Wednesday, December 3, 2014

Sjógvur & Fólk — ein onnur frásøgn

Búskaparfrøðingur sum helt at milliardir vóru í vanda fyri at hvørva úr fiskivinnuni fær aftursvar frá samfelagsfrøðingi, sum metir at tilfeingisgjald fæst ikki at virka eftir ætlan uttan so at tað verður skipað í tøttum samstarvi við vinnuna.

At mong reagera upp á eitt blað sum Sjógvur & Fólk er sjálvandi at fegnast um — tað var eisini ætlanin. Fleiri hava kallað hetta eitt kærkomið íkast til tíðindi og kjak um fiskivinnuna, ikki minst tí vit sleppa nøkrum sjónarmiðum framat sum annars sjáldan síggjast umboðað í tí almenna rúminum, hóast mong í vinnuni og annars í samfelagnum kenna seg aftur í teimum.

Til tey sum uttan at vísa til nakað ítøkiligt dømi hava verið úti við illgitingum um at innihaldið í blaðnum er “keypt” og hvørt av sínum, skal eg sum blaðstjóri gera greitt at eingin av greinunum í blaðnum er “keypt”. Hetta er alt tilfar sum blaðstjórnin (eg sjálvur saman við einum arbeiðsbólki) hevur planlagt og framleitt. Hugskotið um eitt blað sum lýsir fiskivinnuna upp á ein øðrvísi máta, við støði í at hetta er ein vinna sum er góð fyri land og fólk og sum vit skulu vera stolt av, kom frá mær sjálvum.

Ávísar vinnufyritøkur stillaðu upp til at stuðla tiltakinum, tó fekk eingin av teimum beinleiðis redaktionella ávirkan. Stuðulin varð tikin sum úttrykk fyri at hesar fyritøkur høvdu álit á ætlanini um hetta blaðið, tí redaktionellu kós sum varð lýst í hugskotinum og teimum persónum sum viðvirkaðu. Fyribils er talan um ein einstaka útgávu, tó verður umhugsað um fleiri skulu fylgja.

Sjógvur & Fólk er ikki ætlað sum agitatión fyri nakrari serligari politiskari dagsskrá, enn minni nøkrum ávísum politiskum flokki. Tann redaktionella kósin er hinvegin sum heild at lýsa vinnuna frá vinnuligum men eisini øðrum, eitt nú samfelagsligum, sjónarmiðum. Onkur kritikari hevur verið so fantasifullur at róð framundir at blaðið arbeiðir fyri “privatisering” av fiskirættindum; har skal sigast at tann spurningurin hevur als ikki verið upp á tal í sambandi við nakað av tilfarinum í blaðnum.

Tað at flestu tíðindamiðlar á okkara leiðum tykjast hava ilt við at røkka út um nøkur ávís sjónarmið sum eru at hoyra aftur og aftur — og verða, av røttum ella órøttum, tematiserað í tíðindunum — er ein av orsøkunum til at farið varð undir verkætlanina Sjógvur & Fólk. Her er hugsanin at tað kann ikki vera rætt at tann til eina og hvørja tíð ráðandi frásøgnin í tí almenna rúminum skal hava monopol upp á tíðindavinklar. Tann dominerandi frásøgnin er neyvan íkomin eina og aleina av objektiviteti og fólkaræðisligum tilgongdum, og okkara blað er soleiðis ein máti at vísa á dømir um øðrvísi vinklar.

Týðandi persónar

Høvuðssøgan á forsíðuni hjá okkum snýr seg um at óvissan um hvat sum skal henda í 2018 er ein vaksandi trupulleiki fyri fiskivinnuna. Reiðarafelagið úttalar seg og víst verður m.a. á at einki nýtt fiskiskip er bygt fyri føroyingar síðani 2010, sum má sigast at vera rættiliga álvarsligt. B-søgan á forsíðuni er ein samrøða við tann føroyska samráðingarleiðaran í sambandi við strandalanda avtalurnar um uppisjóvarfisk, Herluf Sigvaldsson — aftur ein søga sum ikki hevur verið nógv at sæð til í tíðindamiðlunum. Vit mettu hetta sum tilfar ið kann geva eitt øðrvísi perspektiv í sambandi við tíðindi og kunning um tær búskaparliga so týðandi samráðingarnar um uppisjóvarfisk.

Á baksíðuni hava vit viðtal við eigaran av Dimmalætting og Portalinum, advokatin og vinnulívsmannin Poul Hansen, sum hevur drúgvar royndir innan fiskivinnuna. Hann sigur hvat hann meinar um m.a. uppboðssølu av fiskirættindum ið hevur verið so nógv diskuterað í seinastuni, og hann hevur eina greiða meining, sum tó gongur beint ímóti tí meining sum vanliga hevur fingið exponering í tí almenna rúminum.

Inni í blaðnum hava vit m.a. frásagnir frá fýra havnum har nógv virksemi hevur verið; serliga verður Tvøroyri tikið fram sum ein sólskinssøga í sambandi við at Varðin Pelagic fór undir sítt virksemi har. Eisini verður Fuglafjørður umtalaður sum framvegis leiðandi uppisjóvarhavn, nú ið frystivirkið Pelagos endiliga kom aftan á ætlanir í nógv ár. Klaksvík hevur eina framúrskarandi havn á Ánunum og nógv hendir í tí samanhanginum umframt í fiskivinnuhøpi annars. Og Runavíkar Havn er vertur fyri søguliga stórum íløgum í alivinnuni og roknar við vaksandi virksemi eisini á øðrum økjum. Alt hetta er eftir okkara tykki góðar vinnusøgur sum hava uppiborið at fáa redaktionella umtalu í einum blað sum snýr seg um fiskivinnuna. Vit kundu sjálvandi havt tikið aðrar havnir við, men pláss var á hesum sinni ikki fyri fleiri.

Eisini hava vit interview við Jacob Vestergaard fiskimálaráðharra um framtíðina og hansara hugsanir um tilfeingisgjald, uppboðssølu og annað av áhuga fyri fiskivinnuna. Hetta er nakað sum kanska er alt ov sjálvdan at síggja í tíðundunum annars — fiskimálaráðharrin er hóast alt ein sera týðandi persónur í samanhanginum, og hansara frávera sum heild í tíðindunum má sigast at vera sláandi (undantikið tá okkurt alment skriv frá Fiskimálaráðnum verður sent út).

Harumframt siga Bogi Jacobsen (Varðin Pelagic) og Pól Huus Hansen (North Pelagic) sína hugsan um tilfeingisgjald og uppboðssølu, og aftur her kann staðfestast at teirra sjónarmið hava sjáldan um nakrantíð verið frammi í teimum vanligu miðlunum.


Harðrend kunngerð?

Síðani er ein samrøða við samfelagsfrøðingin Jógvan Mørkøre, sum heldur at tilfeingsgjald á fiskivinnuna einans vil virka eftir ætlan um vinnan sjálv eigur ein virknan lut í tilgongdini. Hetta átti kanska at verið áhugavert fyri tey sum hava gjørt meir og minni burtur úr spurninginum um tilfeingisgjald. Tann eini miðilin fór herfyri so langt sum í stórari uppseting at endurgeva ein búskaparfrøðing fyri at siga at vandi er fyri at milliardir verða tiknar úr vinnuni í privatar lummar — júst hetta hevur Jógvan Mørkøre eitt rættiliga greitt aftursvar til.

Búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss úttalar seg eisini í blaðnum, og sigur m.a. at uppsisjóvarvinnan og Barentshavs trolararnir eru dømi um væl eydnaða fiskivinnu, samstundis sum hann metir at trupulleikarnir í heimaflotanum eiga at verða gjølla umhugsaðir við endurskoðan fyri eyga. Umframt hetta greiðir Magni Laksáfoss frá hugtøkum sum Búskaparráðið arbeiðir við, so sum búskaparrenta og tilfeingisrenta. Magni Laksáfoss gevur her eftir okkara tykki eina øðrvísi og breiðari mynd av fiskivinnuni enn aðrir búskaparfrøðingar vanliga hava givið í miðlunum.

Her rennur einum til hugs spurningurin: Hví grætur so fáur um fiskimenn sum ikki hava góð kor, samstundis sum mong illneitast inn á teir partar av vinnuni sum standa seg væl? Flest øll tykjast hóast alt at unna frálanda arbeiðarum høgar hýrur; men skulu ikki fiskimenn eisini kunna tjena væl?

Av øðrum innihaldi kann nevnast viðtal við Tórheðin Jensen, sum er farin undir doktararitgerð um vitan innan ta føroysku fiski- og alivinnuna. Aftur ein søga sum vit eru errin av og sum vit meta er avgjørt áhugaverd í føroyskum vinnuhøpi.

Fiskimannafelagið úttalar seg eisini í blaðnum um tað órímiliga í at um 10 prosent av realhýruni knappliga eru blivin tikin frá teimum sum sigla við uppisjóvarskipunum gjøgnum verandi skipan við sokallaðum tilfeingisgjaldi. Hóast inntøkurnar har eru góðar, kann tað sambært Jan Højgaard formanni ikki vera rætt at so nógv verður tikið av lønini við einum pennastroki. Hvat hevði t.d. Starvsmannafelagið sagt, um ein tíggjundapartur av lønini hjá teirra limum knappliga varð tikin burtur?

Útróðurin er umboðaður gjøgnum samrøðu við Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum greiðir frá hví útróður er so grundleggjandi fyri eitt land sum Føroyar, og hvussu hendan stolta traditión er í vanda fyri at hvørva heilt orsakað av m.a. einari kunngerð um minstamark fyri umsetning hjá útróðrarbátum.

Aðrar greinar eru eisini í blaðnum, men omanfyri nevndu eru so nøkur dømi sum siga rættiliga nógv um setningin: at vísa á at tað finnist ein onnur frásøgn um fiskivinnuna.

Blaðið er framvegis tókt á www.sjogvurogfolk.com.

No comments:

Post a Comment