Monday, August 18, 2014

Fekk fiskidagaskipanin nakrantíð sín kjans?

Upsafiskiskapur undir Føroyum.
MARIA OLSEN PHOTO
Í sambandi við Sjómannadagin í Klaksvík varð skipað fyri Fiskivinnutingi tann 20. august, har m.a. tann føroyska fiskidagaskipanin fekk umtalu – her eru tríggir spurningar til panelið.

Vit fingu fiskidagaskipanina í 1996 fyri botnfiskiskapin undir Føroyum. Skipanin varð innførd ístaðin fyri ta kvotuskipan sum var komin við tí nýggju lógini um vinnuligan fiskiskap, samtykt tvey ár frammanundan.

Skipanin varð, og verður framvegis av mongum, mett sum í princippinum skilagóð og hóskandi fyri blandað fiskarí, sum ofta er veruleikin í botnfiskiskapi undir Føroyum – tað er í nógvum førum praktiskt ógjørligt hjá fiskiskipum at stýra neyvt hvat slag av fiski ið tey fáa.

Men tann stóri fyrimunurin, sjálvt hugskotið við dagaskipanini skuldi vera hetta: skipanin skal vera sjálvregulerandi soleiðis at skilja at fiskivinnan ikki skal útsetast fyri óneyðuga stóra óvissu orsakað av broytingum í fiskidøgum frá einum ári til annað. Við øðrum orðum, skipanin er ikki ætlað til at hava politisk ella administrativ inntriv á hvørjum ári alt eftir hvat stovnsmetingarnar siga. Er lítið til av fiski, so verður eisini fiskað relativt lítið tí talið á fiskidøgum er avmarkað, og umvent, er nógv til so verður eisini relativt nógv fiskað, tó aldri meira enn hvat talið á fiskidøgum gevur møguleika til.


Fyri tey fólk sum arbeiða í vinnuni sigur tað seg sjálvt at ein sjálvregulerandi skipan er betri enn kvalandi bureaukrati og ótryggar rammur. Men skal ein fiskidagaskipan virka sum hon skal, so krevst, sum Kjartan Hoydal fleiri ferðir hevur víst á, at støði verður tikið júst í hesari skipan tá ráðgeving verður bíløgd frá stovnum sum ICES og Havstovuni.

Verður hetta ikki gjørt – og tað verður tað framvegis ikki so vítt eg veit – so kemur skeiv ráðgeving burturúr, og skipanin verður undirminerað sum tíðin líður. Hetta tí ráðgevingin byggir á heilt aðrar fyritreytir enn tað sjálvvirkandi princippið sum er sjálvur kjarnin í verandi dagaskipan. Ístaðin kemur tann ráðandi frásøgnin at snúgva seg um at vit við hesari fiskidagaskipan ikki fylgja tí vísindaligu ráðgeving sum vit keypa okkum, og harvið gerast vit ótrúverdig, og tað er í longdini ein ótolandi støða at vera í.

Tað eigur also eftir fiskidagaskipanini ikki at vera neyðugt at útluta fiskidagar av nýggjum á hvørjum ári undir broyttum fyritreytum, alt eftir hvat seinastu stovnsmetingar siga. Hinvegin áttu somu stovnsmetingar saman við hagtølum yvir landingar o.a. at verið grundarlag undir neyðugum tillagingum við jøvnum millumbilum, t.d. fimta hvørt ella tíggjunda hvørt ár.

Spurningur til Fiskidaganevndina (og gjarna Fiskimálaráðið): Um so er at fiskidagaskipanin (av misgáum ella við vilja) ikki er sloppin at virka til fulnar higartil orsakað av at samstarvið við ICES og Havstovuna hevur alla tíðina bygt á kvotuskipan við støði í ár-til-ár broyting í fiskidøgum, er ætlanin at gera nakað við hendan spurning?

Spurningur til Reiðarafelagið: Havandi í huga at so at siga øll fiskivinnan í stóran mun er merkt av natúrligum óvíssufaktorum – fyri ikki at tala um 2018 trupulleikan -- er tað vinnuliga nøktandi fyri fiskireiðarí at skula hava sínar regulativu karmar broyttar á hvørjum ári?

Spurningur til Fiskidaganevndina og Reiðarafelagið (og gjarna Fiskimálaráðið): Í hvussu stóran mun eru fiskidagarnir higartil skornir niður tilsamans, og er við hesum í huga nakar vandi fyri at niðurskurðirnir kunnu fáa eina “netto negativa” ávirkan á fiskivinnuna?

No comments:

Post a Comment