Monday, November 30, 2015

Uppboðssøla er als ikki tað sama sum fríur marknaður

Makrelarbeiði á Pelagos í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Ein uppboðssøla hellir altíð til seljarans fyrimun og verður sjáldan brúkt í langtíðar ídnaðarligum samstarvi; hví síggja ta føroysku fiskivinnuna sum ein marknað heldur enn at síggja hana sum eina brúgv til marknaðir úti í heimi?

Spæl eina løtu við tann tankan at Hanus Hansen, stjóri fyri JFK, hevði sum heild rætt í sínum almenna hjartasuffi “Byrjanin til endan II” og tí hann uppfylgjandi segði við Útvarp Føroya um framtíðar útlitini fyri ta føroysku fiskivinnuna undir einari skipan við almennari uppboðssølu av veiðirættindum.

Eg hoyri mótmælini fyri mær longu áðrenn hesin tankin er liðugt luftaður, og tað man vera líkamikið um eg vísi til Hanus Hansen ella onkran annan stjóra fyri okkurt leiðandi føroyskt fiskireiðarí — her duga mong ikki at skilja ímillum ymisk mál og eru sera skjót at samanblanda spurningar um vinnuligan kapital við t.d. spurningar um lønarbýti millum privatpersónar. Tískil verður tað í heilum til at “hesir reiðarar skulu bara tiga og ikki grenja um nakað yvirhøvur, teir hava jú fingið milliónir oman á milliónir forerandi” frá tí almenna.

Hesin ‘logikkur’ er blivin etableraður við teoretiskari hjálp av trimum búskaparfrøðingum og lyftur upp til pínliga politiska korrektheit av einum herliði av fjølmiðlafólki sum í fleiri ár hava liðið skerfløt fyri honum.

Tað at summi av hesum miðlafólkum samstundis gjarna vilja rokna seg sum kritisk og granskandi í sínum yrki er ein søga fyri seg, sum vit tó ikki skulu koma nærri inn á her og nú. Men í stuttum er so uppbygd ein følsk og veruleikafjar frásøgn yvir eitt longri tíðarskeið sum ikki minst hevur ávirkað ein vaksandi skara av lesarum, lurtarum og veljarum ið fyri ein góðan part livir av almennari umsiting og almennum tænastum og hevur dagliga gongd uttan fyri fiski- og alivinnu mentanina. Hetta er ein skari sum er vaksin í takt við at arbeiðskraftin til fisk og framleiðslu er minkað so hvørt sum tøknifrøðin er vorðin meira framkomin.


Nøkulunda forstand

Í hesum uppliva vit eina polarisering millum tvær ymiskar mentanir, har fyrsta offur er tann livandi samtalan við øllum sínum nuansum av fakta og atlitum til medmenniskju og teirra legitimu áhugamál. Fyri at koma yvir um hesa støðu er neyðugt at mana ymiskt niður, eitt nú tann flúgvandi samanvavsturin millum vinnulig kapitalviðurskifti og privat lønar- og eigaraviðurskifti. Sjálvandi skulu tílík viðurskifti kunna diskuterast ótarnað; men tey mugu diskuterast hvør í sínum høpi, annars kemur bara ruðuleiki og eingin dialogur burturúr.

So longu her er vandi fyri at orðaskiftið um fiskivinnu og nýskipanir kortsluttar áðrenn tað er komið nakran veg. Tað sum vit kunnu kalla eitt serføroyskt vælsignilsi — hetta at “øll kenna øll” og at tað er “so deiliga stutt frá toppi til tá” at ein og hvør sum vil kann bara taka telefonina og ringja til landsins leiðslu — hetta kann eisini umformast til eitt avskeplað forbannilsi. Um negativir fordómar fáa frítt rásarúm og verða gøddir við hjálp av miðlaverkinum og tí politiska apparatinum, so verður úrslitið lættliga at “øll-kenna-øll” umstøðan fær skeiv og øvundsjúk bein at ganga á. Hvat tað kann bera í sær av ósakligheitum, dárskapi og alskyns fordervi kann ein og hvør við nøkulunda forstandi bara rokna út.

Samstundis bendir alt á at nevndu frøðingar og teirra viðhaldsfólk eru púra óvitandi um at ein uppboðssøla er eitt tól sum verður brúkt lutfalsliga lítið í ídnaðarligum høpi viðkomandi fyri fiskivinnuna, og at hetta tólið einans verður brúkt tá ið tørvur ikki er á serligum atliti til langtíðar álit og samstarv millum keyparar og seljarar. Uppboðssøla er ikki tað sum fyrst og fremst sermerkir marknaðarbúskap.

Tað sum sermerkir vinnufyritøkur ið standa seg væl í einum marknaðarbúskapi, ikki minst innan fiskaídnaðin, er nevniliga góðar langtíðar avtalur og góð langtíðar viðurskifti við keyparar og seljarar so væl sum við myndugleikar og aðrar áhugapartar.

Fiskamarknaðir eru so eitt undantak og eitt slag av spotmarknað har uppboðssøla gjarna verður brúkt; men tann partur av tí samlaða handlinum sum hetta umboðar er sera avmarkaður. Og hyggja vit longur aftur í virðisketuna, heilt aftur til veiðirættindi og kvotur, so verður uppboðssøla einans brúkt í 0.1 prosent av verandi fiskivinnuskipanum, sum Tórheðin Jensen vísir á her.


Hví ger eingin annar soleiðis?

Eina og aleina akademiskur kunnleiki í tjóðarbúskapi, har ástøðin fyrst og fremst byggir á amerikansk viðurskifti sum eru sera ólík okkara, gevur neyvan fyritreytir til at skilja hvørjar avleiðingarnar eitt skriviborðsmodell hevur fyri vinnulig úrslit, arbeiðspláss og tað føroyska samfelagið sum heild, herundir samfelagsbúskapin. Tí er tað eisini alneyðugt at onnur vitan verður tikin við inn í orðaskiftið — vit hava fleiri fólk í vinnuni sum kenna væl og virðiliga til flest øll viðkomandi viðurskifti her og vita sera nógv um tær fyritreytir sum fiskivinnan virkar undir.

Eitt er at stórir ídnaðarligir og handilsligir keyparar arbeiða undir sera skipaðum viðurskiftum og planleggja langt fram í tíðina, eisini tá teir keypa inn frá føroyingum — tað er grundleggjandi í teirra handilstreytum at vilja hava trygd fyri at veitarin kann levera samtært avtalaðar ásetingar um dygd, nøgdir, prís og tíðir. Fyritøkur ið arbeiða á hesum marknað vilja sum vitiligt altíð virka fyri at minka óvissu faktorin so nógv sum møguligt — tess fleiri og størri óvissur, tess meira ósannlíkt at ein handil kann gerast veruleiki, og øvugt: jú færri og minni av óvissum, jú betri útlit fyri at ein verkætlan kann gjøgnumførast og eydnast væl. Av hesum orsøkum vilja seriøsir aktørar á einum vinnuligum marknað — bæð keyparar og seljarar — altíð royna at byggja upp langtíðar samstarv við sínar handilspartnarar, har álit í roynd og veru er tann harðasti og mest haldbari valutin.

Í stuttum: verður máað burtur undan álitinum, koma samstarv og samhandil beinan vegin í vanda. Hetta eru fortreytir sum okkara stóru útflutningsfyritøkur hava livað undir alla tíðina, líka síðani vit fingu ein fiskaídnað.

Og fólk úti í heimi eru eisini imponerað yvir at eitt so lítið land við 50.000 íbúgvum hevur megnað at bygt upp eina fiski- og alivinnu í heimsklassa. Tær fyritøkur sum umboða Føroyar við ávísari tyngd úti á marknaðinum eru sum vera man ikki mangar. Skulu vit her á heimavølli nú til at síggja hesar fáu fyritøkur sum ein “marknað” at troyta hjá tí almenna? Um so er, hví man tað vera at ikki eitt einasta av teimum londunum ið vit kappast við ger soleiðis ímóti sínari egnu vinnu?

No comments:

Post a Comment