Monday, June 29, 2015

Soleiðis kunnu góð endamál sláa bakk

Partrolarar landa í Runavík.
MARIA OLSEN PHOTO
Verandi múrar millum skipabólkar vórðu upprunaliga reistir við samfelagsligari burðardygd fyri eyga; men eru teir vorðnir ein forðing fyri júst hesum gjøgnum at gyrða loyvishavarar inni í avmarkaðum veiðitólum og skerdum møguleikum?

Spyr fiskimenn ella teirra ráðgevarar um hvat fyri nýskipanir innan fiskivinnuna fyrst og fremst eru neyðugar ídag. Eitt svar sum tú kanst rokna við at fáa — frá pørtum við sínamillum annars sera ymiskum sjónarmiðum — er hetta: Tey sokallaðu vatntøttu skottini millum skipabólkar forða fyri menning, eru vorðin eitt haft um beinini á heimaflotanum og mugu sum skjótast skipast um ella takast av. Her tykist eisini ein enn breiðari semja at valda um at fyritreytirnar í fiskivinnuni, sum lógu til grund fyri verandi skipan við skipabólkum, eru púra broyttar síðani 1990ini. Kann tað hugsast at í øllum førum hesin partur av verandi skipan verður endurskoðaður áðrenn langt um líður?

Soleiðis sum skottini millum bólkarnar virka ídag, framstanda argumentini ímóti teimum væl sterkari enn hvat ið kann tala fyri einum framhaldi av teimum í verandi líki.

Ráðgevarar og búskaparfrøðingar ið kenna hampiliga væl til umstøðurnar hjá tí føroyska fiskiflotanum — sum t.d. Bjarni Arnason og Magni Laksáfoss — leggja ikki fingrarnar ímillum tá teir geva til kennar sína hugsan um hesi viðurskifti. Tað sama ger seg galdandi fyri fiskireiðarar við annars ymiskum áhugamálum.

Okkara fiskifloti verður ídag ofta býttur upp í tveir høvuðsbólkar: Tann fyrri er uppsisjóvarskip og verksmiðjutrolarar, og tann seinni, restin, er tað sum undir einum ofta verður kallað heimaflotin. Men galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap býtir fiskifør strangt upp í bólkar eftir stødd og reiðskapi; hetta varð innført fyri umleið 20 árum síðani og gjørdist kent sum partur av fiskidagaskipanini, hóast hesi hugtøk í veruleikanum eru sínámillum óheft. Alt bendir á at serliga heimaflotin er vorðin offur fyri einari ørgrynnu av reguleringum ið tilsamans nú virka sum ein køvandi spennitroyggja — og hetta hendir samstundis sum tann stóra javnvágin í tí føroysku havvistfrøðini hevur flutt seg burtur frá botnfiski og meira yvir til uppisjóvarfisk.

Alt er also broytt síðani 1994/1996.

Tað stirvni sum liggur í skipanini fyri heimaflotan stendur í sterkari andsøgn við tann flexibilitet sum fyrr sermerkti menningina av tí sum seinni bleiv til uppisjóvarvinnuna — tá fiskaðu nøkur skip botnfisk við línu ein part av árinum og royndu ein annan part av árinum eftir sild við gørnum; so við og við gjørdist hetta til ein nótaflota, ídag mest kendur sum uppisjóvarflotin. Kundu vit lært nakað av hesum?


Yvirkapasitetur

Skipanin sum heimaflotin virkar undir ídag inniber sera umfatandi avmarkingar við stongdum leiðum og bindingum viðvíkjandi fiskireiðskapi, umframt tær avmarkingar sum liggja í talinum á fiskidøgum. Fyri uppisjóvarskip og verksmiðjutrolarar kann í prinsippinum sigast at avmarkingar í kvotum svara til avmarkingar í døgum; men hesi skip eru ikki líka skerd við so mongum tekniskum forðingum og megna tess betur at umstilla seg eftir teimum vinnuligu fyritreytum sum til eina og hvørja tíð vilja gera seg galdandi.

Orsakað av m.a. skottunum millum skipabólkarnar ber illa til fult at gagnnýta tann kapital sum verður lagdur í heimaflotan — dagarnir kunnu ikki flytast millum skipabólkar og kunnu ikki við fyrimuni savnast í færri fiskifør sum annars gjørt verður við kvotur hjá uppssjóvarskipum og verksmiðjutrolarum. Eins og víst hevur verið á fyrr í hesum bloggi, galda fiskidagarnir nevniliga einans fyri eitt ár í senn og kunnu av onkrari orsøk ikki eins og kvotur flytast frá einum ári til annað. Her hevur tann grundleggjandi sannroynd neyvan verið umhugsað at í praksis er ógvuliga avmarkað hvussu nógvar fiskidagar eitt skip kann brúka undir einum ári. Sambært fiskireiðarar ber sjáldan til hjá einum fiskifari at nýta meira enn umleið 180 dagar um árið, serliga um ein túrur til Íslands ella Flemish Cap er við, og tað skal hann gjarna fyri at fáa eina nøkulunda nøktandi samlaða veiði. Við øðrum orðum, í einum heimaflota meir ella minni niðurpíndur við ólønsemi og yvirkapasiteti, slepst hvørki at effektivisera ella konsolidera veiðitólini; talan er sostatt um forðingar fyri tillagingum í mun til búskaparligar fyritreytir.

Ein skipan sum skuldi virka stabiliserandi fyri samfelagið gjøgnum at forða fyri størri flytingum av fiskirættindum millum ymisk pláss, gjørdist tískil ístaðin ein búskaparlig og fíggjarlig fella fyri flotan so skjótt minni var at fáa av botnfiski á heimaleiðunum.

“Trupulleikin sum stendur eftir í dag er at heimaflotin hevur skeivar politiskar karmar,” segði Magni Laksáfoss herfyri við blaðið Sjógvur & Fólk. “Tú fært ein stóran yvirkapasitet og allur tann vinningur sum átti at verið til reiðarar, fiskimenn og samfelagið hvørvur. Hugsa tær um tú koyrir taxabil og sleppur bara at koyra tveir dagar um vikuna og ikki sjey — og tú sleppur ikki at koyra har tey flestu fólkini eru. Tað hevði gjørt tað ómøguligt at fingið góðan rakstur í. Undir verandi skipan eru bæði stongdar leiðir og stór avmarking í fiskidøgum, og tað ger at tú situr við einum dýrum kapitalapparati sum tú ikki sleppur at gagnnýta. Og so ert tú fastlæstur í reiðskapi eisini og verður forðaður at brúka tíni dýru vinnutól, av tí at tær politiskt ásettu avmarkingarnar eru so nógvar og so umfatandi sum tær eru.”


‘Á føroyskum hondum’

Bjarni Arnason frá grannskoðaravirkinum NUMO tekur undir við hesari analysu. Í upplegginum ‘Fiskivinnunýskipan’ frá í fjør til politikarar og vinnulívsfólk mælir grannskoðara- og ráðgevingafyritøkan júst til at mørkini millum skipabólkarnar verða tikin burtur. Eitt av lyklahugtøkunum í framløguni verður kallað “eitt opið føroyskt hav” og sipar til meginreglur um størri stabilitet í vinnuni og hægri gagnnýtslu av veiðiorku.

“Fiskiár eru ójøvn á ymsum leiðum, og ‘góðar fiskitíðir’ falla ymiskt á ymsum leiðum,” sigur NUMO í sínum uppleggi. “Tí skulu skipabólkar ikki byrgjast inni til bert at kunna fiska á ávísum leiðum, tvørturímóti skal tað vera møguleiki fyri hjá skipunum at útvega sær veiðimøguleikar allastaðni har føroyskir myndugleikar hava ræði á fiskirættindum — eitt opið føroyskt hav.”

Eisini førir NUMO fram at fiskirættindi eiga at verða útlutað sum “sterkur brúksrættur” við støði í søguligum virksemi, tó við greiðum avmarkingum fyri hvussu stórum parti av teimum samlaðu rættindunum hvørt einstakt fiskireiðarí kann sita á.

Ein triðja súla í modellinum hjá Bjarna Arnason snýr seg um at “kvotur skulu vera frítt umsetiligar” og at “fiskidagar og kvotur skulu kunna umvekslast.” Hetta verður kombinerað við krav um at allur fiskur skal “virkast á føroyskum skipum og virkjum.” Her verður lagt afturat at “landsstýrismaðurin kann verða heimilaður at veita undantak frá hesu reglu, um hetta eyðsæð fær óhepnar avleiðingar.” Mælt verður til at samlaðar kvotur fylgja ráðum frá óheftum stovni fyri veiði umframt at brúka tekniskar reguleringar; tó verður ikki útgreinað hvørt verandi reguleringar sum heild skulu herðast ella linkast. Eisini verður lagt upp til eitt “veiðigjald, sum loyvir kapitaldannilsi í vinnuni og fremur effektivitet” og sum er “grundað á mett úrslit komandi ár við møguleika fyri regulering í árinum.” Harafturat er dentur lagdur á at varðveita “veiðiamboðini á føroyskum hondum.”


Samlaðan boðskap

Fleiri í fiskivinnuni taka undir við sjónarmiðinum um at tann lutvíst tvungna samansetingin av skipabólkum er vorðnir ein bygnaðarlig forðing fyri menning í stórum pørtum av vinnuni og tí eigur at verða endurskoðað og møguliga avtikin heilt.

Evnið er tó politiskt viðbrekið og fiskireiðarar velja ofta at ikki úttala seg alment um spurningin. Millum reiðararnar eru eisini teir sum meta at eitt ov ójavnt býti av veiðirættindum er vorðin ein høvuðstrupulleiki, at virðini ídag fyrst og fremst liggja í uppisjóvarfiski heldur enn botnfiski, og at støði eigur nú at verða tikið í hesum tá talan er um útlutan av veiðiloyvum.

“Vinnupolitiskt má arbeiðast út frá tí veruleika sum vit nú einaferð hava,” segði eitt umboð fyri eitt av reiðaríunum uttan at vilja leggja navn til. “Her má so ásannast at í løtuni síggjast stórir mótsetningar í vinnuni og í samfelagnum sum heild, ikki minst orsakað av at makrelkvotur verða útlutaðar ov ójavnt. Tá tað er sagt vil eg samstundis halda at ein stórur partur av heimaflotanum er komin í óføri av tí yvirkapasiteti sum valdar millum fleiri av teimum bólkunum. Landið kundi gjørt upp við støðuna og sagt sum so at út frá dagsins lívfrøðiligu sannroynd liggja tey áhugaverdu virðini fyrst og fremst í uppisjóvarfiskinum, og rættindi eiga at verða útlutað við hesum í huga. Sum støðan er í løtuni má okkurt gerast og tað skjótt, annars er vandin stórur fyri sera óhepnum samfelagsligum og vinnuligum avleiðingum.”

Ymiskar meiningar kunnu vera um hesi viðurskifti, í samfelagnum sum heild og eisini millum tey ið varða av fiskivinnuni. Summi meina t.d. at uppisjóvar boomið kann hvørva líka so brádliga sum tað kom, skuldu tær vistfrøðiligu fyritreytirnar broytst í ávísan mun. Eisini meina fleiri at tað er neyðugt fyri Føroyar at hava nakrar størri aktørar sum vinna so mikið av peningi at teir kunnu kappast á rímiliga høgum altjóða stigi.

“Men,” legði reiðaríkeldan afturat, “eitt tað týdningarmesta beint nú fyri vinnuna er at hon stendur saman um ein greiðan, samlaðan boðskap til ta politisku skipanina viðvíkjandi hvussu hon ynskir at komandi nýskipanir skulu síggja út. Tað var júst tað sum alivinnan gjørdi í sínari tíð, og tað var skilagott av teimum. Gera vit ikki hetta í fiskivinnuni eisini, so kann vandi vera fyri at onkur politiskt motiverað lappaloysn verður smoygd oman yvir okkum áðrenn vit vita av.”

No comments:

Post a Comment