Thursday, June 30, 2016

Brexit og føroyingar

Tær turbulentu tíðirnar hasa neyvan av í bræði, og Brexit er helst bara ein av mongum brotasjógvum á núverandi altjóða búskaparliga bygnað; men hvussu nógv skal skundast undir nýskipanar tilgongdina fyri okkara fiskivinnu?

“Jóansøkuaftan í ár gjørdist ein minniligur dagur,” skrivar Zakarias Wang í stuttari viðmerking til Brexit atkvøðuna, sum varð hildin tann 23. juni í Stóra Bretlandi, har meirilutin av fólkinum atkvøddi fyri at landið skal taka seg úr Europeiska Samveldinum.

Zakarias ger eina áhugaverda samanbering millum Brexit atkvøðuna og okkara søguliga 14. september: “Vit eru ikki ókunnug við fólkaatkvøður, tí vit høvdu jú eina í 1946. Eins og á henni skuldu bretar nú taka støðu til tvinnar kostir. Annar var at halda fram við ES-limaskapinum, hin var at fara burturúr. (...) Eins og hjá okkum í 1946 var luttøkan um 70%. Hjá okkum fingu teir báðir møguleikarnir 51 og 49% av atkvøðunum, hjá teimum fingu teir 52 og 48%. Eins og hjá okkum í 1946 kom úrslitið í grannalandi okkara sera illa við hjá teimum sum valdið høvdu í samfelagnum. Tað hevði ikki komið teimum til hugs at teir kundu tapa. (...) Men eins og í Føroyum í 1946 mistóku teir seg. Tá veljararnir komu til orðanna, var tala teirra greið: teir vildu ikki lata sær lynda at ganga útlendingum og samstarvsmonnum teirra til handa.”

“Talan er um ein politiskan jarðskjálvta,” leggur Zakarias afturat, og vísir síðan á nakað sum sjáldan hevur verið at hoyrt í tí almenna rúminum — at Heimastýrislógin hevur havt grundleggjandi týdning fyri Føroyar í mun til ES.

“Vit kunnu bara hugsa um hvussu stórar avleiðingarnar vóru av okkara fólkaatkvøðu í 1946. Av tí at stjórnaruppskotið um at innlima okkum í Danmarkar ríki bert fekk 49% av atkvøðunum meðan loysing fekk 51%, gjørdust vit ikki ein partur av kongsríkinum Danmørk, og eru ídag tí ikki limur av ES og hava sjálv ræði á okkara tilfeingi innan fyri 200 míla sjómarkið. Einki av hesum hevði komið upp á tal, um úrslitið tá hevði verið at stjórnaruppskotið hevði fingið eina atkvøðu í meiriluta. Vit kunnu fegnast um at føroyingar vóru so klókir at teir róku aftur tilboðið um at gerast ein partur av Danmarkar ríki.”


Eitt hótt samveldi

Tann bretska hertøkan av Føroyum, frá apríl 1940 til mai 1945, gjørdi nevniliga at føroyingar noyddust at hugsa meira óheft í mun til vinnu og umheimin. Føroysk skip kundu sum vera man ikki brúka Dannebrog longur av tí at Danmark var undir nazi-týskum ræði, so ístaðin bleiv tað eftir bretskum boðum til Merkið, sum eisini skjótt vann viðurkenning sum føroyskt flagg.

Ei undur í, tá bretar aftan á kríggið góvu danskarum lyklarnar aftur til stýrhúsið á Klettunum, at føroyingar nú vóru meira sjálvbjargnir og í stóran mun sjálvstýrissinnaðir.

Heimastýrislógin frá 1948 hevur mangan verið fyri atfinningum, og her skulu vit ikki so nógv inn á júst tann spurningin. Hinvegin er sannlíkt at uttan heimastýri høvdu Føroyar, og fyri alt tað Grønland eisini, automatiskt fylgt við Danmark inn í ES uttan stórvegis spurningar afturvið, líkamikið um ein stórur meiriluti av føroyingum alla tíðina hevur verið ímóti føroyskum limaskapi í ES. Men hvussu høvdu okkara samfelagsbúskapur og vinnulív sæð út undir teimum umstøðunum? Hvar hevði fólkatalið ligið, og hvussu hevði verið statt við máli, mentan og list?

Brexit bresturin snýr seg ikki minst um misálit á miðsavnaða toppstýring sum leingi hevur verið trumlað út uttan veruligt mótspæl, í einari tilgongd sum hevur gjørt tjóðarligan samleika ótryggan; og fyri fyrstu ferð hevur eitt búskaparliga og uttanríkispolitiskt tungtvigandi ES limaland hart og týðiliga sagt beinleiðis nei til sjálvt ES projektið. Tað kann javnmetast við at seta spurning við tann geopolitiska og búskaparliga arkitekturin á okkara leiðum og, kanska enn meira skakandi fyri verandi elitur — við Brexit er eitt trøll slept úr einum stórum skápi sum fevnir um alt Europa, eitt anti-ES trøll sum væl og leingi hevur verið fóðrað undir lokinum av einum politiskt korrektum oki. Eitt tabu er brotið, og ein skriða er lopin. Hvussu verður við Fraklandi og Italia? Niðurlondum og Polandi, og restini av teimum tilsamans 28 limalondunum í ES?

Kendir stórspekulantar sum George Soros mæla sambært Breitbart tí bretsku stjórnini til at ignorera fólkaatkvøðuna heilt, og sum heild til enn meira centralisering í ES. Flest onnur tykjast hinvegin meina at júst tílíkur politikkur vil gera ilt verri hvat viðvíkur fólksligari misnøgd og misáliti. Umframt tann vaksandi streymin av flóttafólki úr Miðeystri og Norðurafrika kann tað sum hevur fingið bikarið at flóta yvir hjá mongum, hava verið tann skjóta víðkanin av ES eystureftir — alt meir ella minni fjarstýrd aftan fyri leiktjøldini av uttanríkispolitiskum og hernaðarligum atlitum, ofta hjá øðrum pørtum, og øllum tí sum har fylgir við.

Nú er tað knappliga ein opin spurningur um ES, hótt av ultimativari upploysn, fer at megna at nýskipa seg nóg skjótt til at klára skerini; lagnan hjá einum øðrum risastórum samveldi sum kollsigldi fyri ikki so mongum árum síðani rennur einum skjótt til hugs.

Tað at Brexit so harðliga manar fram sovorðin spøkilsir hevur við sær at órógv kann koma í altjóða fíggjarligar skipanir og búskaparligar bygnaðir sum eftirhondini hava fingið alt ov stóra exponering til derivat og vandamikla spekulatión, ið er sera viðbrekið mótvegis øllum størri sveiggjum.

Brexit kann í forleingilsi gerast ein katalysator ið startar eina flóðaldu sum skolar yvir eina heila politiska paradigmu — og hvar fór trúvirðið hjá altjóða samanrottaðum fíggjarmyndugleikum, centralbankum, stórbankum og øllum teirra búskaparfrøðingum sum so leingi søgdu at alt var gott og grundleggjandi stabilt?


Rættiliga stutt

Heima í Føroyum fær tílíkt sjálvandi eisini fólk at hugsa, eins og framgongur av tí sannroynd at Landsstýrið beinan vegin, aftaná at úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bretlandi stóð greitt, gjørdi av at seta ein arbeiðsbólk at “fylgja gongdini og greina hvørjar avleiðingar úrslitið av fólkaatkvøðuni í Stóra Bretlandi um ES limaskap kann fáa fyri Føroyar.”

“Í løtuni veit ongin ítøkiliga hvørjar avleiðingar Brexit fer at fáa fyri viðurskiftini hjá Stóra Bretlandi við umheimin,” segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. “Nógvir ósvaraðir spurningar eru í mun til hvørjar avleiðingar Brexit fær fyri Føroyar innan handil, fiskivinnu og onnur øki. Tørvur er tí á at landsstýrið fylgir gongdini væl og ger neyðugu greiningar, so vit hava haldgott grundarlag at taka stig fyri at tryggja føroysk áhugamál.”

Millum teir mongu ósvaraðu spurningarnar av beinleiðis týdningi fyri føroyingar: hvat hendir í sambandi við felags fiskimarkið hjá Bretlandi og ES tann dagin landið ikki longur er limur í ES — sum umfatar sjóøkir har føroyingar í løtuni hava atgongd til at veiða uppsjóvarfisk?

Samstundis hevur nevndin ið Fiskimálaráðið fyrr í ár setti at gera tilmæli um nýskipanir fyri fiskivinnuna sum skilst ikki langa tíð eftir at arbeiða í — hon skal lata sína frágreiðing til Høgna Hoydal fiskimálaráðharra í seinasta lagi longu tann 1. august. Er hetta eitt realistiskt evstamark, tá havt verður í huga hvussu umfatandi og álvarsligt mál talan er um bæði løgfrøðiliga og politiskt, fyri ikki at tala um samfelagsbúskaparliga, við óvissum ið bara tykjast at økjast dag frá degi? Tað er stutt sagt torført at síggja hvussu ein slíkur arbeiðsbólkur upp á nakrar krákumánaðir kann fáa tíð til at greina eitt so stórt mál nóg gjølla, tíansheldur orða nakrar niðurstøður við nøkulunda skili í.

No comments:

Post a Comment