Thursday, December 11, 2014

Søgur um ogn uttan skuld — og trøllið Privatisering

SHUTTERSTOCK
Eingin privatisering av fiskiveiðirættindum er farin fram í Føroyum og er neyvan heldur í umbúnað — her fæst ikki endurgjald um kvotur ella fiskidagar verða niðurskorin, ei heldur um rættindi verða tikin aftur vegna brot á lógina um vinnuligan fiskiskap.

Meðan Landsstýrið arbeiðir við nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap, ganga bylgjur høgt í orðaskifti millum mong um hvussu tann fyri føroyingar so týdningarmikla fiskivinnan best kann skipast fyri tey komandi árini. Eygleiðarar vænta eitt upplegg frá einari nevnd við Jacob Vestergaard fiskimálaráðharra sum formanni tíðliga í tí nýggja árinum, kanska í februar, soleiðis at eitt liðugt lógaruppskot eftirfylgjandi kann leggjast fyri Løgtingið at taka støðu til.

Í tí almenna rúminum, ikki minst í tíðindunum, er frásøgnin tey seinnu árini vorðin alsamt meira merkt av orðingini ‘ogn Føroya fólks,’ sum stendur í innleiðingini til lógina um vinnuligan fiskiskap. Summi meina at hetta er ein óheppin ella ópraktisk orðing við tað at hon kann tykjast innibera eitt bókstaviligt krav um ognarpart í hvørjum sterti kring Føroyar fyri hvønn einstakan føroying — at politiskur retorikkur hevur verið við til at fyrigyklað fólki at sambært lógina eiga øll krav upp á pengar fyri einki.

Søgur um aktørar í fiskivinnuni sum hava havt góð fíggjarlig úrslit í seinastuni hava verið partur av einari hálvkvøddari argumentatión um at øll eiga rætt til part av teirra pengum. Sjálvandi mugu øll rinda skatt av tí vit tjena gjøgnum arbeiði og annað lønandi virksemi, umframt at øll feløg sum reka vinnu mugu rinda skatt av teirra avlopi, og eisini eru ymisk avgjøld sum koma afturat. Men frásøgnin hevur áhaldandi og íðið róð framundir at alt hetta er als ikki nøktandi tí fiskireiðaríini hava fingið síni veiðirættindi ‘ókeypis’ t.e. uttan at rinda eitt serligt gjald fyri sína ‘rávøru’ og at hetta er órættvíst móti øðrum vinnufyritøkum sum mugu keypa sína rávøru. Ávísir akademikarar hava gjørt hetta argument galdandi í einari langari røð av greinum, viðmerkingum og framtríningum í tíðindamiðlum, við lítlum og ongum mótspæli frá hvørki tíðindafólkum ella viðmerkjarum.

Hetta hevur gjørt at tey ið virka innan fyri fiskivinnuna, og mong av teimum sum ikki búgva í Havn, uppliva at frásøgnin um fiskivinnuna hevur fingið eina álvarsliga slagsíðu — ein slagsíða sum er sloppin at halda fram so leingi at stórir partar av restini av fólkinum ídag, herundir kanska flestu journalistar og helst flestu embætisfólk (starvsfólk á Kringvarpi Føroya og flest øll ið starvast innan embætisverkið eru limir í sama fakfelag), taka hana fyri objektivan veruleika.

Soleiðis sum argumentið er uppbygt liggur sum vera man ein gegnistrupulleiki, ein burturtagdur búskaparligur áhugi, í at vilja taka pening úr vinnuni og flyta hann yvir í tað almenna. Her skal tó sigast at fólk sum hugsa strategiskt, uttan mun til hvar tey starvast, alment ella privat, gjøgnumskoða sum vera man ta illusión at jú meira tað almenna tekur úr vinnuni, jú meira verður eftir til tað almenna — tey skilja at mergsýgur tú hønuna sum verpur gulleggini so verpur hon minni í komandi tíðum.


‘Steinar fyri breyð’

Fleiri trupulleikar eru við ‘ókeypis rávøru’ argumentinum. Ein tann mest eyðsýndi — og sum kanska hevur verið til allar mest skaða fyri viðurskiftini millum fiskivinnuna og tann ‘politiska klassan’ — liggur í javnmetingini millum rávørukeyp og fiskiveiði; hetta er nevniliga ein órímilig samanbering sum í roynd og veru ger alt tað ovurstóra arbeiðið hjá fiskivinnuni til einkis. Tað er greitt at tað at keypa rávøru er lutfalsliga einfalt og lætt og krevur lítið meira enn eina avgerð og eina bílegging, har karmar eru tryggir og viðurskiftini sum heild forútsigilig. Hinvegin er tað at veiða fisk sera møtimikið upp á fleiri mátar, og er ikki av ongum kent sum ein harður kampur: tað krevur stórar íløgur og inniber stóran váða, bæði fíggjarliga og búskaparliga, umframt at tað hevur við sær stóran persónligan váða fyri tey sum útinna arbeiðið umborð á skipunum. Hetta kann ikki við rímiligheit samanberast við innkeyp av rávøru; hetta er ikki innkeyp, hetta er veiði, jakt, ikki tænastuvinna; her fært tú einki serverað.

Hartil kemur at fiskur er eitt tilfeingi sum endurnýggjar seg alla tíðina uttan at menniskjan nýtist at gera nakað fyri tað — annað enn at fáa hana til høldar ábyrgdarfult, m.a. við atliti til vistfrøðina í havinum.

Í hvønn mun tað er rímiligt at tað almenna krevur eitt gjald fyri at geva loyvi til at jaga fisk er sjálvandi ein rímiligur spurningur at seta. Men sum Jógvan Mørkøre samfelagsfrøðingur vísti á í útgávuni Sjógvur & Fólk, so fæst ein skipan við tilfeingisgjaldi ikki at virka eftir ætlan uttan so at hon verður uppbygd í tøttum samstarvi við tey sum taka váðan og gera arbeiðið, nevniliga vinnuna.

“Tá politikarar fyri nøkrum ár­um síðani byrjaðu at tosa um til­feingis­rentu og tilfeingisgjald, var tað ikki út frá tí at tað er tann besti mát­in at stýra fiski­vinnuni uppá,” segði Jógv­an Mørkøre. “Teir tosaðu um at vit mugu hava breiðari skattagrundarlag, at vit mugu økja um inn­tøk­urn­ar til lands­kassan. Við seinasta og næst­seinasta val varð eisini sagt at væl­ferð­ar útreiðslurnar skulu part­vís fíggj­ast við hesum. Í mínari verð er tað burturvið at leggja eftir ‘gøtumonnun­um’ tí teir nú hava eitt sindur av peng­um á kistubotn­in­um. Eg eri nógv trygg­ari við at slík reið­arí hava peng­arn­ar í felagnum heldur enn at politikarar og embætisfólk taka teir. Onk­ur er farin so langt sum at siga at vandi er fyri at milliard­ir kunnu verða tiknar út úr vinn­uni; men veruleikin er jú at stórt sæð einki er tikið úr. Reiðaríini hava havt ilt við at fáa fígg­ing frá bankunum og hava tí verið noydd til at finna aðrar vegir, og hetta er ein orsøk hjá teimum at hava fitt av egnum peningi til fígging av rakstr­i, íløgum og menning. Vit síggja at hesi feløgini hava sett peng­ar í nýggj virkir, m.a. á Tvør­oyri, og hetta er júst tað sum skal til fyri at skapa menn­ing í vinnuni og sam­felagnum.”

“Vit koma ikki uttan um til­feing­is­gjald,” helt samfelagsfrøðingurin, “men so má tað vera ein forhandlað loysn sum er lang­tíð­ar, og ikki nakað sum fer fram eft­ir fummum frá einum degi til ann­an. Vit hava bara nakrar heilt fá­ar luttakarar í uppi­sjóvar­vinnuni, og tað gevur ikki meining at blanda eina rúgvu av búskaparligari teori um marknað inn her. Alt gott um markn­að­ar­búskap sum so, men tá eing­in vælvirkandi marknaður er har, so verður tosið lítið annað enn ein venjing í lærubóka prædikum utt­an nakað veruligt bein at standa á í føroyskum høpi. Og enn verri, tí­líkt er at geva fólki steinar fyri breyð. Vit fáa jú ikki fleiri aktørar inn uttan víðari, tí hesir skulu hava fígg­ing aftanfyri seg.”


Eingin privatisering

Aftur til ‘ogn Føroya fólks’ og ógreiði kring hesa orðing. Hví siga ikki fleiri at einki garanti er fyri at fiskarí altíð gevur avlop — vilt tú gjalda fyri undirskot í vinnuvirkjum sum tú ikki eigur í? Men neyvan er tað ‘Føroya fólks’ sum ørkymlar her, heldur man tað vera orðið ‘ogn’ — og hví fyri alt tað partú skriva júst hetta orðið inn í eina slíka lóg, tá tað vísir seg at vera so eldfimt? Tað er sum at siga við fólk at tey knappliga eiga pengar í bankanum sum tey annars ikki áttu — tað verður torført at trekkja í land aftur og siga at tey kortini kanska ikki eiga nakað til góðar.

Tá kolvetnislóggávan bleiv orðað, bleiv ansað væl eftir at ikki skriva ‘ogn Føroya fólks’ í textin, sum Herálvur Joensen, stjóri á Reiðarafelagnum og fyrrverandi embætismaður, vísti á herfyri. “Orðingin,” segði hann, “hevur verið politiskt brúkt og misbrúkt frá fyrsta degi av. Tí valdu vit aðra loysn, tá ið vit arbeiddu við oljulóggávuni í seinnu helvt av 1990’unum. Oljulógin kom eftir lógina um vinnuligan fiskiskap, so misskiljingarnar um ‘ogn Føroya fólks’ vóru kendar. Vit valdu at skriva at kolvetni ‘hoyra Føroyum til’ heldur enn at tosa um ‘ogn Føroya fólks’. Hetta varð gjørt tilvitað fyri at sleppa undan einum meiningsleysum orðaskifti um at hvør føroyingur eigur sín part av oljuni.”

Ótti fyri privatisering hevur eisini verið nevndur sum motivatión til at eingin stavur eigur at verða broyttur í ‘ogn Føroya fólks’ orðingini. Er hetta er ein grundaður ótti? Tað heldur Herálvur Joensen ikki.

“Privatisering er ikki á ynskilistanum hjá vinnuni, og neyvan heldur hjá politikarunum. Tað vit ynskja er ein greið loyvisskipan í rímiligt áramál, soleiðis at vinnan trygt kann gera íløgur í veiðitól. Ein loyvisskipan gevur nøkur rættindi í tíðarskeiðnum sum loyvið er galdandi fyri. Ikki óbroytilig rættindi, tí loyvisveitarin — tað almenna — tilskilar sær rætt at regulera kvotur og fiskidagar frá ári til ár uttan at veita endurgjald. Soleiðis hevði tað neyvan verið, um talan hevði verið um einskilda ogn. Mær vitandi er eingin av okkara nevndarlimum áhugaður í privatisering av fiskirættindum.”

No comments:

Post a Comment