Føroyum.

Tíðin er ofta ein sera kritiskur táttur tá talan er um fiskarí, og tað óvæntaða kann spæla ein stóran leiklut. Leiting eftir fiski og menning av nýggjum fiskaríum er altíð við í myndini, ikki minst hjá rokskiparum, sum eru gull verdir fyri eitt og hvørt fiskireiðarí.

Eitt framkomið og stórt fiskiskip er sum ein heimur fyri seg — har er ein ørgrynna av umstøðum sum gera seg galdandi, og er okkurt sum ikki riggar so kann tað hava avleiðingar fyri fiskiskapin ella annað, eitt nú trygdina umborð. Tað er tí sera umráðandi at útgera og innrætta skipið upp á best hugsandi máta til tað fiskarí sum talan er um.