Wednesday, July 16, 2014

2018 er nú ein tikkandi bumba

Uppisjóvarskipið Tummas T við bryggju í Runavík.
MARIA OLSEN PHOTO
Vit eiga ikki at blanda smádrift og stórdrift saman tá vit tosa um 
fiskivinnu, tí talan er um grundleggjandi ymiskar fyritreytir; men tryggir karmar í lógum og reglum eru altavgerandi fyri framgongd í allari vinnu.

Tá tað snýr seg um at tryggja búskaparliga framgongd í vinnulívinum og samfelagnum yvirhøvur, man neyvan nakað kunna sigast at hava størri týdning enn hetta: eitt støðugt lógar- og regluverk. Ein og hvør sum kennir rímiliga væl til vinnuligt virksemi og tess fyritreytir veit hví tað at hava tryggar karmar at virka undir er so grundleggjandi fyri fyritaksemi, trivnað og kappingarføri. Og hetta hevur einki við rúmdarvísindi at gera.

Men spurningurin er um vit hava nøktandi politiskan stabilitet í tí føroyska umhvørvinum – um okkara fiskivinna sum heild hevur nóg tryggar karmar at virka í. Tíverri líður føroysk fiskivinna, um enn í minni mun, undir nøkrum av teimum somu trupulleikunum sum hendan vinna líður undir í londum vit plaga at samanbera okkum við. Sagt heilt einfalt er instabilitetur í lógar- og regluverki tann keðiligi felagsnevnarin.

Orsøkirnar til hesa støðu kunnu ofta tengjast at ósemjum – millum fiskivinnu, almennar myndugleikar, politikarar, vísindaligar ráðgevar og aðrar partar – kring spurningar um veiðirættindi, burðardygd, umhvørvi og annað.

Talan er um fleiri ymiskar fiskivinnur. Munurin millum t.d. útróður og uppisjóvarvinnu er so stórur at tað er ofta høpisleyst at viðgera so ymiskar vinnur í sama viðfangi; bæði lívfrøðiligar og vinnuligar fyritreytir eru fullkomiliga ólíkar, ikki minst í mun til tørv á kapitali og tøknifrøði herundir reiðskapi.

Siga vit at útróður og onnur smærri fiskivinna hevur samfelagsligan – herundir bæði mentanarligan og búskaparligan – týdning, so er tað eisini uttan iva rætt. Vit skulu bara minnast til at hetta byggir á fyritreytir sum ofta, av órøttum, koma í bland við fyritreytir galdandi fyri meira kapitalkrevjandi sløg av vinnu. Í stuttum liggur tann samfelagsbúskaparligi vinningurin í smáfiskiskapi sum oftast í at virksemið gevur arbeiði og livibreyð, umframt royndir og vitan, fyrst og fremst fyri tey sum fáast beinleiðist við tað – tað eigur at verða virt og viðgjørt við støði í hesum, og ikki út frá hagtølum yvir íløgur, lønarútgjaldingar ella partafelagsskatt. Her eigur ein politisk leiðregla at vera opinleiki og løtt atgongd fyri øll, tó sjálvandi við ávísari stýring; tí her eigur at vera pláss fyri lutfalsliga mongum luttakarum.

Øðrvísi er við meira kapitalintensivum virksemi so sum uppisjóvarskip ella frystitrolarar. Her er talan um skipaðan ídnað, og her krevjast nógvir pengar fyri at tað skal kunna bera seg búskaparliga og mennast víðari. Tað inniber m.a. stóra fígging og langtíðar verkætlanir. Gongdin í seinastuni hevur verið at veiðirættindini eru vorðin alsamt meira savnað undir fáum aktørum. Umhugsa vit hvussu lítið tað føroyska samfelagið er, má kortin ásannast at eini fimm lutfalsliga sterk reiðarí er ikki eitt lágt tal í hesum høpi.


Krevur gott stev

Hvat er tað so sum hóttir og órógvar tann politiska stabilitetin í hesum vinnum? Tosar tú við tey sum varða av uppisjóvarskipum og frystitrolarum, so kemur tú skjótt fram til at tann heilt stóri spurningurin í løtuni – elefanturin í rúminum, sum eingin tykist vilja tosa um alment – eitur 2018.

Undir verandi lóg falla nevniliga øll veiðirættindi burtur á midnátt tann 31. december 2017. Enn veit eingin hvat hendir tá. So, hvør fer at byggja skip undir slíkum umstøðum, hvør kann gera langtíðar handilssáttmálar, ella hvør ungur persónur við nýggjari navigatións- ella maskinútbúgving velur fiskivinnuna við so stórari óvissu hangandi yvir sær?

Av tí at fiskivinnan framvegis fyllir so nógv sum hon ger í tí føroyska samfelagnum, má tað sigast at vera sera óheppið at vit ikki hava fingið eitt meira støðugt politiskt umhvørvi fyri vinnuna at virka undir.

Tann viðfáningur sum er eftir av fiskivinnu í t.d. ES, USA og Australia ekur fyri tað mesta á knøunum aftan á áratíggju av óneyðugum niðurskurðum og yvirreguleringum, og tað er bæði synd og skomm, ikki minst við atliti til tey lokalu og regionalu samfeløg sum eru rakt av hesum. Men hóast alt er talan um lond sum hava so nógv, nógv annað enn fiskivinnu at vinna pening úr. Hjá teimum merkist tað neyvan í høvuðsstaðnum, ella flestu øðrum plássum fyri alt tað, um fiskvinnan bara hvørvur heilt – sum eisini meir ella minni longu er hent.

At ES og fiskivinnurisin Noreg samstundis veita sínum fiskivinnum fíggjarligan stuðul av ymiskum slag, er ein onnur søga.

Í Føroyum er fiskivinnan framvegis sera týdningarmikil bæði búskaparliga, samfelagsliga og aðramáta. Vit hava sum vera man okkara egnu trupulleikar at dragast við, men vit hava hóast alt nøkur feløg sum eru sterk eftir okkara mátistokki. Talan er tó ikki upp á nakran máta um stórar fyritøkur í altjóða vinnuhøpi, serliga um vit hyggja út um fiskivinnuna.

Harafturat hava vit fitt av fólki sum eru dugnalig at fáast við útróður og annan smærri fiskiskap. Her hava eisini leingi verið trupulleikar av at lógir og reglur broytast mestsum á hvørjum ári, og næstan altíð til tað verra fyri tey sum virka í vinnuni.

At partar av fiskivinnuni í seinastuni hava vunnið hampiligt av peningi er sjálvandi at fegnast um, so leingi tað varir. Annars er fiskivinna sum heild eyðkend av sera høgum váða og lágum peningaligum avkasti í mun til aðrar vinnur. Hetta ger tað ikki minni átrokandi fyri Føroyar at gera karmarnar tryggari. Men tað krevur at okkara politikarar finna gott stev og samstarva tvørtur um partapolitisk mørk, so vit fáa langtíðar semjur – og loysnir.

No comments:

Post a Comment