Thursday, October 29, 2015

Fiskur og olja: Munur á lokalum og globalum

Dekkið á rækjutrolara.
MARIA OLSEN PHOTO
Fyri føroyingar er tað ikki bara fjákut, men kann eisini vera beinleiðis vandamikið, at javnstilla fiskivinnuna, eina av heimsins mest lokalt forankraðu vinnum, við oljuvinnuna, ið er ímyndin av vinnuligari globalisering og stórkapitali.

Tá vit um túsundáraskiftið av álvara fóru at hugsa um frálands olju og gass sum framtíðar vinnuveg og inntøkukeldu fyri samfelagið, uppstóð ein smart-ljóðandi logikkur í tí almenna orðaskiftinum um vinnupolitikk: fiski- og alivinnan skal, eins og tann spennandi og gylt klirrandi orkuvinnan, síggjast, skiljast og viðgerast í einum nýggjum ljósi: sum tilfeingisvinna.

Eitt fantastiskt orð, tilfeingisvinna; ikki bara olja og gass pluss fiski- og alivinnu, men eisini alt tað grøna so sum vindorka, vatnorka og hvørt av sínum. Alt undir ein hatt. Hetta mundi vera funnin fressur fyri tey — og tey eru, ella vóru, ikki so fá — sum av ymiskum orsøkum ið vit ikki skulu fara inn á her, leingi høvdu ynskt dominansin av fiski- og alivinnuni burtur har piparið grør. Nú hómaðist hjá teimum endiliga ljós fyri framman í formi av einari komandi oljuvinnu sum skjótt hevði kunnað trumfað alt annað av hvat viðvíkur auru av pengum og prestigu. Og her var talan um altjóðagerð og makt sum munaði: lokalir fiskireiðarar kunnu bara pakka saman í allari sammeting við multinational oljufeløg — Harragud, har er eingin samanbering millum bygdafrell við slitnum hands-on leiðslustíli øðrumegin og væl pussað management fólk við fullum bureaukratiskum viðhangi hinumegin, sum vera man aftur við caffè latte mentan og øllum tí metropoliska sum har til hoyrir.

Alt hetta tóktist leggja fram eina ideologiska sleggju, sum lovaði at banka gamlar bygnaðir sundur í mjøl. Okkurt av einari slíkari tilgongd gjørdist eisini veruleiki, upp á gott og ónt.


Næstan komiskt

“Men Havnin, men Havnin, tann deiliga Havn...” fekk næstan ein profetiskan undirtóna í bakgrundini, tá hesin trendur var í hæddini fyri ikki langari tíð síðani. Tá so fallandi oljuprísir av álvara góvu at bíta, og útlitini fyri oljuleiting í føroyskum havumhvørvi fingu eitt bakkast — og tað er so aftur ein søga fyri seg, sum vit heldur ikki ætla okkum nærru inn á í hesum viðfangi — broyttist alt.

Og nú tey flestu munu vera við at koma niður aftur á jørðina býðst eisini høvi til at hyggja at einari av teimum størstu og vinnupolitiskt vandamiklastu hvørvisjónum sum uppstóðu undir tí fyrigyklaða oljudansinum: hugsanin um at fiskivinnan og frálands oljuvinnan hava so líkar fyritreytir at arbeiða undir at bulurin av øllum vinnupolitiskum veruleika í Føroyum bara kundi rykkjast upp og flytast sum best ber til.

Tann hugsanin fekk eina ítøkiliga staðseting í myndanini av ‘Fiski- og Tilfeingismálaráðnum’ undir hesum tíðarskeiði. Tað mestsum komiska heitið fyri tað sum ídag snøgt sagt eitur Fiskimálaráðið hvarv tó aftur eftir stutta tíð, tíbetur.

Men í orðaskiftinum hongur framvegis nógv av hugsanini eftir. Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari á Varðanum, er í holt við doktararitgerð sum snýr seg um búskap í fiski- og alivinnuhøpi. Í einari komandi útgávu av blaðnum ‘Sjógvur & Fólk’ manar hann hugsanina væl og virðiliga niður:

“Onkrir frøðingar í Havn føra javnan fram at tá reiðarí sum virka í oljuvinnuni kunnu byggja skip uttan langtíðar avtalur, so eigur sama mynstur eisini at kunna gera seg galdandi í fiskivinnuni. Vanliga hava ‘offshore support vessel’ reiðaríini langtíðar avtalur uppá bróðurpartin av sínum flotum, umframt at hava nøkur leys skip á ‘spot’ marknaðinum, har prísirnir sveiggja sera nógv upp og niður. Tað eru hesi leysu skipini sum nevndu frøðingar tykjast vilja krøkja fiskivinnuna uppí sum grundarlag til samanbering. Men at tann logikkurin ikki hongur ikki saman — hóast talan eru um sjóvinnu sum felagsnevnara — sæst ikki minst aftur í hesum trimum lyklatættum: 1) Oljuvinnan er fullkomiliga altjóða, fiskivinnan er hinvegin national allastaðni og ofta sera lokal. 2) Supply skip eru nógv meira umsetilig enn fiskiskip og kunnu lættari flyta frá einum felti til eitt annað, eisini tvørtur um landamørk. 3) Í øllum sum viðvíkur kapitali og fíggjarligum viðurskiftum arbeiðir oljuvinnan við nógvar ferðir størri tølum enn hvat fiskivinnan ger. Í veruleikanum er munurin so stórur at tað ber í praksis als ikki til at samanbera hesar vinnur.”


Langtíðar sáttmálar

Tórheðin rakar her seymin á høvdið. Her er nevniliga talan um sera ymiskar fyritreytir í alt ov mongum viðurskiftum — kapitalur og íløgur, reglu- og lógarverk, you name it — í sovorðan mun at tað gevur í praksis onga meining at kroysta umfatandi felags vinnupolitisk hugtøk yvir hesar vinnur.

Er ikki talan um skip og sjóvinnu í báðum førum? Jú, hvørki meir ella minni. Sjálvandi hava navigatión, sjómansskapur, viðlíkahald o.a. nógv til felags so at siga tvørtur um alla sjóvinnu; men hesir felagsnevnarar viga ov lítið til at beinleiðis javnmeta fiskivinnu og frálands oljuvinnu í øðrum enn sjóvinnu tekniskum og trygdarligum høpi. Eitt er at marknaðirnir fyri leigu av skipum eru fullkomiliga ymiskir í hesum báðum vinnum. Av tí at oljuvinnan er so global sum hon er, kunnu tey skip sum virka í tí vinnuni í prinsippinum arbeiða tvørtur um øll landamørk, alt eftir hvat uppgávan er. Tað kunnu fiskiskip ikki; fiskivinnan er ikki sum oljuvinnan altjóðagjørd við gjøgnumførdum felags standardum. Hon er nógv meira lokal og national, og á onkrum økjum regional í ávísan mun. Tað er lutfalsliga torført og møtimikið at flyta fiskiskip og teirra virksemi tvørtur um landamørk; harvið tó ikki sagt at onkur reiðarí ikki finnast sum arbeiða tætt saman regionalt og kunnu í avmarkaðan mun deila skip og útgerð sínámillum.

Men at billa sær inn at fiskiskip kunnu bara leigast uttan víðari á einum spotmarknað er ikki bara at misskilja fiskivinnuna, eins og Mortan Johannesen so greitt vísti á herfyri — tað er eisini at misskilja frálands oljuvinnuna har hugskotið skal vera funnið; tí har arbeiða skipini nevniliga helst undir langtíðar sáttmálum.

No comments:

Post a Comment