Friday, July 31, 2015

Tí má veiðiliðið eiga skip

Frystitrolarin Enniberg.
At eiga hóskandi skip vísir seg ofta at vera avgerandi fyri at kunna staðfesta fiskiríkidømi og vinna veiðirættindi, eisini í millumtjóða samanhangi, sigur Mortan Johannesen, reiðari fyri Enniberg og fyrrverandi skipari.

Ført hevur verið fram í seinastuni at vinnuligur fiskiskapur kann væl og virðiliga virka og mennast víðari í einari skipan har fiskireiðarar ístaðin fyri at eiga skip velja at leiga sær veiðitól, og at hetta hevði verið búskaparliga optimalt fyri eitt land sum Føroyar. Víst verður á at tey ið reka fiskiskap harvið sleppa undan íløgum í dýr skip og soleiðis kunnu frígera seg frá tyngjandi rentum og avdrøgum — at fiskiskip ístaðin kunnu leigast eftir tørvi og allur kostnaður av hesum dragast frá í rakstrinum sum beinleiðis útreiðslur.

Hetta ljóðar snilt og kann, undir røttum fyritreytum, eisini rigga — í øllum førum í teoriini. Í praksis lýpur tó ketan av so skjótt tankin skal umsetast til fiskivinnuligan veruleika í Føroyum.

Tíðin er ofta ein sera kritiskur táttur tá talan er um fiskarí, og tað óvæntaða kann spæla ein stóran leiklut. Leiting eftir fiski og menning av nýggjum fiskaríum er altíð við í myndini, ikki minst hjá rokskiparum, sum eru gull verdir fyri eitt og hvørt fiskireiðarí.

Eitt framkomið og stórt fiskiskip er sum ein heimur fyri seg — har er ein ørgrynna av umstøðum sum gera seg galdandi, og er okkurt sum ikki riggar so kann tað hava avleiðingar fyri fiskiskapin ella annað, eitt nú trygdina umborð. Tað er tí sera umráðandi at útgera og innrætta skipið upp á best hugsandi máta til tað fiskarí sum talan er um.


Makrelurin sum dømi

Tú kanst leiga eitt skip til farmaflutning ella aðra bundna uppgávu, men fiskarí? Tað ber til í summum førum í styttri tíðarskeið millum reiðarí sum hava gott sínamillum samstarv frammanundan og kenna hvønn annan væl; men at finna rætt skip til rætta tíð er ikki sum at siga tað.

“Eg vil siga at tað ger allan munin at eiga skipið,” sigur Mortan Johannesen, reiðari fyri flakatrolaran Enniberg. “Tú hevur eitt skip og skalt ikki lata tað frá tær um stutta tíð, og tú kanst gera alt tað við skipið sum er neyðugt fyri at tað skal kunna vera so effektivt sum møguligt. Tað er so nógv sum má tillagast. Um tú skalt leiga skip, so er tað altíð ein stórur spurningur um tú yvirhøvur fært hóskandi skip til leigu og til tíðina, og um tú fært rætt fólk við.”

Mong er dømini um slíkar støður har tað vísti seg at vera avgerandi at eiga hóskandi skip. Sum herfyri tá stríðið stóð við ES og Noreg um rættin at fiska makrel.

“Tann nógvi makrelurin gav møguleika til nýtt fiskarí,” leggur Mortan Johannesen afturat. “Høvdu vit tá ikki havt tey skipini sum vit høvdu, so var tað ómøguligt at lofta hesum møguleika. Vit høvdu ikki klárað at fiska so stórar mongdir av makreli upp á stutta tíð og høvdu ikki kunnað staðið ímóti trýstinum frá ES. Men av tí at vit høvdu førleikan og veiðiorkuna kundu vit staðfesta og prógva til fulnar at so nógvur makrelur var inni á føroyskum øki, og vit vóru før fyri at fiska hann og fáa hann til høldar. Skuldu vit tá verið noydd til at leiga skip fyri at sleppa at fiska, høvdu vit neyvan komið nær námindi hesum.”

At politikarar eru farnir at tosa um at vinnan bara kann leiga sær skip, heldur Mortan Johannesen vera órógvandi. “Eg haldi tey ið vilja at fiskivinnan skal bara leiga sær fiskiskip vita ikki hvat tey tosa um. Og hetta er ikki fyrstu ferð at politikarar og onnur ið fáa ilt av at tað gongur væl hjá summum, vilja so gjarna grípa inn. Eg eri bara bangin fyri at tey seta seg ikki ordiliga inn í tingini og kunnu lættliga gera eina vanlukku. Hetta minnir eitt sindur um teir bíligu koltrolararnar sum alt kórið vildi at vit skuldu hava aftan á kríggið; hetta var jú vitleyst og tað vistu íslendingar, sum sleptu sær av við sínar og keyptu meira modernað skip. Vit fingu ikki meir enn einar tveir-tríggjar av teimum modernaðu trolarunum og teir fingu eyknevnið fólkaflokstrolarar, men teir blivu eitt gullnám.


Duga teir at bøta?

Svágur til Mortan Johannesen, Eiler Jacobsen sáli, var tiltikin fiskiklógv. Eitt av fleiri stórum fiskaríum ið hann gjørdist upprunin til síðst í 1960unum, var Norðsjóvar sildin.

“Tá var um at vera liðugt við sildafiskiskapinum norðan fyri Føroyar, men politikarar vóru sera negativir um tað teir kallaðu ‘Norðsjóvar lygnin’ og trúðu ikki upp á Norðsjógvin sum vinnumøguleika fyri føroyingar. Einaferð Eiler silgdi niður til Hirtshals við einari sildalast sær hann á veg heim aftur, ikki langt norður úr Jyllandi, hvussu alt kókar í sjónum, og steðgar so á fyri at gera eitt kast. Tað vísti seg at yðja í sild og teir fóru so aftur til Hirtshals at landa, og blivu so við í eina tíð har og gjørdu fleiri roktúrar. Skjótt komu onnur skip eisini at fiska har um somu leið, bæði føroyingar og aðrar tjóðir. Og hetta bleiv bjargingin fyri fleiri í Føroyum.”

Um sínar drúgvu royndir við Enniberg, bæði sum skipari og reiðari, leggur Mortan dent á týdningin av at hava gott og væl vant fólk umframt eitt skip í góðum standi í allar mátar.

“Einki skip hevur júst ta útgerð og ta manning sum krevst til akkurát hetta sum vit gera. Tílíkt tekur tíð at byggja upp. Onkur av manningini hevur verið við so leingi sum í 48 ár, og tað er sjálvandi meira enn vanligt. Men arbeiðið umborð er heilt serligt, tað er ikki bara standard rutinur. Tí er tað so avgerandi við góðum fólki — fólk sum duga sítt arbeiði og eru til at líta á. Tað ræður um at ikki noyðast at bróta túr av tí okkurt ikki virkar sum tað skal ella manglar; so tú mást hava allar neyðugar eykalutir við. Tá tú skræðir eitt trol, hvussu nógvir duga at bøta? Munurin millum at skula brúka eina eina løtu og at skula leggja ein heilan dag niður til tílíkt, mitt í fiskiskapi, kann vera avgerandi fyri raksturin.”

No comments:

Post a Comment