Thursday, February 23, 2017

Alt upp í ein spíss: Kreppa knappliga sannlík

Linjur ganga glóðheitar í hesum døgum.
SHUTTERSTOCK
Málið um nýskipan av fiskivinnuni er komið upp í kók á tí politisku kabússuni, og ivin um framtíðar vinnukarmar er nú exploderaður heilt — við hóttan um at eingi fiskirættindi verða útskrivað, um ikki ein semja fæst í ár um nýggja lóg.

Sjáldan munu so nógvir føroyingar hava sæð eitt so stórt mál við so stórum skundi drigið út so leingi. Men ikki nóg mikið við tí — vit skulu eisini leggjast inn sum ósjálvbodnir áskoðarar til ein vinnupolitiskan sjónleik sum nú hevur sett ta samlaðu fiskivinnuna undir hamaran gjøgnum eitt ultimatum frá sjálvum fiskimálaráðharranum: kemur eingin politisk semja áðrenn 1. januar 2018 um nýggja lóggávu fyri fiskivinnuna, so verða eingi veiðirættindi útskrivað, og so hevur eingin í Føroyum loyvi at reka vinnuligan fiskiskap.

Sjónleikurin, ella cirkusið, byrjaði í 2007 við at Løgtingið so glaðbeint sum einmælt samtykti at siga øll føroysk fiskirættindi upp til 1. januar 2018. Jú, stemningurin var so heitur fyri at okkurt mátti gerast, og tað beinan vegin, fyri at steðga “spekulatión” sum loyvdi einstøkum at tjena stórar pengar upp á nakað ið sama høga ting hevur alment designerað sum “ogn Føroya fólks”.

Niðurteljingin varð harvið sjósett, og eingin tóktist ivast í at politikararnir fóru at megna at loysa, í tíð innan tíggju ár, ta uppgávu sum harvið lá fyri framman: at orða og samtykkja eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap við breiðum parlamentariskum grundarlag.

Kanska nóg listinlærdir

Reimin um lendarnar á politikarunum vísti seg tó at vera so sum so. At teir ídag — allir flokkar sum ein — standa við buksunum niðri, er einki stuttligt fyri okkum sum ófrívilliga blivu vitni til hendan óskilliga línudans.

Meðan ein fyrrverandi fiskimálaráðharri meinar at lógin gevur heimild til at verandi fiskirættindi við øllum neyðugum loyvum kunnu leingjast í fimm ár aftan á skeringsdagin 1. januar 2018, tá rættindini annars fara úr gildi, so sigur Høgni Hoydal, núverandi fiskimálaráðharri, nakað annað. Hann sigur nevniliga, um enn óbeinleiðis, at fiskiflotin verður lagdur um eingin politisk semja fyriliggur áðrenn tann dagin.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fekk tann 22. februar ein munnligan fyrispurning í tinginum frá Jacob Vestergaard um hvussu hann tulkar § 7 c í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tingmaðurin segði seg meta at landsstýrismaðurin hevur heimild til at leingja verandi loyvir í fimm ár, um eingin semja um nýggja skipan er gjørd áðrenn 1. januar 2018.

“Tá upprunauppskotið um 7c kom í Løgtingið so stóð at loyvi verða endurnýggjað við fimm árum í senn, um einki verður broytt,” svaraði Høgni Hoydal, og helt fram: “Men Løgtingið broytti orðingina til at loyvini kunnu verða longd. Og so skal landsstýrismaðurin annars áseta nærri reglur um tað. Tær reglur eru ikki ásettar og verða heldur ikki ásettar av mær. So støðan er tann at verður eingin lóg samtykt áðrenn 1. januar, so verða eingi veiðiloyvir útskrivað av mær í øllum førum. Og tað haldi eg meg hava fulla heimild til, at tulka lógina upp á hendan mátan, serliga eftir at Løgtingið broytti lógaruppskotið í 2007.”

So var trýstið longu hart frammanundan, kom tað for upp ígjøgnum nú við hesum úttalilsi. Tað kann gerast torført at de-eskalera eina slíku støðu, og sannlíkindini fyri politiskari kreppu vuksu seg knappliga risastór, um ikki leikararnir í brennideplinum eru sera listinlærdir. Og hvør veit, tað kanska teir eru.
Brot úr løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016:

§ 7 c. 15) Hóast ásetingarnar í § 7 b kann veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í sambandi við endurnýggjan av veiðiloyvi.

Stk. 2. Veiðiloyvi, ið verða endurnýggjað, hava gildi í 5 ár. Onnur veiðiloyvi, ið verða latin eftir 1. januar 2018, hava gildi í 5 ár.

Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri endurnýggjan av fiskiloyvum til bólk 5, sbr. § 5, stk. 4 og § 7 b.

2 comments:

  1. Høgnmi ger tað rætta. Síðani 2007 hevur ongin vita hvat fór at henda og hvat framtíðin fer at bjóða. Nú er tøvt nógmikið uppi yvir fiskivinnuni og tørvandi politikkinum, tíðin er komin til at gera nakað við ovurstóra trupulleikan og ikki útseta hann í 5 ár aftrat.

    ReplyDelete
    Replies
    1. So er bara spurningurin hvat trupulleikin er -- har tykist eingin veruliga at vita.

      Delete