Tuesday, August 26, 2014

Eingin jólamaður fyri sjófólk

Flestu teirra sum standa á odda fyri tí føroysku fiskivinnuni eru fólk við grundfesti í samfelagnum og áhuga í at menna vinnulívið; hvussu tey vunnu sær veiðirættindi er ein søga um drúgvar royndir, langar tilgongdir og tógvið stríð.

Tróndur í Gøtu, bygdur í 2010.
VARĐIN
Tey seinastu fáu árini hevur ein frásøgn tikið seg upp í tí almenna rúminum í Føroyum, har róð verður framundir at verandi aktørar í fiskivinnuni – kanska serliga uppsisjóvarvinnuni – av órøttum hava fingið síni veiðirættindi útlutað í einari korruptari skipan ið byggir á vina- og kenningapolitikk. Ein orsøk til at ein frásøgn sum hendan er sloppin at gera um seg í tíðindamiðlum og politiskum kjaki kann síggjast í tí veruleika at talið á teimum sum arbeiða beinleiðis í fiskivinnuni hevur leingi verið fallandi samstundis sum talið á teimum ið arbeiða innan umsiting og tænastur hevur verið hækkandi. Hetta ger at fleiri og fleiri føroyingar vita hvørki hvussu fiskivinnan er samansett ella hvussu hon virkar.

Hinvegin tykist óbeinleiðis áhugin fyri vinnuni stundum stórur millum umsitarar og akademikarar; trupulleikin er tó ofta at avgerandi detaljur detta burtur í mongum av teimum greiningum sum alment koma fram. Um vit hava fingið eitt vakuum sum lættliga skapar óveruligar ímyndingar og illgitingar um viðurskifti í fiskivinnuni, so er tað óheppið.

Fyri at misskiljingar og óvitan ikki skulu fáa enn betri gróðrarlíkindi eigur helst samskiftið millum fiskivinnuna og restina av samfelagnum at verða styrkt. Men vit skulu minnast til at tey sum standa á odda fyri tí føroysku fiskivinnuni eru yvirhøvur fólk við rótfesti og áhuga í samfelagnum. Talan er ikki um fíggjarbarónar sum sita og spæla sær við milliónir á børsinum og bíða eftir sjóvarfalli til at selja síni aktiv í fiskivinnuni. Tvørtur ímóti, tann mentan sum valdar millum flestu føroysku reiðarar á fiskiskipum er ikki bara kjølfest í nærsamfelagnum; hon er merkt av samhaldsfesti og áhuga fyri medmenniskjum og felagslívi.

Tá talað verður um stættarmun í hesum samanhangi – onkur er farin so langt sum at tosa um oligarki í Føroyum – so tykjast fólk gloyma at fyri at kunna reka stór og framkomin skip krevst fitt av peningi. Samanborið við veruliga múgvandi fólk er eingin í Føroyum serliga múgvandi. At fólk sum varða av væleydnaðum vinnuvirkjum, og sjómenn sum sigla við teimum bestu skipunum, aftan á nøkur ár hava eina inntøku sum liggur oman fyri miðal, eigur ikki at verða gjørt til ta heilt stóru gøluna.


Um at missa alt

So sigur onkur, hví skulu summi “fáa” virðismikil veiðirættindi og onnur ikki? Tað stutta svarið er einfalt: tey hava ikki “fingið” síni rættindi, tey hava kvalificerað seg sambært lógina um vinnuligan fiskiskap. Tað merkir í veruleikanum at tey hava arbeitt og keypt tað upp sum tey ídag hava, ofta við tógvið stríð, fyri dýrar pengar og yvir langa tíð.

Vit kunnu taka nøkur fá dømi her.

Ein leiðandi aktørur í okkara uppisjóvarvinnu er Varðin, við fýra framkomnum uppisjóvarskipum – Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Tummas T, og Jupiter – umframt eigaraskap í øðrum fiskivinnufyritøkum, nevniliga Faroe Origin í Runavík og Varðin Pelagic á Tvøroyri.

Varðin er ídag eitt sterkt felag eftir føroyskum viðurskiftum, men so var ikki tá felagið fór undir sítt virksemi í seinnu helvt av 1980unum. Tað vóru 16 mans í Gøtu sum tóku seg saman fyri at byggja eitt skip til veiði eftir svartkjafti, og hetta var eitt fíggjarligt ódnartak fyri tey sum vóru við í verkætlanini. Tróndur í Gøtu kom í 1987, men tað vísti seg at vera trupult at fáa raksturin at hanga saman. Eitt skifti var skipið á veg í skiftirættin til tvingssølu og tey sum høvdu sett pengar í stóðu til at missa alt tey áttu. Umboð fyri fíggingarstovnin vóru í Føroyum og vildu leggja hald á skipið, men tað eydnaðist at forhála hetta – Tróndur í Gøtu var júst tá úti og var komin í góðan fiskiskap. Sum Tummas Thomsen, ein av stovnarunum og eigarunum, segði við Zacharias Hammer, so var ein still vón um at inntøkurnar av hesum túri kundu onkursvegna gera mun, og tí fingu umboðini fyri fíggjarstovnin at vita at skipið var ikki til at fáa fatur á í løtuni. Men har skuldi nógv til áðrenn tann fíggjarligi sjógvurin slætnaði: gott fiskarí yvir longri tíð, serligt undantak í sáttmálanum við manningarfeløgini har manningin fór 20 prosent niður í løn so endurfígging kundi fáast í lag, og annað mangt.

Í eini tvey ár tíðliga í 1990unum var Tróndur í Gøtu einasta føroyska skip sum fiskaði svartkjaft. Tíðirnar vóru alt annað enn góðar. Skuldi Varðin hóra undan var hart arbeiði, hegni og skilvísur rakstur – og kanska eitt sindur av hepni – ein avgjørd fyritreyt. Tað byrjaði so spakuliga at ganga tann rætta vegin hjá felagnum, sum fyri fyrstu ferð fekk eitt fíggjarligt avlop mitt í ringastu krepputíð. Spakuliga ár undan ári batnaði støðan, og vøksturin gjørdist so við og við grundarlag fyri at gera íløgur í nýggj skip og seinni eisini í virkir á landi.


Risa upphæddir

Í kjalarvørrinum av kreppuni kom lógin um vinnuligan fiskiskap í 1994 eftir kravi frá donskum myndugleikum. Nú skuldu øll sum fiska vinnuliga hava eitt serligt veiðiloyvi og kvotu (ella fiskidagar, sum blivu innførdir tvey ár seinni fyri botnfiskiskap undir Føroyum). Støði varð tikið í at ov nógv skip vóru í flotanum – veiðiloyvi og kvota skuldu latast verandi aktørum og ongum afturat og skuldu knýtast at verandi skipum. Um nýggj skip skuldu inn máttu tey yvirtaka veiðiloyvi og kvotur frá øðrum skipum. Eingin mótmælti at loyvini vórðu latin uttan at peningur varð kravdur afturfyri; andin var at verandi aktørar gjøgnum sítt arbeiði og sín innsats í fiskivinnuni kundu við allari rímiligheit fáa licens til at halda fram við sínum virksemi uttan at skula gjalda enn meira enn longu var goldið gjøgnum árini í skatti, lønum og alskyns øðrum kostnaðum.

Men fleiri valdu av fíggjarligum og øðrum orsøkum at selja síni aktiv, og so við og við minkaði talið á luttakarum í vinnuni.

Framherji, sum hevur heimstað í Fuglafirði, varð stovnað um hetta mundið. Í 1994 keypti Framherji frystitrolaran Beinir á tvingsilssølu, ein trolari sum hevði veiðiloyvi og kvotu í Barentshavinum og Irmingerhavinum. Skipið fekk navnið Akraberg og gjørdist byrjanin til virksemið hjá felagnum. Umleið trý ár seinni stóð EM Shipping – íroknað frystitrolaran Ester við veiðiloyvi og kvotu til uppisjóvarfisk og gullaks – til sølu í bløðunum. Framherji keypti og kundi síðani selja Ester og ístaðin keypa Jón Sigurðsson og lata síðstnevnda yvirtaka veiðiloyvi og kvotur. Men ikki fyrr enn í 2000 byrjaði Framherji at fáa avlop av síni íløgu í uppisjóvarvinnuni og trý ár seinni varð Jón Sigurðsson seldur til frama fyri gamla Gullfinn, sum fekk navnið Høgaberg.

Alt hetta var við til at leggja lunnar undir keypið av flakatrolaranum Vesturvón í 2005; gamli Akraberg varð í hesum sambandi seldur uttan veiðiloyvi og kvotur, sum ístaðin vórðu løgd aftur at tí sum frammanundan hoyrdi til Vesturvón. Árið eftir kundi Framherji yvirtaka uppisjóvarskipið Krúnborg frá Eiler Jacobsen, sála. Í 2008 seldi felagið Høgaberg, hvørs veiðiloyvi og kvotur vórðu førd yvir á Fagraberg (fyrrverandi Krúnborg), og nøkur ár seinni varð Vesturvón skiftur út við ein “nýggjan” Akraberg. Samstundis hevur Framherji síðani miðskeiðis í 1990unum havt eitt línuskip, Stapan. Umframt hesi trý fiskiskip eigur Framherji ein munandi part í upsavirkinum og reiðarínum Faroe Origin, og hevur nýliga – saman við Christian í Grótinum og Havsbrún – gjørt stórar íløgur í tað nýggja Pelagos uppisjóvarvirkið í Fuglafirði.

Søgan um Chr. í Grótinum er ikki minni áhugaverd, eins og framgongur av samrøðum við Kristian Martin Rasmussen sum hava verið sendar í sjónvarpinum. Tað felagið kom aftan á mong ár í trongdum skóm spakuliga fyri seg í seinnu helvt av 1990unum, og er ídag at rokna sum eitt av okkara fremstu innan uppisjóvarvinnuna.

Hyggja vit eftir flakatrolarunum Enniberg, so er somuleiðis greitt at tað sum liggur aftanfyri ta sólskinssøguna er ein drúgv tilgongd gjøgnum mong ár við knossi og strevi.

Tá hava vit ikki nevnt JFK, eitt av okkara størstu og søguríkastu feløgum.

Eingin av hesum kennir nakað til politiskar jólamenn; hinvegin hava øll hesi reiðarí gjøgnum árini goldið veldigar upphæddir til samfelagið og landskassan, sum afturfyri hevur spent fyri sær eina dekan ov stóra umsiting í mun til fólkatalið.

No comments:

Post a Comment