Monday, December 21, 2015

‘Hví skal verandi vinna varðveitast?’

Rókur og Fagraberg við bryggju í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Óró merkist í fiski- og alivinnuni síðan Landsstýrið boðaði frá at veiði- og tøkugjøld verða hækkað og nýggj innførd, umframt uppboðssølu av fiskirættindum — hoyrast órímilig hvín frá ríkmonnum, ella ávaringar sum eiga at verða tiknar í álvara?

Neyvan man nakar annar postur í Landsstýrinum sum tann hjá fiskimálaráðharranum vera merktur av at avgerðir kunnu skjótt fáa stórar samfelagsbúskaparligar avleiðingar. Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum — og ein ið hevur tosað nógv um neyðugar nýskipanir í fiskivinnuni — sleppur Høgni Hoydal av sonnum eisini at royna seg í verki; harvið ikki sagt at tað verður einfalt ella lætt, hvørki so ella so, at fremja skilagóðar og nøkulunda haldbarar nýskipanir í einari vinnu sum fyllir so nógv í Føroyum.

Ein meira ideologiskur vongur við heldur kollveltandi dagsskrá, sum landsstýrismaðurin eftir øllum at døma tó ikki óavmarkað vil lata seg ávirka av, hevur leingi havt vaksandi viðrák í KvF og øðrum tíðindamiðlum og, kanska sum eitt úrslit av hesum, millum alsamt fleiri veljarar tey seinnu árini. Trýstið á fiskimálaráðharran frá hesum ráki í tí almenna rúminum er uttan iva stórt; tó skal tað ikki vera størri enn so enn at hann sambært upplýsingar gav til kennar undan valinum yvir fyri umboðum fyri fiskivinnuna at hann ikki treytaleyst tók undir við øllum sum búskaparfrøðingar høvdu at siga í fjølmiðlunum um fiskivinnustýring og veiðirættindi. Hetta var helst við til at sissa reiðarar ið leingi hava kent ampa yvir at 2018 trupulleikin framvegis stendur óloystur — at øll fiskirættindi sambært lóg fella burtur longu við árslok 2017. Trupulleikin distraherar longu sum er vinnuna nógv og ger langsiktaðar íløgur at kalla ómøguligar ídag orsakað av tí stóru óvissuni um hvat sum skal henda framyvir við verandi rættindum.

Sostatt er øll fiskivinnan nú strangt tikið undir niðurlegging. Vónir hava tó alla tíðina verið um at teir vinnupolitisku karmarnir skjótt fóru at verða lagdir í eina fastari og tryggari legu. Tað verður so í fyrstu syftu ikki minst upp til okkara politiska myndugleika at fáa hesi viðurskifti í rættlag.


Ikki tjena pengar?

Við øllum hesum í baksýni gjørdist ørkymlanin ikki minni í fiski- og alivinnuni, aftaná at tað stóð greitt at sum part av upplegginum til fíggjarlóg fyri 2016 hevur Landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um eina røð av tiltøkum sum munandi skulu hækka avgjøldini á fiskiveiði og fiskaaling, umframt at partur av rættindinum til veiði eftir uppisjóvarfiski og eftir botnfiski í Barentshavinum skal seljast umvegis alment uppboð.

Monday, November 30, 2015

Uppboðssøla er als ikki tað sama sum fríur marknaður

Makrelarbeiði á Pelagos í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Ein uppboðssøla hellir altíð til seljarans fyrimun og verður sjáldan brúkt í langtíðar ídnaðarligum samstarvi; hví síggja ta føroysku fiskivinnuna sum ein marknað heldur enn at síggja hana sum eina brúgv til marknaðir úti í heimi?

Spæl eina løtu við tann tankan at Hanus Hansen, stjóri fyri JFK, hevði sum heild rætt í sínum almenna hjartasuffi “Byrjanin til endan II” og tí hann uppfylgjandi segði við Útvarp Føroya um framtíðar útlitini fyri ta føroysku fiskivinnuna undir einari skipan við almennari uppboðssølu av veiðirættindum.

Eg hoyri mótmælini fyri mær longu áðrenn hesin tankin er liðugt luftaður, og tað man vera líkamikið um eg vísi til Hanus Hansen ella onkran annan stjóra fyri okkurt leiðandi føroyskt fiskireiðarí — her duga mong ikki at skilja ímillum ymisk mál og eru sera skjót at samanblanda spurningar um vinnuligan kapital við t.d. spurningar um lønarbýti millum privatpersónar. Tískil verður tað í heilum til at “hesir reiðarar skulu bara tiga og ikki grenja um nakað yvirhøvur, teir hava jú fingið milliónir oman á milliónir forerandi” frá tí almenna.

Hesin ‘logikkur’ er blivin etableraður við teoretiskari hjálp av trimum búskaparfrøðingum og lyftur upp til pínliga politiska korrektheit av einum herliði av fjølmiðlafólki sum í fleiri ár hava liðið skerfløt fyri honum.

Tað at summi av hesum miðlafólkum samstundis gjarna vilja rokna seg sum kritisk og granskandi í sínum yrki er ein søga fyri seg, sum vit tó ikki skulu koma nærri inn á her og nú. Men í stuttum er so uppbygd ein følsk og veruleikafjar frásøgn yvir eitt longri tíðarskeið sum ikki minst hevur ávirkað ein vaksandi skara av lesarum, lurtarum og veljarum ið fyri ein góðan part livir av almennari umsiting og almennum tænastum og hevur dagliga gongd uttan fyri fiski- og alivinnu mentanina. Hetta er ein skari sum er vaksin í takt við at arbeiðskraftin til fisk og framleiðslu er minkað so hvørt sum tøknifrøðin er vorðin meira framkomin.

Thursday, November 19, 2015

Formaðurin vil avtaka Fiskidaganevndina

Sjógvur & Fólk nr. 2 er útkomið og verður í hesum døgum borið út í hvørt húski í Føroyum umframt vinnuligar postsmogur.

Høvuðssøgan snýr seg um at fiskivinnan og alivinnan streingja á fyri at virðisøkja meira í Føroyum, men virðisøking er lættari sagt enn gjørt. Blaðið hevur m.a. stóra samrøðu við Regin Jacobsen, forstjóra í Bakkafrost, umframt við Boga Rasmussen, stjóra á Larsen Seafood í Týsklandi, sum klaksvíkingar herfyri keyptu. Eisini eru frásagnir frá fleiri øðrum leiðandi føroyskum fiskaframleiðarum, bæði innan uppisjóvarfisk og botnfisk.

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, ávarar ímóti avgjøldum á vinnuna og mælir samstundis til at sláa hart niður á “ólógliga arbeiðskraft” og “trælahandil”.

Týdningurin av fiskivinnuni fyri samfelagið er størri enn mong ímynda sær, vísir stjórin í Reiðarafelagnum á. Herálvur Joensen sigur seg vóna og rokna við at tað nýggja landsstýrið fer at leggja dent á gott samskifti við vinnuna og at komandi fiskivinnu nýskipanir byggja á hetta.

“Feløg sum ráða yvir rættindum einans í styttri tíðarskeið kunnu ikki gera langtíðar íløgur,” skrivar Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari á Varðanum, og leggur afturat: “At selja kvotur á uppboðssølu er eitt vandamikið experiment at fara í holt við. Royndirnar eru sera fáar og úrslitini vánalig í allar flestu førum.”

Dennis Holm, samfelagsfrøðingur og formaður í Fiskidaganevndini, skýtur upp at broyta verandi skipan við tveimum ymiskum tilmælum til fiskimálaráðharran um fiskidagar, soleiðis at eitt nýtt Fiskivinnuráð ístaðin ger eitt felags tilmæli frá fiskivinnu og fiskifrøðingum — og Fiskidaganevndin verður avtikin.

Handilsskipavinnan í Føroyum stendur í menning og partur av frágreiðingini tykist vera at Føroyska Altjóða Skipaskráin (FAS) fær alsamt fleiri útlendsk reiðarí at skráseta síni handilsskip í Føroyum. Samstundis eru avbjóðingarnar fleiri tá talan er um menning og marknaðarføring av FAS og føroyskari handilsskipavinnu — skulu vit hava minni almenna stýring av hesari vinnu, ella skulu vit tora betur at seta størri krøv til útlendsk reiðarí, verður m.a. spurt.

Sjógvur & Fólk nr. 2 kann eisini lesast talgilt á sjogvurogfolk.com, umframt at ein PDF útgáva liggur her: Vanligur PDF (við opnum) | Print-vinarligur PDF (einkultsíður)

Thursday, October 29, 2015

Fiskur og olja: Munur á lokalum og globalum

Dekkið á rækjutrolara.
MARIA OLSEN PHOTO
Fyri føroyingar er tað ikki bara fjákut, men kann eisini vera beinleiðis vandamikið, at javnstilla fiskivinnuna, eina av heimsins mest lokalt forankraðu vinnum, við oljuvinnuna, ið er ímyndin av vinnuligari globalisering og stórkapitali.

Tá vit um túsundáraskiftið av álvara fóru at hugsa um frálands olju og gass sum framtíðar vinnuveg og inntøkukeldu fyri samfelagið, uppstóð ein smart-ljóðandi logikkur í tí almenna orðaskiftinum um vinnupolitikk: fiski- og alivinnan skal, eins og tann spennandi og gylt klirrandi orkuvinnan, síggjast, skiljast og viðgerast í einum nýggjum ljósi: sum tilfeingisvinna.

Eitt fantastiskt orð, tilfeingisvinna; ikki bara olja og gass pluss fiski- og alivinnu, men eisini alt tað grøna so sum vindorka, vatnorka og hvørt av sínum. Alt undir ein hatt. Hetta mundi vera funnin fressur fyri tey — og tey eru, ella vóru, ikki so fá — sum av ymiskum orsøkum ið vit ikki skulu fara inn á her, leingi høvdu ynskt dominansin av fiski- og alivinnuni burtur har piparið grør. Nú hómaðist hjá teimum endiliga ljós fyri framman í formi av einari komandi oljuvinnu sum skjótt hevði kunnað trumfað alt annað av hvat viðvíkur auru av pengum og prestigu. Og her var talan um altjóðagerð og makt sum munaði: lokalir fiskireiðarar kunnu bara pakka saman í allari sammeting við multinational oljufeløg — Harragud, har er eingin samanbering millum bygdafrell við slitnum hands-on leiðslustíli øðrumegin og væl pussað management fólk við fullum bureaukratiskum viðhangi hinumegin, sum vera man aftur við caffè latte mentan og øllum tí metropoliska sum har til hoyrir.

Alt hetta tóktist leggja fram eina ideologiska sleggju, sum lovaði at banka gamlar bygnaðir sundur í mjøl. Okkurt av einari slíkari tilgongd gjørdist eisini veruleiki, upp á gott og ónt.


Næstan komiskt

“Men Havnin, men Havnin, tann deiliga Havn...” fekk næstan ein profetiskan undirtóna í bakgrundini, tá hesin trendur var í hæddini fyri ikki langari tíð síðani. Tá so fallandi oljuprísir av álvara góvu at bíta, og útlitini fyri oljuleiting í føroyskum havumhvørvi fingu eitt bakkast — og tað er so aftur ein søga fyri seg, sum vit heldur ikki ætla okkum nærru inn á í hesum viðfangi — broyttist alt.

Wednesday, September 30, 2015

So leingi kassakúgvin ikki er fiktiv

Miðsavnað uppboðssøla av rættindum til vinnuliga fiskiveiði ljóðar lokkandi fyri summi, meðan onnur ávara um at talan er um eina hvørvisjón — umboðar uppboðssølan framstig og marknaðarbúskap ella niðurgang og planbúskap?

Hugskotið um at skipa almenna ella aðra miðsavnaða uppboðssølu av veiðirættindum hevur fingið fitt av føroyingum at ímynda sær nýggjar inntøkumøguleikar — streymar av inntøkum ið hvørki krevja íkast av egnum peningi ella arbeiðstímar, ei heldur nakað nevnivert tankavirksemi. Hesin rættiliga brádliga íkomni gullfebur, sum rakar bæði høg og lág, tykist serliga herja har ein ávís frástøða er til fiskiskip, fiskaríhavnir, fiskavirkir og tílík fiskivinnulig rakstrargøgn.

Tað sum gevur summum stjørnur ella dollartekin í eyguni er eftir øllum at døma hugsanin um at her ber til at skora hundraðtals milliónir um árið til landskassan umframt aðrar líknandi upphæddir at mjólka í tilfeingisgjaldi — væl at merkja áðrenn fiskivinnan sjálv hevur tjent eina krónu. Harafturat fyristillar man sær hópin sum skal koma omaná: partafelagsskattir, lønarskattir og avgjøld av ymiskum slag.

Sært tú tað almenna sum per definitión besta umsitara av landsins kapitali, ja so kann hetta ljóða sum ein rúsandi dreymur. Hinvegin, um tú búleikast og hevur tína dagligu gongd nærri vinnutólunum, so verður tað at ímynda sær eina so flúgvandi kassakúgv uttan festi í jørð antin naivt ella kyniskt út um mark, ella bæði.


‘Sum ein tíðarferð’

Núverandi skipan hevur verið kritiserað aftur og fram, og eingin ivi er um at ymiskt er í galdandi lóg og praksis sum bæði kann og eigur at betrast. Men at stempla skipanina sum “kommunistiskan planbúskap” og samstundis upphevja eina hugsaða skipan við centralum uppboði av veiðiloyvum sum “frían marknaðarbúskap” er eitt langt lop. Her hava eftir øllum at døma nakrar ideologiskt eldaðar frøðingasálir í sínum ivri at designa samfelagsbúskap vent tingunum á høvdið við tí úrsliti at rumbul er komin í hugtøkini — her er tað so snilt at allir váðar við einari slíkari uppboðssøluskipan eru sum gandaðir vekk, hóast ta avrúsandi sannroynd at eingin veit at siga frá góðum royndum av slíkum skipanum.

Ídag verða tingini gjarna — og tað mundu tey eisini verða í gomlum døgum — klædd í tíðarhóskandi orðingar og smurd inn í vendingar sum skulu glíða væl niður. So tað liggur sjálvandi altíð ein avbjóðing í at hugsa kritiskt og seta spurningar.

Monday, August 31, 2015

Tíðin kann vera komin til felags stev á sjógvi og landi

Spillfeskur toskur.
MARIA OLSEN PHOTO 
Seljarar og keyparar av ráfiski eru samdir um at tilfeingisgjald eigur ikki at verða tikið við kassa eitt — og hóast sera ymisk áhugamál í avreiðingarprísum kundu vinnan á sjógvi og landi drigið felags línu tá talan er um fiskaútflutning.

“Allur fiskur sum verður veiddur av føroyskum kvotum má og skal víðariframleiðast í Føroyum,” segði Føroya Ráfiskakeyparafelag herfyri. “Hetta er avgerandi treytin fyri at føroyska fiskivinnan kann kappast við aðrar,” stóð víðari at lesa í almennum skrivi frá felagnum.

Ráfiskakeyparafelagið vísti á at meðan fiskireiðarar hava kvotur og fiskidagar hava virkini á landi onga rávørutrygd. Hinvegin, sum fiskireiðarar vísa á, eru ongar lógarligar avmarkingar fyri hvørjar nøgdir virkini kunnu framleiða.

Men eitt av argumentunum aftan fyri skrivið frá fiskavirkjunum á landi er kanska ikki so væl kent sum tað átti at verið, nevniliga: Ein meira greitt defineraður føroyskur samleiki í fiskahøpi hevði kunnað verið við til at styrkt kappingarførið hjá tí føroysku fiskivinnuni sum heild og hevði kunnað hækkað virðið á vørum við føroyskum uppruna.

Sum Jógvan Gregersen, formaður í Ráfiskakeyparafelagnum og stjóri á saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strondum, sigur í samrøðu við bloggin Fiskivinnan: “Føroyskur fiskur átti at havt eitt serstakt føroyskt spjaldur, og sjálvandi eigur fiskivinnan á sjógvi og landi at kunna samstarva um hetta. Føroyskur fiskur eigur ikki at enda sum rávøra í láglønarframleiðslu — hann er dýrt veiddur og dýrt virkaður. Í mun til eftirspurningin á heimsmarknaðinum eru tey umleið 500.000 tonsini sum føroyingar fiska nóg lítið til at kunna virðisøkjast munandi. Men sum er verður alt ov nógv av hesum útflutt óvirkað, og tað er óheppið tí harvið fáa vinnan og samfelagið ikki optimalt burtur úr tilfeinginum.”

Regin Mikkelsen, stjóri í Rainbow Seafood og næstformaður í Ráfiskakeyparafelagnum, tekur undir við tí sum formaðurin í felagnum sigur, og leggur afturat: “Eins og nú í stóran mun er eydnast fyri føroyskan alilaks, áttu vit tá tað kemur til vøru frá føroyskari fiskiveiði eisini at bygt upp serligar marknaðir ið eru til reiðar at gjalda eyka fyri júst føroyskan fisk. Alt hetta krevur sjálvandi at vinnan setur seg niður av álvara og leggur eina veruliga ætlan, og tað eigur avgjørt ikki at vera ómøguligt.”

Fleiri av fortreytunum fyri at menna slíkar marknaðir eru longu til staðar: tað ríka og lutfalsliga ódálkaða føroyska havumhvørvið og tann geografiska staðsetingin mitt í Norður Atlantshavi, tann sterka føroyska traditiónin innan fiskivinnu og tað at hendan vinnan er tøkniliga framkomin.

Avbjóðingarnar eru tó ikki at undirmeta.

“Hetta snýr seg sjálvandi eisini um ta kapping sum vit hava um ráfiskin, og har má tað vera eitt krav at allur fiskur sum er veiddur við føroyskum rættindum skal fyrst upp á land í Føroyum,” sigur Regin Mikkelsen. “Síðani verður tað sjálvandi ymiskt umsitingarligt at taka atlit til og har mugu so semjur kunna finnast. Tað sær eisini út til at politikarar eru samdir um hetta sum eitt krav ella málsetning, men so koma undantøkini inni í myndina og hvussu nógv og hvussu umfatandi skulu tey vera? Fyrst mugu vit so staðfesta at fyri at fáa hægri virði í fiskin so er neyðugt at hugsa um føroyskan uppruna sum nakað exklusivt heldur enn rávøra fyri nøkur risastór merkir sum vísa seg at vera heimsmeistarar í at trýsta sínar innkeypsprísir niður ígjøgnum.”

Friday, July 31, 2015

Tí má veiðiliðið eiga skip

Frystitrolarin Enniberg.
At eiga hóskandi skip vísir seg ofta at vera avgerandi fyri at kunna staðfesta fiskiríkidømi og vinna veiðirættindi, eisini í millumtjóða samanhangi, sigur Mortan Johannesen, reiðari fyri Enniberg og fyrrverandi skipari.

Ført hevur verið fram í seinastuni at vinnuligur fiskiskapur kann væl og virðiliga virka og mennast víðari í einari skipan har fiskireiðarar ístaðin fyri at eiga skip velja at leiga sær veiðitól, og at hetta hevði verið búskaparliga optimalt fyri eitt land sum Føroyar. Víst verður á at tey ið reka fiskiskap harvið sleppa undan íløgum í dýr skip og soleiðis kunnu frígera seg frá tyngjandi rentum og avdrøgum — at fiskiskip ístaðin kunnu leigast eftir tørvi og allur kostnaður av hesum dragast frá í rakstrinum sum beinleiðis útreiðslur.

Hetta ljóðar snilt og kann, undir røttum fyritreytum, eisini rigga — í øllum førum í teoriini. Í praksis lýpur tó ketan av so skjótt tankin skal umsetast til fiskivinnuligan veruleika í Føroyum.

Tíðin er ofta ein sera kritiskur táttur tá talan er um fiskarí, og tað óvæntaða kann spæla ein stóran leiklut. Leiting eftir fiski og menning av nýggjum fiskaríum er altíð við í myndini, ikki minst hjá rokskiparum, sum eru gull verdir fyri eitt og hvørt fiskireiðarí.

Eitt framkomið og stórt fiskiskip er sum ein heimur fyri seg — har er ein ørgrynna av umstøðum sum gera seg galdandi, og er okkurt sum ikki riggar so kann tað hava avleiðingar fyri fiskiskapin ella annað, eitt nú trygdina umborð. Tað er tí sera umráðandi at útgera og innrætta skipið upp á best hugsandi máta til tað fiskarí sum talan er um.

Monday, June 29, 2015

Soleiðis kunnu góð endamál sláa bakk

Partrolarar landa í Runavík.
MARIA OLSEN PHOTO
Verandi múrar millum skipabólkar vórðu upprunaliga reistir við samfelagsligari burðardygd fyri eyga; men eru teir vorðnir ein forðing fyri júst hesum gjøgnum at gyrða loyvishavarar inni í avmarkaðum veiðitólum og skerdum møguleikum?

Spyr fiskimenn ella teirra ráðgevarar um hvat fyri nýskipanir innan fiskivinnuna fyrst og fremst eru neyðugar ídag. Eitt svar sum tú kanst rokna við at fáa — frá pørtum við sínamillum annars sera ymiskum sjónarmiðum — er hetta: Tey sokallaðu vatntøttu skottini millum skipabólkar forða fyri menning, eru vorðin eitt haft um beinini á heimaflotanum og mugu sum skjótast skipast um ella takast av. Her tykist eisini ein enn breiðari semja at valda um at fyritreytirnar í fiskivinnuni, sum lógu til grund fyri verandi skipan við skipabólkum, eru púra broyttar síðani 1990ini. Kann tað hugsast at í øllum førum hesin partur av verandi skipan verður endurskoðaður áðrenn langt um líður?

Soleiðis sum skottini millum bólkarnar virka ídag, framstanda argumentini ímóti teimum væl sterkari enn hvat ið kann tala fyri einum framhaldi av teimum í verandi líki.

Ráðgevarar og búskaparfrøðingar ið kenna hampiliga væl til umstøðurnar hjá tí føroyska fiskiflotanum — sum t.d. Bjarni Arnason og Magni Laksáfoss — leggja ikki fingrarnar ímillum tá teir geva til kennar sína hugsan um hesi viðurskifti. Tað sama ger seg galdandi fyri fiskireiðarar við annars ymiskum áhugamálum.

Okkara fiskifloti verður ídag ofta býttur upp í tveir høvuðsbólkar: Tann fyrri er uppsisjóvarskip og verksmiðjutrolarar, og tann seinni, restin, er tað sum undir einum ofta verður kallað heimaflotin. Men galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap býtir fiskifør strangt upp í bólkar eftir stødd og reiðskapi; hetta varð innført fyri umleið 20 árum síðani og gjørdist kent sum partur av fiskidagaskipanini, hóast hesi hugtøk í veruleikanum eru sínámillum óheft. Alt bendir á at serliga heimaflotin er vorðin offur fyri einari ørgrynnu av reguleringum ið tilsamans nú virka sum ein køvandi spennitroyggja — og hetta hendir samstundis sum tann stóra javnvágin í tí føroysku havvistfrøðini hevur flutt seg burtur frá botnfiski og meira yvir til uppisjóvarfisk.

Alt er also broytt síðani 1994/1996.