Monday, November 24, 2014

Tí skrivaðu tey ‘ogn Føroya fólks’ í lógina

Uppisjóvarskipið Fagraberg við partrolaranum Róki í forgrundini.
MARIA OLSEN PHOTO
Í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur innleiðandi at tann fiskurin sum svimur í føroyskum havøki er ‘ogn Føroya fólks’ — men endamálið við orðingini var ikki annað enn at geva Landsstýrinum lógarheimild til at regulera fiskivinnuna.

At ‘ogn Føroya fólks’ í sær sjálvum skuldi gerast til eitt hugtak við sterkari politiskari løðing mundi neyvan koma teimum til hugs sum smíðaðu uppskotið til lógina um vinnuligan fiskiskap í 1994. Tað veruliga endamálið við orðingini var nevniliga ikki annað enn at geva Føroya Landsstýri lógarliga heimild til at stýra føroyskari fiskivinnu; hetta vátta persónar sum vóru við til at skriva lógina og seta hana í verk.

Saman við Tummas Arabo, Henrik Old og John Petersen, sat Olaf Olsen í einari nevnd sum hevði til uppgávu at gera uppskot til lóg um vinnuligan fiskiskap — undir trýsti frá IMF og Danmark, sum kravdu reguleringar inn í fiskiskapin kring Føroyar aftan á at landið var komið í fíggjarkreppu og undir umsiting. Fyri at eingin ivi skuldi vera um at Landsstýrið hevði fulla heimild til at gera slík inntriv, varð mett at ein serlig lóg um vinnuligan fiskiskap mátti smíðast og samtykkjast av Løgtinginum. Dentur varð lagdur á at taka burtur almennar stundingsskipanir so sum Ráfiskagrunnin og konsolidera fiskivinnuna undir felags umsiting.

“Ja, tað bleiv diskuterað aftur og fram, hetta við orðingini,” minnist Olaf Olsen, pensioneraður vinnulívsmaður og fyrrverandi politikari. “Tað bleiv til ‘ogn Føroya fólks’ — tað var fólkið sum kundi lóggeva, ella umboðið fyri fólkið, Løgtingið. Mær dámdi ikki úttrykkið, men tað bleiv til tað... Hetta var tí at man skuldi geva tinginum og harvið Landsstýrinum heimild til at regulera fiskiskapin, geva fiskiloyvi og so framvegis.”

Hevur merkingin av hesum flutt seg síðani tá?

Olaf Olsen segði: “Ja, hetta hevur flutt seg so nógv til tað at summi fingu tað til at nú áttu øll alt, og tí má eingin eiga nakran serligan rætt til at fiska fram um ein annan... Hetta hóast tað at mong høvdu stríðst sær til at vinna sær dagligt breyð á sjónum; at hesi so høvdu fingið erfaringar og fisk og harvið arbeiði til nógvar hendur, tað bleiv... tað skuldi burtur. Tað bleiv gjørt soleiðis at nú høvdu øll rætt til tað og so skuldi tað bara fordeilast.”

Olaf legði afturat: “Eg haldi hetta bleiv øgiliga løgið. Tað bleiv snarað til... Tað er blivið snakkað um at veiðirætturin er á nøkrum fáum hondum, og at onnur mugu sleppa framat. Men hvussu skal man sleppa til fyri at fáa tað... Tað hevur jú altíð verið soleiðis at man hevur verið noyddur at seta pengar til fyri at kunna fara undir slíkt virksemi. Og tað verða nógv skip handlað ídag. Har hendir so mikið nógv at eg klári ikki at fylgja við; eg haldi tað hendir meira nú enn tað gjørdi fyrr. Nei, í heila tikið dámdi mær ikki úttrykkið.”


‘Juridiskar konstruktiónir’

Tað sum Olaf Olsen og fleiri við honum ikki dámdu við úttrykkinum ‘ogn Føroya fólks’ var at tað ikki er heilt greitt hvussu tað skal skiljast í samanhanginum. Tað vísti seg eisini skjótt at ørkymlan kom í, og ídag tulka mong orðingina sum eina staðfesting av at øll bókstaviliga eiga fiskin og harvið hava rætt til part av tí fíggjarliga avkasti sum fiskivinnan til eina og hvørja tíð kann geva (einki bendir tó á at stórvegis áhugi er fyri at taka á seg váða, hall ella skuld tá tað gongst verri í vinnuni).

Løgfrøðingurin Herálvur Joensen, sum ídag er stjóri í Føroya Reiðarafelag, arbeiddi í sínari tíð innan fyri umsitingina av oljumálum og gjørdist seinni aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Spurdur um orðingin ‘ogn Føroya fólks’ hevði annað endamál enn at geva Landsstýrinum lógarheimild til at regulera fiskiskapin, svarar Herálvur Joensen:

“Nei, tað er ikki annað enn tað, tað eri eg vísur í. Fyri ein løgfrøðing haldi eg at hatta er logikkur fyri mariuhønur. Ætlanin var at staðfesta ein almennan ognarrætt, sum landið so kundi lata privatum at gagnnýta. Í veruleikanum er lógin um vinnuligan fiskiskap eitt slag av upprudding, ið hevði verið tiltrongt síðani fiskimarkið fór út í 1977. Viðmerkingarnar til paragraf 2, sum er ásetingin um at livandi tilfeingi er ogn Føroya fólks, leggur serliga dent á at nýtslurætturin til hesa ogn skal skipast eftir tí ið náttúran tolir. Eftir mínum tykki ein greið ábending um at lógarsmiðirnir ikki ímyndaðu sær eitt óendaligt tal av aktørum — alt Føroya fólk — men eitt ávíst tal av loyvishavarum, sum kundu tryggja at vinnuligur fiskiskapur kann geva eitt trygt búskaparligt íkast til føroyska samfelagið. Hinvegin er greitt at loyvisskipanin ikki skapar ein privatan ognarrætt, og loyvishavarar mugu góðtaka at teirra rættindini eru undirløgd almennari stýring, t.d. tá fiskidagar og kvotur verða ásett. Somuleiðis at rættindi verða tikin aftur, um loyvishavarin ikki umsitur loyvið samsvarandi reglunum. Tað síggja vit eitt dømi um í Anitu málinum.”

“Men,” segði Herálvur Joensen, “orðingin ‘ogn Føroya fólks’ hevur verið politiskt brúkt og misbrúkt frá fyrsta degi av. Tí valdu vit aðra loysn, tá ið vit arbeiddu við oljulóggávuni í seinnu helvt av 1990’unum. Oljulógin kom eftir lógina um vinnuligan fiskiskap, so misskiljingarnar um ‘ogn Føroya fólks’ vóru kendar. Vit valdu at skriva at kolvetni ‘hoyra Føroyum til’ heldur enn at tosa um ‘ogn Føroya fólks’. Hetta varð gjørt tilvitað fyri at sleppa undan einum meiningsleysum orðaskifti um at hvør føroyingur eigur sín part av oljuni. Greiðari orðing í lógarteksti og viðmerkingum, men eisini ovurstóru íløgurnar sum skulu gerast fyri at leita eftir olju, hava gjørt at einki orðaskifti hevur verið um at vit hvør sær eiga okkara part av olju- og gasstilfeingi í undirgrundini.”

Herálvur legði afturat: “Hóast orðingarnar eru ymiskar so er tað greitt, m.a. við at lesa viðmerkingarnar til lógirnar, at báðar lógirnar nýta sokallaða juridiska konstruktión, ið skipar almennan ognarrætt og samstundis heimilar myndugleikanum at lata privatum loyvi at gagnnýta tilfeingið.”

No comments:

Post a Comment