Tuesday, September 30, 2014

Tá vitan hevur stert

Føroyingar vilja byggja eitt ‘vitanarsamfelag’ og í hesum samanhangi kemst ikki uttanum at havið og fiskurin eiga eitt heilt serligt pláss – men duga vit nóg væl at skipa okkara vitan fyri at tryggja framtíðar møguleikar sum best?

Royndarframleiðsla á Pelagos í Fuglafirði.
MARIA OLSEN PHOTO
Føroyingar hava lært nógv av norðmonnum innan alt frá havlívfrøði og fiskivinnuumsiting til framleiðslu umborð á frystitrolarum. Rættiliga fitt av føroyingum hava nomið sær hægri útbúgving á Tromsø Universitet og enn fleiri hava siglt við norskum skipum. Og talið á føroyingum ið arbeiða innan frálanda olju og gass í Noreg er vaksið nógv í seinastuni.

Eingin ivi er um vit kunnu læra nógv meira bæði nú og í framtíðini.

Herfyri legði ein stórur arbeiðsbólkur útnevndur av norska Fiskeri- og Kystdepartementet fram eina frágreiðing sum upplegg til høvuðsstrategi fyri burðardygga og kappingarføra umsiting av norskum havi og hartil knýttum yrkisligum og vinnuligum virksemi, ikki minst fiskivinnu, alivinnu, s
hipping og frálanda orkuvinnu. ‘HAV21 – FoU strategi for en havnasjon av format’ inniheldur eina røð av tilmælum, greiningum og viðmerkingum um gransking og menning, vitan og framtíðar møguleikar.

Frágreiðingin er sum vera man eisini áhugaverdur lesnaður fyri føroyingar hóast teir veldigu munirnar millum Noreg og Føroyar í stødd, í víðastu merking. Men norðmenn gera nógv burtur úr tí ovurstóra týdningi ið havið hevur fyri teirra mentan, búskap og trygd – nakað sum enn meira átti at gjørt seg galdandi fyri eitt oyggjaland sum Føroyar.

Búskaparliga stendur Noreg í høvuðsheitum á trimum súlum: frálanda orka, shipping, og fiskavørur – og sum vera man, her kenna føroyingar seg eisini aftur hóast vit strangt tikið framvegis “bert” hava fiskin at liva av. Men rætt skal vera rætt, vit liva rættiliga væl av honum.

Eitt annað er at rættiliga nógvir føroyingum arbeiða ídag uttanlands, serliga innan frálanda olju og gass umframt shipping.

Vit hava í Føroyum leingi tosað um “vitanarsamfelagið” og týdningin av gransking og menning, og í seinastuni hava vit tíbetur sæð ítøkilig frambrot á hesum øki. Vit eru eftir øllum at døma farin at hugsa meira strategiskt: hvat vita vit nú og hvat vilja vit vita í framtíðini? Hvar eru vit sterkast, hvussu kunnu vit innan fyri eitt rímiligt áramál taka okkum frá har vit eru nú og til har vit vilja vera, og hvussu kunnu vit innan gransking og menning brúka okkara kreftir so skilagott sum møguligt til frama fyri burðardygt føroyskt kappingarføri?

Føroyingar eiga sum er nógva virðismikla vitan innan sjóvinnu, fiskivinnu og alivinnu herundir relateraðar vinnur, ikki minst hvat viðvíkur framleiðslu, tøknifrøði og tænastum. Hvussu samskipa vit alla hesa vitan sum best? Víðari kundi verðið spurt, hvørjir eru teir veikastu liðirnir í hesum har ábøtur krevjast allar mest?

Í mun til fólkatalið er Føroyar eitt væl útbygt samfelag, og heldur ikki er tað nøkur loyna at okkara ríkidømi fyrst og fremst stavar frá fiskinum. Tí eiga vit eisini at spyrja, hvat er tað fyri vitan sum hevur lagt lunnar undir alt hetta, og hvussu kunnu vit sum best varðveita, menna og gagnnýta hana? Um partar av týðandi vitan eru við at detta burtur orsakað av samfelagsligum broytingum, ber tað kortini til at gera nakað fyri at fáa vitanina betur skipaða og harvið kanska fyri ein part bjarga henni? Útróðurin verður ídag ofta roknaður sum eitt doyggjandi yrki á okkara leiðum og tíverri bendir ymiskt á at sera lítið er eftir av hesum grundleggjandi liði í fiskivinnuni. Útróðrarfólk hava yvir meira enn eina øld bygt upp eitt hav av vitan sum nú í stóran mun kann vera í vanda fyri at fara fyri bakka, og tað má sigast at vera sera óheppið.


Íløgusteðgur

Alt tað sum er at vita um streym og veður og fisk í mun til støð og tíðir – fyri eitt land sum Føroyar má slík vitan vera at rokna sum ómetaliga virðismikil. Tíbetur er nakað av øllum hesum niðurskrivað og organiserað í skipanir á Havstovuni, Fróðskaparsetrinum og Fiskaaling, men tað er bert ein lítil partur av tí kunnleika á økinum sum enn finnist millum fólk. (Í Noreg verður annars nógv gjørt fyri júst at varðveita útróðurin sum ein natúrligan og virðismiklan part av samfelagnum og fiskivinnu mentanini. Eisini vísir tað seg at útróðurin hevur týdning fyri ferðavinnuna av tí at ferðafólk eru glað fyri at síggja livandi lokalsamfeløg sum lívbjarga sær við hesum.)

Uttan iva hevur dagsins tøknifrøði gjørt tað nógva av okkara útróðrarvitan óneyðuga í nútímans fiskiskapi: skipini eru so mikið sjógóð og samskiftis-, veiði- og leitingartólini so framkomin at tað mesta av tí gamla missir sítt pláss á brúnni so væl sum á dekkinum.

Tey stóru og dýru rakstrargøgnini so sum uppisjóvarskip og frystitrolarar geva størsta búskaparliga avkast. Men útróðrarvitanin fer framvegis at hava týdning fyri lond sum eru óloysiliga knýtt at havinum, ikki minst tí at hon er tengt at einum lutfalsliga einfaldum og ódýrum formi fyri fiskarí har tann framkomna tøknifrøðin vissuliga eisini ger seg galdandi men har hon strangt tikið ikki er alneyðug. Við øðrum orðum kann slík vitan síggjast sum ein neyðug samfelagsbúskaparlig “back-up trygging” ímóti ringum tíðum.

Tey stóru og framkomnu uppisjóvarskipini eru úrslit av einari menningartilgongd upprunaliga frá útróðrarbátum men meira beinleiðis frá línu- og garnaskipum og seinni nótaskipum. Men uppisjóvarvinnan setir síni serligu krøv til vitan, eisini um annað enn sjómansskap og navigatión, ikki minst um tøkni innan veiðitól men sanniliga eisini um framleiðslu, logistik og altjóða marknaðir.

Føroyingar hava bygt upp eina vitan innan uppisjóvar fiskiskap yvir langa tíð, og vóru tíðliga í 1970unum leiðandi í mun til aðrar tjóðir. Vit mistu leiðsluna í meldrinum av broytingum sum komu í kjalarvørrinum av at fiskimørkini blivu flutt út á 200 fjórðingar, men vunnu seinni fram aftur í fremstu røð. Nú ræður so um at ikki koma afturúr aftur orsakað av óneyðugum trupulleikum, sum eitt nú tí núverandi óvissuni um veiðirættindi – her er ‘2018 trupulleikin’ ein vandamikil fella. Her er tað sjálvsagt av størsta týdningi at fiskivinnan fær greið boð, í rímiliga góðari tíð, um hvat ætlanin er frá politiskari síðu; sum tað sær út í løtuni kann ikki roknast við at nýggj skip verða bygd fyribils.

No comments:

Post a Comment