Monday, August 31, 2015

Tíðin kann vera komin til felags stev á sjógvi og landi

Spillfeskur toskur.
MARIA OLSEN PHOTO 
Seljarar og keyparar av ráfiski eru samdir um at tilfeingisgjald eigur ikki at verða tikið við kassa eitt — og hóast sera ymisk áhugamál í avreiðingarprísum kundu vinnan á sjógvi og landi drigið felags línu tá talan er um fiskaútflutning.

“Allur fiskur sum verður veiddur av føroyskum kvotum má og skal víðariframleiðast í Føroyum,” segði Føroya Ráfiskakeyparafelag herfyri. “Hetta er avgerandi treytin fyri at føroyska fiskivinnan kann kappast við aðrar,” stóð víðari at lesa í almennum skrivi frá felagnum.

Ráfiskakeyparafelagið vísti á at meðan fiskireiðarar hava kvotur og fiskidagar hava virkini á landi onga rávørutrygd. Hinvegin, sum fiskireiðarar vísa á, eru ongar lógarligar avmarkingar fyri hvørjar nøgdir virkini kunnu framleiða.

Men eitt av argumentunum aftan fyri skrivið frá fiskavirkjunum á landi er kanska ikki so væl kent sum tað átti at verið, nevniliga: Ein meira greitt defineraður føroyskur samleiki í fiskahøpi hevði kunnað verið við til at styrkt kappingarførið hjá tí føroysku fiskivinnuni sum heild og hevði kunnað hækkað virðið á vørum við føroyskum uppruna.

Sum Jógvan Gregersen, formaður í Ráfiskakeyparafelagnum og stjóri á saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strondum, sigur í samrøðu við bloggin Fiskivinnan: “Føroyskur fiskur átti at havt eitt serstakt føroyskt spjaldur, og sjálvandi eigur fiskivinnan á sjógvi og landi at kunna samstarva um hetta. Føroyskur fiskur eigur ikki at enda sum rávøra í láglønarframleiðslu — hann er dýrt veiddur og dýrt virkaður. Í mun til eftirspurningin á heimsmarknaðinum eru tey umleið 500.000 tonsini sum føroyingar fiska nóg lítið til at kunna virðisøkjast munandi. Men sum er verður alt ov nógv av hesum útflutt óvirkað, og tað er óheppið tí harvið fáa vinnan og samfelagið ikki optimalt burtur úr tilfeinginum.”

Regin Mikkelsen, stjóri í Rainbow Seafood og næstformaður í Ráfiskakeyparafelagnum, tekur undir við tí sum formaðurin í felagnum sigur, og leggur afturat: “Eins og nú í stóran mun er eydnast fyri føroyskan alilaks, áttu vit tá tað kemur til vøru frá føroyskari fiskiveiði eisini at bygt upp serligar marknaðir ið eru til reiðar at gjalda eyka fyri júst føroyskan fisk. Alt hetta krevur sjálvandi at vinnan setur seg niður av álvara og leggur eina veruliga ætlan, og tað eigur avgjørt ikki at vera ómøguligt.”

Fleiri av fortreytunum fyri at menna slíkar marknaðir eru longu til staðar: tað ríka og lutfalsliga ódálkaða føroyska havumhvørvið og tann geografiska staðsetingin mitt í Norður Atlantshavi, tann sterka føroyska traditiónin innan fiskivinnu og tað at hendan vinnan er tøkniliga framkomin.

Avbjóðingarnar eru tó ikki at undirmeta.

“Hetta snýr seg sjálvandi eisini um ta kapping sum vit hava um ráfiskin, og har má tað vera eitt krav at allur fiskur sum er veiddur við føroyskum rættindum skal fyrst upp á land í Føroyum,” sigur Regin Mikkelsen. “Síðani verður tað sjálvandi ymiskt umsitingarligt at taka atlit til og har mugu so semjur kunna finnast. Tað sær eisini út til at politikarar eru samdir um hetta sum eitt krav ella málsetning, men so koma undantøkini inni í myndina og hvussu nógv og hvussu umfatandi skulu tey vera? Fyrst mugu vit so staðfesta at fyri at fáa hægri virði í fiskin so er neyðugt at hugsa um føroyskan uppruna sum nakað exklusivt heldur enn rávøra fyri nøkur risastór merkir sum vísa seg at vera heimsmeistarar í at trýsta sínar innkeypsprísir niður ígjøgnum.”


Lítil marknaður

Bæði Jógvan Gregersen og Regin Mikkelsen taka undir við at tilfeingisgjald á veiddan fisk eigur ikki at verða tikið longu í fyrsta liði í virðisketuni — hetta vil minka um virknan kapital og avmarka førleikan hjá vinnuni at skapa meirvirði og arbeiðspláss. Hinvegin eru teir inni á at eitt gjald kundi verðið lagt á fisk sum verður avreiddur uttanlands og á fisk sum fer óvirkaður av landinum.

“Heldur enn at leggja tilfeingisgjald á vinnuna áðrenn nakrir pengar eru slopnir at virka, kundu vit brúkt eitt slíkt gjald sum stýriamboð,” sigur Jógvan Gregersen. “Vit kundu upp á tann mátan fingið lagt vinnuna meira til rættis eftir tí sum er strategiskt, soleiðis at vit kunnu fáa hægst møguliga virði burtur úr føroyskum fiski við hjálp av virðisøking og einum týðiligum føroyskum identiteti.”

Millum reiðarar og fiskimenn er tónin merktur av varsemi í mun til spurningin um at tvinga alla veiði umvegis føroyskar hendur, av ótta fyri vánaligum avreiðingarprísum. Hesin óttin kann uttan iva kennast yvirdrivin í summum førum men hinvegin kann hann sum heild neyvan sigast at vera heilt ógrundaður.

“Marknaðurin er bara for lítil í Føroyum,” sigur ein fiskireiðari sum ikki ynskir at leggja navn til. “Sjálvandi er ynskiligt at føroyskur fiskur í størst møguligan mun verður avreiddur her; tó eiga vit at ansa eftir at vit ikki koma í eina ov fastlæsta støðu. Tann avmarkaði dynamikkur sum vit hóast alt hava á marknaðinum ídag kann hvørva heilt um vit seta tilfeingisgjald eftir hvar fiskurin verður seldur. Tað verður ein enn størri avskeplan av marknaðinum og har verður einki pláss fyri nøkrum valmøguleikum, serliga í teimum førum tá virkini í Føroyum hava ov mikið av fiski og ikki kunnu bjóða nøktandi prís, uttan mun til góðskuna á fiskinum. Hvat er tá at gera, annað enn at avreiða fyri undirprís — um ikki hin møguleikin er til staðar, nevniliga at bjóða øðrum fiskin?”


‘Má gerast við skili’

Søluvirðið á feskum fiski í Føroyum svingar, og at gagnnýta hetta fyri at fáa frægasta prís er nakað sum tað føroyska veiðiliðið altíð hevur gingið høgt uppí.

Hetta er kanska ein natúrligur skilnaður millum áhugamálini hjá teimum ið avreiða og teimum ið keypa ráfiskin. Hinvegin átti einki at verið til hindurs fyri at partarnir seta seg saman og finna fram til eina felags støðu til spurningar sum knýta seg at yvirskipaðum málsetningum — og tað inniber eisini at skilmarka júst hvørjir teir málsetningarnir skulu vera fyri ta føroysku fiskivinnuna. Har verður ein semja um at fáa hægst møguligt virði burtur úr tilfeinginum sostatt ein grundarsteinur.

Jógvan Gregersen heldur tó ikki at fiskimonnum og reiðarum nýtist at óttast lágar prísir: “Makrelurin bleiv tvingaður upp á land í Føroyum, síðani komu tvey nýggj virkir innan sera stutta tíð. So eg haldi ikki at veiðiliðið skal bera bangheit fyri prísdumping í Føroyum. Um útlendingar hava bíligari arbeiðsútreiðslur kunnu teir bara bjóða ein hægri prís enn teir føroysku framleiðarnir og tann vegin dekka eitt føroyskt útflutningsgjald.”

Meira skal helst til fyri at sannføra allar partar um hvat ið skal gerast og ikki fyri at styrkja útflutningin, men okkurt bendir á at partarnir eru ikki so langt frá hvørjum øðrum kortini.

Spurningurin um hvørja støðu fiskivinnan hevur til tilfeingisgjald er eisini eitt dømi um tørvin á at samansjóða sjónarmið til felags kós. Yvirhøvur tykist fiskivinnan taka undir við einum slíkum gjaldi, so leingi tað verður uppfatað sum rímiligt. At gera sum hevur verið gjørt í seinastuni, nevniliga leggja eitt rættiliga høgt, meir ella minni tilvildarligt, avgjald á bara makrel og sild longu í fyrsta liði í virðisketuni, hevur fingið lemjandi atfinningar frá fleiri síðum í vinnuni bæði á sjógvi og landi. Hetta kom m.a. fram í blaðnum Sjógvur & Fólk herfyri.

“Vit mugu viðurkenna at okkara virksemi hevur við sær ávísar kostnaðir fyri landið,” viðmerkir reiðarin. “Her er talan um rakstur og íløgur í sambandi við Havstovuna og Fiskiveiðieftirlitið umframt útreiðslur av fiskivinnusamráðingum. Alt hetta átti fiskivinnan at goldið fyri, og tað kundi verðið gjørt umvegis eitt tilfeingisgjald sum fór í ein grunn harav ein ávísur prosentpartur so varð settur av á hvørjum ári til slíkar kostnaðir. Eg trúgvi neyvan nakar hevði mótmælt um hetta varð gjørt við skili.”

No comments:

Post a Comment