Thursday, October 30, 2014

Langtberandi fiskidagar?

Við at hyggja nærri at hvussu uppsjóvarskip og verksmiðjutrolarar hava gjørt fyri at klára seg, ber uttan iva til at broyta fiskidagaskipanina til tað betra fyri heimaflotan — ikki minst tá tað kemur til tað stirvna uppbýtið av skipabólkum.

Línuskipið Havbúgvin landar í Havn.
MARIA OLSEN PHOTO
Føroysk uppisjóvarskip og verksmiðjutrolarar hava ein sunnan rakstur og eina hóskandi tilfeingisrentu sambært búskaparfrøðingar. Tískil eiga okkara politikarar ikki at gera nakað í óðum verkum her — never change a winning team. Hinvegin stendur so illa til við heimaflotanum at talan er um ein vinnupolitiskan trupulleika; yvirkapasitetur saman við yvirregulering ger tað torført hjá teimum skipunum at klára seg.

Tað lógar- og regluverk sum fastlæsir skip og bátar í sokallaðar skipabólkar — ávísar kategoriir út frá fiskireiðskapi og stødd á fiskifari — er eitt dømi um forðing fyri neyðugum tillagingum og rationaliseringum, og ger tað torført at fáa lønsemi í raksturin hjá reiðaríunum.

Grundgevingarnar fyri at hava eitt strangt býti millum skipabólkar vóru ikki minst samfelagsligar, nevniliga at skipanin skuldi fyribyrgja dramatiskum flytingum av fiskirættindum og í so máta virka stabiliserandi fyri lokalsamfeløgini. Men eitt er gott endamál, eitt annað búskaparligur veruleiki.

Um ein reiðari keypir eitt skip við tilhoyrandi veiðirættindum, so kann viðkomandi rationalisera sín raktstur við at taka burtur yvirkapasitet. Tað kann gerast við t.d. at selja eitt skip uttan at selja tilhoyrandi rættindi og ístaðin leggja tey rættindini aftur at verandi loyvi hjá øðrum skipi, soleiðis at eftirverandi skip hjá reiðarínum hava nóg mikið av rættindum. Soleiðis hevur gongdin verið millum uppisjóvarskip og millum verksmiðjutrolarar, og hesir flotar eru ídag væl fyri og hava t.d. ikki nakran størri yvirkapasitet at dragast við. Men í heimaflotanum, sum virkar undir fiskidagaskipanini, er øðrvísi. Her fær eitt reiðarí ikki fullan ágóða av at leggja loyvir saman.

Eitt er at skipið liggur fast í sínum bólki og kann ikki flytast úr einum bólki í annan — tú kanst ikki uttan víðari keypa eitt línuskip og brúka tilhoyrandi fiskidagar til garnaveiði. Júst slíkur flexibilitetur var annars í sínari tíð upprunin til tað sum seinni gjørdist okkara uppisjóvarfloti — skipini royndu við línu eftir toski og øðrum botnfiski ein part av árinum og skiftu til garnaveiði eftir sild ein annan part av árinum. Seinni fóru summi at útgera seg við nót og, sum sagt verður, the rest is history.

Síðani kemur at fiskidagarnir eru avmarkaðir til eitt ár í senn, og tað er torført í praksis hjá einum fiskiskipi at brúka meir enn einar 180 effektivar fiskidagar um árið, serliga um kvotur undir Íslandi ella við Flemish Cap eru uppií, og tað eru tær hjá flestu línuskipum sum klára at fáa endarnar at røkka saman. Um tú hevur eitt línuskip og vilt keypa eitt afturat við loyvi og døgum fyri síðani at selja annað skipið út úr bólkinum, kanska av landinum, og leggja fiskidagarnar aftur at hinum, so skuldi hetta kunnað givið ein sokallaðan rationaliserings vinning. Men í veruleikanum fært tú bara partvís hendan vinning og gevur samstundis øllum reiðarunum í sama skipabólki ókeypis líka nógvan ágóða av hesum, í og við at færri skip tá eru eftir í bólkinum aftaná at tað eina skipið er farið út. Alt gott um tað, men ein vinnulig fyritøka skal geva búskaparligt avkast og tað er avmarkað hvussu nógv hon kann offra seg fyri aðrar fyritøkur.


Marinpark neyvan ætlanin

Yvirkapasitetur hevur serliga víst seg at vera ein trupulleiki í bólkinum línuskip. Tá fiskidagaskipanin kom í 1996 varð eitt stórt arbeiði gjørt fyri at rokna út veiðitrýst og meta um skipabólkar eisini út frá samfelagsligum sjónarmiði, og alt gott um tað. Síðani vórðu ‘vatntøtt skott’ sett millum bólkarnar. Uttan iva var tilgongdin ávirkað av tí sum var við at henda tá í Íslandi, Kanada og aðrastaðni, har fleiri lokalsamfeløg vóru illa roynd av at fiskikvotur vórðu seldar av einum plássi til annað, meðan talið á reiðaríum minkaði dramatiskt og alsamt meira av virkseminum kring fiskivinnuna varð savnað á nøkrum heilt fáum plássum.

Vissuliga hava vestmenningar og sørvingar selt skip og rættindi fyri góðar pengar, men lítið bendir á at tær lokalsamfelagsligu avleiðingarnar hava verið so oyðandi í Føroyum at tað kann samanberast við tað sum er hent í londum sum geografiskt eru nógv størri og hava nógv longri ímillum tey ymisku plássini.

Nógv vatn er runnið í sjógvin undir teimum skjótt 20 árunum sum eru gingin síðani 1996, tá fiskidagaskipanin kom. Tíðin er kanska búgvin til at endurskoða í øllum førum partar av hesari skipan. Argumentið um at varðveita fiskidagar sum regulering til blandaðan botnfiskiskap er fínt — við fiskidøgum slepst undan óneyðugari útblaking og tørvinum á at svika við veiðihagtølum.

Men tað stirvna uppbýtið av skipabólkum eigur uttan iva at verða endurskoðað til frama fyri eitt munandi meira einfalt uppbýti, eitt nú millum stórdrift og smádrift. Síðstnevnda kategori kundi verið fyri útróðurin og kundi havt leiklutin at uppfylla eina samfelagsliga funktión heldur enn at skula geva hægst møguligan fíggjarligan vinning. Restin kundi verið skipað soleiðis sum reiðarnir sjálvir ynskja tað.

Hartil kemur í sambandi við tann nógva makrelin í føroyskum sjógvi sum er býttur út í seinastuni til uppsisjóvarskip, flakatrolarar, rækjuskip og onnur, herundir skip í heimaflotanum, at síðstnevndi bólkur — heimaflotin, øll tey skipini sum virka undir fiskidagaskipanini — hevur aðrar og meira restriktivar reglur at liva undir enn hinir bólkarnir.

Ein annar trupulleiki er at ov nógvir óbrúktir fiskidagar liggja í skipanini — reiðaríini fáa sínar fiskidagar endurnýggjaðar á hvørjum ári, bara við at brúka 60 prosent av teimum. Skipanina hevði helst blivið meira dynamisk — og tað loysti seg meira fyri tann einstaka reiðaran at rationaliserað raksturin í mun til fiskidagar — um kravið fyri gagnnýttar fiskidagar í einum fiskiári varð sett upp nakað, kanska til eini 75 prosent. Tá hevði talið á deyðum døgum minkað, og skipanin hevði verið meira effektiv og meira hevði komið burturúr.

Fyri alt tað nýtast fiskidagarnir heldur ikki at vera avmarkaðir til eitt ára tíðarskeið. Skipanin kundi møguliga verðið løgd um til fiskidagar fyri 10-ára skeið ístaðin. Tað hevði sannlíkt gjørt tað lættari hjá reiðaríum at rationaliserað og fingið fullan ágóða av tí.

Eisini man tíðin vera komin til at lata upp nakrar av teimum fiskileiðunum sum einaferð í tíðini vórðu ‘fyribils stongdar‘ — eftirhondini er talan um sera umfatandi partar av landgrunninum sum meir ella minni alla tíðina eru stongdir serliga fyri troling men eisini fyri annan fiskiskap, og enn hevur einki verið at hoyrt um nakrar av teimum vísindaligu kanningunum sum skuldu siga hvørji árin hesar steingingar høvdu á fiskastovnar og havvistfrøði. Tað var neyvan ætlanin at helmingurin av landgrunninum skuldi enda sum marinpark.

No comments:

Post a Comment