Verksmiðjutrolarin Norðborg við bryggju í Klaksvík. MARIA OLSEN PHOTO |
Nú er at spenna trygdarbeltið og ikki at vera fyri, tí oman av tindum er komið eitt ódefinerað nýyrði yvir Føroya land: sjófeingi. Í uppskoti til lóg um “fyrisiting av sjófeingi” vil onkur eftir øllum at døma leggja nýggjan sjógv millum vinnuliga og politiska stætt, og førka seg enn longur frá tí veruleika sum fólkið úti kring oyggjarnar livir undir.
Hetta er ikki ein greining av øllum uppskotinum men heldur ein fyribils viðmerking til ávísar partar av tí. Sjálvur málburðurin kundi bent á at her snýr tað seg ikki bara um at so ella so niðurminka ella fremmandgera fiskivinnuna, men eisini um at tyngja hana við nýggjum reguleringum og paragrafum og strammingum, hvør skal siga: her má eingin ivi vera um at tann ið vágar sær at fáast við fiskivinnu skal so sanniliga eisini fáa ríkiligt av extraordinerum krøvum við innbygdum hóttanum um avtøku av loyvum.
Vónandi verður bøtt um hetta undir teimum komandi tveimum-trimum vikunum meðan uppskotið er til hoyringar.
Málbrúkið er eitt. Sjálvt innihaldið er annað og meira, og har sker ymiskt í eyguni hjá teimum ið varða av og liva í vinnuni. Ikki nógv er at síggja til tað sum kom frá Nýskipanarnevndini — hvat so endamálið var við at seta ein tílíkan bólk av serfrøðingum. Hinvegin er tað løgna hugtakið við uppboðssølu av fiskirættindum hevjað upp til eitt megintema, har ymiskir prosentpartar av veiðini eftir ymiskum fiskasløgum skulu seljast via uppboð. Í stuttum er talan um sera umfatandi partar av veiðini, og ásetingarnar um hvussu nógv av hvørjum fiskaslagi ið skal á uppboðssølu tykjast heldur enn ikki fløktar; sambært metingar skulu heilt upp til eini 60% av verandi rættindum til at veiða sild seljast um alment uppboð.
At mótstøðan ímóti hesum uppboðssølu leisti alla tíðina hevur verið stór, serliga í vinnuni men eisini í samfelagnum yvirhøvur, tykist ikki at hava rinið við hjá teimum ið hava orðað uppskotið.
Samstundis er uppskotið, beint ímóti tilmælinum hjá Nýskipanarnevndini, væl stappað við orðingini “ogn Føroya fólks” hóast eingin enn heilt tykist hava skilt hennara neyva lógarliga týdning.
Miðsavning?
Men tað sum hevur sent ein skelk gjøgnum serliga uppsjóvarvinnuna, er ein nýggj anti-trust regla sum við garanti, um hon ikki verður broytt, illa kann annað enn innibera eina beinleiðis niðurlaging av teimum leiðandi fyritøkunum í fiskivinnuni. Tað er ringt at síggja endamálið við hesum, tá hugsað verður um hvussu lítið samfelag tað føroyska er og hvussu fjølbroytt og breið luttøkan í fiskivinnuni, herundir uppsjóvarvinnuni, í veruleikanum er, samanborið við onnur lond.
Uppsjóvarfiskiskapur á okkara leiðum ídag er nevniliga ein serlig vinnugrein sum krevur rættiliga stór og framkomin skip og dýra útgerð; fyri yvirhøvur at taka lut í hesari vinnu mást tú veiða og avreiða rættiligar stórar mongdir av fiski, soleiðis at rakstrur og kapitalkostnaðir kunnu forsvarast og forrentast. Skal eingin av teimum fýra leiðandi aktørunum her hava størri part av veiðini enn 15% so mugu teir minkast, og at krympa sítt vinnuliga virksemi er alt annað enn hugaligt fyri eina fyritøku og hennara starvsfólk; tá má framfýsni fáa lok á, ognir helst seljast og fólk sigast úr starvi. Tað kann skjótt fáa svartskygni at spreiða seg, til skaða fyri bæði vinnu og samfelag.
Er hetta veruliga ætlanin? Tey sum skulu fyrisita ‘sjófeingið‘ hjá okkum — og síggja til at eingin sleppur at vaksa seg nóg stóran av fiskaríi til at kunna hava nakað nevnivert av kapitali og fíggjarorku til íløgur, menning og altjóða marknaðarføring — hava tey yvirhøvur gjørt sær nakrar veruligar tankar um tær samfelagsbúskaparligu avleiðingarnar av tílíkum?
Sjálvt uppboðssølu proponenturin Hermann Oskarsson viðgekk á Facebook so mikið: “Antitrustreglur í fiskivinnulóggávuni er sum pínutablettir móti tannapínu. Antitrustreglur hjálpa ikki upp á nakað sum helst í fiskivinnu, tí tær eru ætlaðar at verja brúkaran móti ovurprísum vegna monopolstøðu. Føroyingar eru bara ikki brúkarar í hesum føri. Men reglurnar eru eftir øllum at døma propagandistiskt neyðugar nettupp tí at samgongan hevur ætlað at halda fram at geva verandi reiðarum atgongdina til fiskiríkidømið ókeypis. Ikki tí at tær hjálpa okkum nakað — antitrustreglurnar — men tí at tær fyrigykla okkurt slag av avmarking. Hon er bara púra óneyðug um rætt varð atborið.”
Tílíkir fótonglar at leggja fyri eina sera vælvirkandi vinnu eru óneyðugir, ómotiveraðir og órógvandi; vit hava nevniliga ikki stórvegis trupulleikar av miðsavnan í tí føroysku fiskivinnuni. Ja, Ísland hevur í heilum verið tikið fram sum ræðudømi um hetta; men fólk tykjast gloyma at tann landafrøðiligi munurin millum Føroyar og Ísland er ovurstórur — meðan avtofting av bygdum og býum hevur verið ein sera óheppin avleiðing av kvotahandlum í Íslandi, er vandin fyri hesum ikki til staðar yvirhøvur í Føroyum í nevniverdan mun, tí her er sum heild sera stutt millum býir og bygdir, og okkara samferðslukervi dekkar rættiliga væl okkara lítla land alt sum tað er. Tað er ikki sum í Íslandi.
Um ‘sjófeingi’ hevði Johnny Thomsen annars hendan spurning, eisini á Fjesbókini: “Nú uppskotið um nýskipan av vinnuligum fiskiskapi verður sett fram, verður orðið ‘sjófeingi’ brúkt. Tað tykist vera nýgjørt, eg finni tað ið hvussu er ikki í nakrari orðabók (um eg fari skeivur, hevði eg verið fegin um at fingið tað at vita). Tað sum undrar meg eitt sindur, er at orðið ongastaðni verður definerað greitt juridiskt (og kanska biologiskt). Misskiljið meg ikki, eg havi einki ímóti orðinum, tað riggar bara heilt væl eftir sama mynstri sum ‘torvfeingi’, ‘vatnfeingi’ o.o. Og eg kann eisini gita mær nøkulunda til hvat tað er ætlað at merkja. Men eigur ein juridiskur tekstur ikki at hava eina neyva juridiska lýsing av einum orði og hugtaki, sum ikki hevur verið brúkt fyrr og sum ikki kann sláast upp nakrastaðni, so lesarin ikki verður noyddur at gjøtla um hvat man vera havt í huga?”
No comments:
Post a Comment