Wednesday, July 20, 2016

Hómast huldir hógvar?

Havtaska í garni.
MARIA OLSEN PHOTO
Lítið hoyrist um hvussu ætlanin er at tryggja samfelagnum meira inntøkur frá fiskivinnuni, og enn minni hvussu fleiri luttakarar skulu leita sær veg inn í ótryggleikan — einki at siga til at summi eru við at síggja trøll á alljósum degi.

Hvussu skal ein nýskipað fiskivinna lokka fleiri at taka lut í henni og eisini geva meira inntøkur til landskassan? Hetta tykist teljast millum aðalmálini í ætlaðum fiskivinnupolitikki fyri Føroyar, í einari tíð sum tykist merkt av lemjandi óvissum allastaðni.

Higartil hevur einki greitt boð verið at sæð alment uppá hvussu ein miðsavnað uppboðssøla av fiskirættindum skal kunna geva betri samfelagsbúskaparligan vinning samanborið við eina trygga loyvisskipan við hóskandi avgjøldum og skattum. Heldur einki boð hoyrist um hvat fyri fiskivinnutjóð ið her er hugsað sum fyrimynd, ei heldur hvussu ætlanin er at fáa fleiri leikarar at luttaka í fiskivinnuni.

Alt meðan tann sokallaði nýskipanarbólkurin skjótt skal leggja fram sína frágreiðing til Høgna Hoydal fiskimálaráðharra, tykist ein skralltóm illusión at liva í besta bløðrublóma, liggjandi til grund fyri vanvittigum tosi um stórar vinnupolitiskar avgerðir — at gott fiskarí og rakstraravlop er ein sjálvfylgja, um bara rættindi eru til staðar.

Eg meini tað...

At ikki eitt einasta nýtt fiskiskip er bílagt til Føroyar síðani 2007, hóast søguliga góðar byggisáttmála- og lánitreytir, átti at givið bæði høgum og lágum nakað at hugsa um, sum Hanus Hansen herfyri vísti á í almennum skrivi til tinglimir, har hann ávarar staðiliga ímóti uppboðssølu av rættindum við ávísing til at ein tílík skipan kann gera tann frammanundan stóra óvissutáttin í vinnuni ótolandi stóran, ikki minst við atliti til fígging av íløgum.

“Tað hevur verið ført fram at uppboðssøluskipanin fer at hava við sær at nýggir aktørar fáa møguleikan at koma inn í fiskivinnuna,” skrivar JFK reiðarin og fyrrverandi skiparin í Klaksvík. “Sjálvur meti eg at hetta verður tvørturímóti. Ein uppboðssøla fer uttan iva at hava við sær at verandi aktørar í ávísan mun fara at kappbjóða, og at fiskirættindini verða flutt millum teir aktørar sum ídag eru í fiskivinnuni. Men tað verður sera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, hjá aktørum sum ídag einki hava við fiskivinnuna at gera at keypa seg inn i fiskivinnuna á eini uppboðssølu, uttan so at hesir eru sera pengasterkir.”

“Peningastovnamir hava greitt boðað frá at tað verður truplari at fíggja skip, um eingi rættindi at fiska eru knýtt til skipini,” skrivar Hanus Hansen.

“Men teir kunnu bara leiga skip,” ljóðar tað í hinum endanum frá nøkrum ástøðingum ið aftur og aftur verða endurgivnir í tíðindamiðlum og millum politikarar, lyftir upp á ein piedestal sum übermyndugleikar í øllum búskaparspurningum. Tó kann ein og hvør sum vil síggja at uttan gott vinnuligt innlit verður teirra servitan ofta óviðkomandi fyri búskapin í einum lítlum fiskivinnusamfelag sum Føroyar.

Eingin tykist spyrja hvussu mong hóskandi skip, um yvirhøvur nøkur, ið munu vera tøk til leigu fyri fiskivinnuna, og um so er hvar tey finnast, og nær tey kunnu leigast, hvussu leingi og undir hvørjum treytum.


Fín orð

Uttan at taka atlit til tílíkar grundleggjandi fyritreytir er tað høpisleyst, fyri ikki at siga bæði hálvbýtt og ábyrgdarleyst, at ikki bara rópa upp um tílíkar teoretiskar møguleikar men enntá brúka teir sum grundarlag at leggja stórar ætlanir útfrá, áðrenn man veit um hetta yvirhøvur umboðar nakra gongda leið.

Men aftur, hetta tykist vera partur av sama tankagóðsi ið tey seinnu árini hevur eyðmerkt eitt kveistrandi kollveltingarhugað, og búskaparliga heldur vandamikið, tveitarí við grundleggjandi fyritreytum fyri vinnuna og samfelagið — í takt við at tað vinnuliga umhvørvið í Føroyum er við at missa sínar lutfalsliga stabilu karmar.

Orð sum “burðardygd” og “endurbyggingarætlan” og “umsitingarætlan” kunnu ljóða væl, men hvat nytta tey uttan eitt vinnuligt grundarlag?

Tað er skjótt at rokna út hvat marknaðurin úti í heiminum fer at siga til dramatiskt økta óvissu kring veiðirættindi.

Ivi um fyritøkur kunnu levera úr Føroyum til nøktandi treytir? “Nei, tað ger nokk einki um onkrir aktørar hvørva og vinnan fær ringt orð á seg,” tykist tankin hjá kollveltingartoyminum ljóða, “tí har ein fer í fallit kemur bara annar ístaðin.” Ja, so púra eftir bókini — men gloym bara ikki at tað kann í praksis taka mong, mong ár at byggja ein mistan marknað uppaftur, um tað yvirhøvur eydnast. Nakar sum minnist Faroe Seafood og Coldwater í Bretlandi?

Fólk sum ikki kenna væl til umstøðurnar í vinnuni hava, tíverri, heldur ikki lyndi til at virða hvat ið krevst av einum “aktøri” fyri at yvirhøvur finnast. Hvat krevst ikki fyri at arbeiða upp álit millum keyparar og eina sterka positión á marknaðinum — hvørja tíð tekur tað ikki, hvat kostar tað ikki í pengum og miðvísum arbeiði?

Onkur hugsjónarfólk tykjast halda at bara tú hevur fiskirættindi so kemur alt av sær sjálvum — dugnaligt fólk og góður fiskiskapur, viðgongd á marknaðinum og framúr viðskiftarar, optimal framleiðsla og vælvirkandi logistikkur, fíggjarligt avkast og áhaldandi menning — einki av hesum tykist viga nakað serligt í tí orðaskifti sum tey fólkini í so nógv eru sloppin at dominera. Úti í vinnuni verður tílíkt tulkað øðrvísi: at ikki duga at virða alt tað sum liggur í einum so stórum samanhangi er tað sama sum at gjøgnum óvitan, hóast alla betrivitandi teori, at biðja um allar heimsins trupulleikar. Tí við so grunnari, skinklandi og óbúnari tilgongd til nakað so tungtvigandi ber snøgt sagt bara til at miseydnast. Tá nytta fín orð lítið.


Skera og skera

Ei undur í um summi eru farin at misteinkja at okkurt meira óreint enn ber býttheit býr undir slíkum argumentum og ætlanum, sum strangt tikið, teoretiskt, kunnu botna í onkrari svínskari samansvørjing um at niðurbróta tað vinnuliga sjálvbjargnið sum føroyingar framvegis hava. Í myrkum løtum kann tað neyvan undra um onkur hugsar at har eru kanska persónar sum fáa goldið “onkustaðni” frá, kanska pening á offshore konto ella loynilig lyfti um framtíðar maktpositiónir, fyri at virka fyri at sníkjandi spenna bein, fyrst fyri fiskivinnuni, og so helst alivinnuni seinni.

Í so máta kann konstaterast at meðan flotin av uppsjóvarskipum og verksmiðjutrolarum nú tykist koma í skotlinjuna, so er tað longu eydnast at fáa størri og størri partar av heimaflotanum niður við nakkanum. Uttan tó at brúka sama vinkul, vísti Fiskidaganevndin í sínum seinasta tilmæli um fiskidagar á hetta. Ikki færri enn 25.000 fiskidagar eru nevniliga tiknir úr dagaskipanini síðani hon kom í 1996, ein skerjing upp á 60 prosent yvir minni enn 10 ár.

Fiskidaganevndin skrivar m.a.: “Fyri smáum 10 árum síðani, fiskiárið 2006/2007, vórðu útskrivað tilsamans 603 fiskiloyvir til fiskiskip og bátar (bólkarnar 2 til og við 5B), ið virkaðu undir Fiskidagaskipanini. Verður bólkur 5B, sum einamest fevnir um frítíðarfiskarar, tikin burturúr, so var talið 247 loyvir. Hetta fiskiárið, 2015/2016, eru tað útskrivað 382 fiskiloyvir til skip og bátar í bólkunum 2 til og við 5B. Verður bólkur 5B tikin burtúr, so eru tað hetta fiskiárið útskrivaði 102 fiskiloyvir til vinnuliga rikin fiskifør eftir botnfiski undir Føroyum. Talan er sostatt um minking á umleið 60% í 9-10 ár. Av teimum 102 fiskiloyvunum, sum eru útskrivaði hetta fiskiárið, eru bara 72 skip og bátar í vinnu. Innsatsurin, tá umræður tal á skipum og bátum, er sostatt metlágur í mun til tá Fiskidagaskipanin kom í 1996/1997.”

Yvirlit yvir brúktar fiskidagar, húkaveiði 1997-2014.
ÓLI M. LASSEN / MERCOM
Nevndin leggur afturat: “Fyrsta árið undir Fiskidagaskipanini varð dagatalið ásett til at vera 43.858 fiskidagar (49.858 fiskidagar í eitt 15 mánaða skeið) til skip og bátar í bólkunum 2 til og við 5B. Lemmatrolarar, sum tá vóru í bólki 1, vóru ikki við í Fiskidagaskipanini, men royndu tá í miðal í umleið 270 dagar um árið. Tey 13 skipini í bólki 1 fiskaðu tá tilsamans í umleið 3.510 dagar, og fiskidagatalið í 1996/1997 var sostatt smáar 47.400 dagar. Fiskiárið 2015/2016 varð fiskidagatalið ásett til at vera 22.182 fiskidagar, ella góðar 25.000 fiskidagar færri enn í 1996/1997. Í miðal eru tað hvørt ár tiknir smáir 1.200 fiskidagar úr skipanini síðani Fiskidagaskipanin sá dagsins ljós. Innsatsurin, tá umræður talið á fiskidøgum, er sostatt eisini metlágur í mun til tá Fiskidagaskipanin kom í 1996/1997.”


150 mans færri

Samstundis førdi Óli M. Lassen fram herfyri, undir yvirskriftini “Ein óskiljandi fiskivinnupolitikkur,” at húkaflotin er í praksis sorlaður sundur. Civiløkonomurin, sum eisini er fiskireiðari, skrivaði m.a.: “Tann áhaldandi niðurpíningin av feløgum ið reka húkaveiðu hevur ført til at eigarar hava verið noyddir at selja síni vinnutól ella broyta eigaraviðurskiftini munandi. Útróðrur er mestsmum heilt steðgaður upp.”

Óli M. Lassen helt fram: “Tað er ein sannroynd at tað er sera lítil roynd eftir toski og hýsu á Føroyagrunninum. Eisini kann staðfestast at flestu feløg ið reka fiskivinnu eftir toski og hýsu hava verið í kreppu í mong ár orsakað av prísgongd, ov lítið av fiski undir Føroyum og harvið væntandi inntøku til manning og reiðarí. Hetta hevur so aftur ført til at flotin eisini hevur havt manningartrupulleikar, sum so aftur hevur ávirkað raksturin negativt. Roknskapargreiningar av úrslitinum hjá Línuskipum prógva í ríkiligt mát vánaligu gongdina hjá hesum feløgum seinastu mongu árini. Ídag eru tað heilt fá línuskip og útróðrarbátar eftir. Løgtingið hevur góðtikið at skorið umleið 100 dagar frá hvørjum skipi (felag ið eigur línuskip). Hetta er gjørt uttan endurgjald. Umframt hetta, so eru hendar stórar økisfriðingar. Skipini verða tvingað at landa størsta partin av veiðini í Føroyum, har prísirnir kunnu vera verri enn uttanlands. Vit kunnu ikki læna dagar millum skipini ella leiga tí 60% brúksskylda er galdandi. Hetta hevur ført til at 10 skip eru farin úr flotanum og minst 150 mans eru færri í bólkinum línuskip.”

2 comments:

  1. Og herrens jemeni. Er hetta ein seriøsur tíðindamiðil, ið tit royna at borðreiða við?

    ReplyDelete
    Replies
    1. Spyrt tú býtt ella sipar tú til nakað konkret?

      Delete