Thursday, February 9, 2017

Í slíkum sprutti kunnu orð merkja hvat sum helst


Partrolari.
MARIA OLSEN PHOTO
Eitt er politiskt at skrúva upp fyri føgrum orðingum um “javnbjóðis” atgongd fyri øll og “marknaðargrundaða” skipan fyri fiskirættindi og ta veiði sum kemur upp á land — annað er at greiða frá hvat hetta skal innibera í praksis.

Í øllum sprellinum um nýskipan av fiskivinnuni eru nakrir stórir tankatoskar slopnir at vinna flótandi fótafesti millum politikarar, viðmerkjarar og tíðindafólk. Talan er næstan um orwellisk orð sum hava rullað íðuliga á landjørðini við umboðum úr serliga embætisstættini vaggandi sum undir ávirkan av rúsi frá útlitum fyri størri innslúsing av ymiskum fæ, og makt og prestigu afturvið, til umsiting og alt tað ið har til hoyrir. Lítið at siga til at ivrin eftir at raka rættar tónar og endurtaka gandaramsur ið kunnu fáa okkurt fram ið slær politiskt bingo er stór — og kanska torfør at temja.

Men nú ið teir retorisku glúparnir skulu møta tí lógarligu vatnskorpuni, spruttar illa.

“Nýggir aktørar” skulu sleppa framat, ljóðar tað, eisini í upplegginum frá Nýskipanarnevndini herfyri — tað var jú partur av teirra arbeiðssetningi. Hinvegin, um nú manglandi møguleikar fyri nýggjar aktørar er ein so álvarsligur trupulleiki at øll verandi vinna mestsum má tveitast út í andaleyp fyri at gera nakað við hann, so kennist tað rættiliga løgið at vit ikki síggja meira detaljur í tí almenna rúminum um spurningin.

So júst hvar er tað ið skógvurin klemmar mest? Er tað einstakir partar í vinnuni sum eru misnøgdir um at ikki kunna fáa fatur á ynskiligum rættindum við at uppfylla nakrar hissini treytir og kontakta vinir og kenningar í tí politisku skipanini? Er tað onkur sum harmast um at hava selt sítt í skeivari løtu og nú angrar og vil hava tað aftur, og sær ein møguleika í at fáa politikarar til at broyta spælireglurnar uttan atlit til verandi aktørar, sum hava goldið dýrt og brúkt langa tíð um at byggja sítt upp? Ella er tað okkurt heilt annað sum ger seg galdandi — tað er jú ómøguligt at vita so leingi einki undirlag fyriliggur alment sum vísir greitt hví og hvussu vit hava ein trupulleika her.

Greið tema

Sjóðið um “ogn Føroya fólks” var løgfrøðiliga so mikið tokut at Nýskipanarnevndin mælti frá at yvirhøvur brúka slíka orðing í einum komandi lógarteksti. Og hvat viðvíkur tí kontroversiella spurninginum um uppboðssølu av fiskirættindum framgongur so mikið í álitinum: “Nevndin hevði torført við at finna eina nøktandi semju um uppboðssølu av fiskirættindum.”

Tíverri bendir alt á at enn er eingin politisk semja í eygsjón sum kann leggja lunnar undir eina trygga og varandi skipan. Ikki tess minni heldur tað tokuta orðaspælið fram, uttan mun til at fiskivinnan ídag, av somu orsøk, er hótt inn á bein. Sektin á at hetta sum heild er ein altjóða vird og sera vælvirkandi vinna, sum vit soleiðis seta í vanda fyri eitt gott orð.

Eitt annað sveimandi hugtak — “marknaðargrundað útluting” — verður framvegis rullað bæði oman og niðan í heilum, uttan at nakar tykist vita hví. Aftur her sakna vit ítøkiligar grundgevingar fyri hví stór inntriv endiliga mugu og skulu gerast; er tað bara fyri at útlutingin av rættindum skal hava stempul sum “marknaðargrundað” yvir fyri einum ella øðrum í Brússel ella Keypmannahavn? Hví er tað so altavgerandi? Hvat skal tað í praksis gera við vinnuna og fiskaútflutningin, og harvið samfelagsbúskapin, annað enn at órógva verandi bygnað?

Hetta er ikki tað sama sum at siga at alt er perfekt og eingin trupulleiki er sum politiskt eigur at verða loystur. Hinvegin er neyðugt at tey tema sum skulu vera grundarlag undir komandi broytingum eru greið og ikki til at misskilja. Vónandi endar hesin leikur við at partarnir seta seg niður og arbeiða fram ein leist sum øll kunnu liva við og sum tryggjar eina framhaldandi sterka fiskivinnu.

No comments:

Post a Comment