Wednesday, July 31, 2019

Fram í kór heldur enn í flór

Stressandi spurningar um endurnýgging av fiskiflotanum, um fiskirættindi í mun til íløgur og fígging, um manningarfeløg sum óttast brot móti vunnum rættindum, um útróðrar kaos mitt í rokfiskiskapi — har er ov mikið at tríva í.
Landing og umvælingar við Vestaru Bryggju í Havn.
MARIA OLSEN PHOTO

Tað trýtur ikki við avbjóðingum tá tað kemur til at fáa í lag vælvirkandi lógarkarmar fyri ta føroysku fiskivinnuna. Fyri umleið 12 árum síðani samtykti okkara høga ting at siga upp øll verandi fiskirættindi at fara úr gildi til tann 1. januar 2018. Hildið varð eftir øllum at døma at 10 ár var nóg mikið av skotbrái til at fáa smíðjað og samtykt eina nýggja lóggávu, eina nýskipan, uttan mun til hvør ið fór at sita í Landsstýrinum.

ĺdag er greitt at hendan samtykt var í veruleikanum ein fullkomin abdikatión av allari ábyrgd. Onkur vil siga at tað eigur ikki at undra alt ov mikið, tí politikarar eru politikarar; men tann ruðuleiki sum so leingi hevur gjørt seg galdandi innan føroyskan fiskivinnupolitikk bleiv í stóran mun sleptur leysur við hesari ábyrgdarleysu støðu frá politiskari síðu.

Fleiri samgongur hava síðani roynt at komið í gongd við at skipa karmarnar av nýggjum men eingin hevur eydnast higartil. Nú kom so ein sokallað nýskipan ígjøgnum politiskt, men hon hevur yvirhøvur ikki havt undirtøku í vinnuni og hevur eisini verið broytt fleiri ferðir, og lítið bendir á at hon ikki verður broytt enn meira áðrenn langt um líður.

Her er so ein teori: Arbeiðið við nýskipanini hevur verið merkt av einum so høgum stressfaktori at mong av teimum sum hava tikið lut hava illa kunnað fingið tann arbeiðsfrið sum í veruleikanum krevst fyri at tað skal kunna eydnast. At fáa skil á einum so stórum hurlivasa krevur bæði tíð og tol, umframt stór oyru, góðar greiningar frá fólki við innliti, og meiningsfullar samtalur við allar partar í vinnuni — har má orðast ein verulig ætlan sum hongur saman, og ikki kollsiglir so skjótt rákið vendir ella vindurin øtlar.

Nakrir innlýsandi spurningar mugu setast og arbeiðast ígjøgnum systematiskt, so mikið væl at úrslitið sum kemur burturúr er nakað sum allir partar kenna seg at eiga í, so teirra undirtøka harvið eisini verður ein sjálvfylgja. Tá er talan um eina loysn sum er víðfevnd, sum tekur atlit til øll viðkomandi áhugamál í vinnuni og samfelagnum.

Tá høvdu spurningar um akutta endurnýgging av fiskiflotanum ikki stungið seg upp í ótíð sum ketta upp úr høvdatrog; alt tílíkt hevði longu verið umhugsað í einari veruligari ætlan. Tað hevði so inniborið at hædd eisini hevði verið tikin fyri spurningum um hvussu skip verða fíggjað, hvat slag av trygd ið krevst, í hvønn mun og undir hvørjum treytum møgulig útlendsk luttøka átti at verið loyvd ella ikki.

Støði hevði tá eisini verið tikið í tí sannroynd at nýggj skip eru meira orkusparandi, minni dálkandi og í allar mátar meira effektiv enn gomul, og tí bæði búskaparliga og umhvørvisliga meira ynskilig.

Best fyri øll

Torførir kjarnuspurningar um rættindi at fiska, og hví slík rættindi verða latin hvørjum, undir hvørjum fyritreytum, hvørjar avmarkingar ið skulu vera tengdar at teimum, hvørji krøv ið skulu fylgja við — teir spurningarnir høvdu somuleiðis verið avkláraðir, um enn aftan á grundiga umhugsan. Tá hevði eingin verið í iva um hvørjar spælireglurnar eru, og yvirskipað endamál høvdu verið greið í mun til ymisk atlit — veri seg til samfelagsbúskap, útflutningsvirði, arbeiðspláss, útbúgving, gransking og menning, ella annað.

Tann veruliga ætlanin hevði eisini gjørt upp við spurningar so sum ójavnt ok millum fiskivinnu og alivinnu tá tað kemur til eitt nú avgjøld og longd á loyvum og rættindum; tí báðar vinnurnar eru partur av fiskavøru ídnaðinum, sum livir av at selja fiskavørur á altjóða marknaðum.

Eisini hevði tað flótandi markið millum fulltíðar og parttíðar riknan útróður verðið lagt í eina fastari legu sum ikki ger tilveruna ov órættvísa móti teimum ið hava útróður sum livibreyð, sum stríðast eisini í ringum tíðum men sum, tá ein skái endiliga kann geva teimum ein hart tiltrongdan bonus, verða yvirrend av øllum øðrum sum knappliga vilja framat so skjótt tað frættist at nógvur fiskur er at fáa.

Umframt hóskiliga javnvág millum fiski- og alivinnu, hevði ein verulig ætlan lagt karmar sum tryggjaðu skynsamar og natúrligar javnvágir millum tey ymisku fiskaríini — uppsjóvarfisk, upsa, botnfisk, skeljafisk — og millum størri skip og minni bátar.

Eisini teir møguleikar eitt alternativ sum havbit umboðar, og sum Løgtingið fyri ikki so langari tíð  síðan hevur samtykt at vit skulu kanna nærri, høvdu verið tiknir meira í álvara. Tað sama er at siga um taraaling, ið tó longu í ávísan mun er komið í gongd og sær út sum ein lovandi vinnuspíri.

Ein verulig ætlan hevði sjálvandi eisini fevnt um at lagt optimalar rammur fyri virksemi á landi í tann mun tað er grundleggjandi fyri fiskivinnuna og fiskavøru ídnaðin, herundir framleiðsla av frystum, feskum, saltaðum, royktum, turkaðum ella niðursjóðaðum vørum, umframt goymslu og flutning so væl sum aðrar tænastur, eitt nú heilsufrøðiligt eftirlit, vørumenning, marknaðarførsla og søla. Hetta hevði eisini umfatað alt frá arbeiðsumstøðum og sáttmálaviðurskiftum til kapping á altjóða marknaðum og viðurskifti annars kring uttanríkishandil.

Við at gjørt eina slíka ætlan, og gjørt hana væl og sakliga á so breiðum grundarlag, hevði uttan iva eisini borið til at minkað munandi um politiskt klandur og spjaðing í samanhanginum, soleiðis at arbeiðið týðiliga og greitt snúði seg um hvat sum er best fyri land og fólk, fyri samfelagið og vinnuna og harvið øll.

No comments:

Post a Comment