Wednesday, September 30, 2015

So leingi kassakúgvin ikki er fiktiv

Miðsavnað uppboðssøla av rættindum til vinnuliga fiskiveiði ljóðar lokkandi fyri summi, meðan onnur ávara um at talan er um eina hvørvisjón — umboðar uppboðssølan framstig og marknaðarbúskap ella niðurgang og planbúskap?

Hugskotið um at skipa almenna ella aðra miðsavnaða uppboðssølu av veiðirættindum hevur fingið fitt av føroyingum at ímynda sær nýggjar inntøkumøguleikar — streymar av inntøkum ið hvørki krevja íkast av egnum peningi ella arbeiðstímar, ei heldur nakað nevnivert tankavirksemi. Hesin rættiliga brádliga íkomni gullfebur, sum rakar bæði høg og lág, tykist serliga herja har ein ávís frástøða er til fiskiskip, fiskaríhavnir, fiskavirkir og tílík fiskivinnulig rakstrargøgn.

Tað sum gevur summum stjørnur ella dollartekin í eyguni er eftir øllum at døma hugsanin um at her ber til at skora hundraðtals milliónir um árið til landskassan umframt aðrar líknandi upphæddir at mjólka í tilfeingisgjaldi — væl at merkja áðrenn fiskivinnan sjálv hevur tjent eina krónu. Harafturat fyristillar man sær hópin sum skal koma omaná: partafelagsskattir, lønarskattir og avgjøld av ymiskum slag.

Sært tú tað almenna sum per definitión besta umsitara av landsins kapitali, ja so kann hetta ljóða sum ein rúsandi dreymur. Hinvegin, um tú búleikast og hevur tína dagligu gongd nærri vinnutólunum, so verður tað at ímynda sær eina so flúgvandi kassakúgv uttan festi í jørð antin naivt ella kyniskt út um mark, ella bæði.


‘Sum ein tíðarferð’

Núverandi skipan hevur verið kritiserað aftur og fram, og eingin ivi er um at ymiskt er í galdandi lóg og praksis sum bæði kann og eigur at betrast. Men at stempla skipanina sum “kommunistiskan planbúskap” og samstundis upphevja eina hugsaða skipan við centralum uppboði av veiðiloyvum sum “frían marknaðarbúskap” er eitt langt lop. Her hava eftir øllum at døma nakrar ideologiskt eldaðar frøðingasálir í sínum ivri at designa samfelagsbúskap vent tingunum á høvdið við tí úrsliti at rumbul er komin í hugtøkini — her er tað so snilt at allir váðar við einari slíkari uppboðssøluskipan eru sum gandaðir vekk, hóast ta avrúsandi sannroynd at eingin veit at siga frá góðum royndum av slíkum skipanum.

Ídag verða tingini gjarna — og tað mundu tey eisini verða í gomlum døgum — klædd í tíðarhóskandi orðingar og smurd inn í vendingar sum skulu glíða væl niður. So tað liggur sjálvandi altíð ein avbjóðing í at hugsa kritiskt og seta spurningar.

Fyri tey mongu sum ikki kenna væl til detaljur í fiskivinnuni kann tað uttan iva vera torført at seta kritiskar spurningar í slíkum høpi — hugskotini skulu jú stava frá serfrøðingum og fáur hevur hug at geva seg út í orðaleik við fólk sum antin hava hægri akademiska útbúgving enn ein sjálvur ella bara ljóða munandi meira sannførd og sikkur enn tey flestu í hesum samanhangi.

Hvussu er og ikki, frásøgnin í tí tí almenna rúminum tykist mestsum drenað fyri innlit og ístaðin fylt á tremur við upplástum pástandum og sveimandi ætlanum.

Ein sølumaður helt fyri at ein uppboðssøla av veiðirættindum minnir um eina tíðarferð aftur til kongaligan einahandil og lenskipanir, har miðsavnað eftirlit yvir tilfeinginum er gjørt so totalt sum til ber. Tá var tað kongur og embætisverk sum avgjørdi, kanska gjøgnum okkurt slag av uppboði, hvør ið skuldi fáa Seyðaoyggjarnar í len og harvið einkarætt til vinnuligt virksemi á Klettunum. “Júst sum talað verður fyri í uppboðssølu hugtakinum,” segði sølumaðurin, “bara í einum øðrum hami, undir øðrvísi formi. Her skal eingin koma og tjena pengar, uttan so at tann politiska skipanin og embætisverkið stýra tí.”


Vegurin fram?

Hóast tað ber til at siga at tørvur kann vera á at dagføra og týðiliggera verandi skipan, kanska á fleiri økjum, so má ásannast at skipanin er bygd við støði í væl innarbeiddum og altjóða viðurkendum spælireglum. Tað snýr seg ikki um at pengarnir stýra vinnuni — tað snýr seg grundleggjandi um fólk og teirra avgerðir, áhaldandi arbeiði og innsatsir, ofta yvir eitt langt áramál, og pengar sum eitt produkt av arbeiði, handli og vinnubúskaparligum avgerðum.

Frásøgnin um uppboðssølu av veiðirættindum roynir at gera rættindi og kvotur til tann totala kapitalin og útihýsir harvið lyklatættum so sum samfelagsligum leikluti hjá verandi aktørum, teirra vinnnutól og íløgur, teirra tøknifrøði og vinnuligu royndir, yrkiskunnleika sum teirra fólk hevur og, ikki minst, teirra kombinatión av skilvísum langtíðar ætlanum og rakstrarligum og praktiskum dugnaskapi. Alt hetta verður uttan himpr bara lopið um, sum um at alt hetta hevur ongan stórvegis týdning.

Tað er uttan iva hugstoytt fyri mong at hoyra fólk sum ikki tykjast medvitað um hesi viðurskifti tala sum um at veiðirættindi eru at meta sum náðigáva frá tí almenna til nøkur útvald. Tey tykjast gloyma at veiðirættindi fyrst og fremst eiga sín uppruna í at fiskivinnan hevur bygt upp nøkur fiskarí og tilhoyrandi vinnuligt virksemi — bureaukratiið hevur ikki bygt vinnuna men er komið seinni sum ein yvirbygnaður.

Eftir tí uppboðssølu leisti sum talan er um so verða eisini loyvis tíðarskeiðini gjørd stutt — hvat ið sjálvandi vil innibera stuttsiktaðar strategiir og harvið størri váða og ótryggleika fyri vinnuna og minni ágóða fyri samfelagið; also, ongar stórar íløgur í nýggj skip ella virkir og enn minni nakrar langtíðar ætlanir. Vegurin fram fyri eina stolta fiskivinnutjóð? Neyvan.

At summi í vinnuni eru komin betur fyri enn onnur av ymiskum orsøkum er greitt, og soleiðis fer tað uttan iva altíð at vera; harvið tó ikki sagt at órímiligir skeivleikar ikki eiga at verða rættaðir. Har eru uttan iva fleiri punkt at tríva í, frá spurningum um sundurbýti av skipabólkum til treytir knýttar at fiskiloyvum; vónandi verður høvi seinni at koma nærri inn á teir spurningarnar.

2 comments: