Bakur og Stelkur á upsaveiði. MARIA OLSEN PHOTO |
“Sjálvandi skal ein nýggj fiskivinnuskipan, sum vit hava møguleika fyri at gera nú… hon skal eisini taka sterkt atlit til verandi aktørar. Tað verður eisini gjørt; so tað hevur ongantíð verið sagt frá mínaru síðu, ella frá Aksel [Johannesen] ella Poul [Michelsen], at tað er nakað við at frá 1. januar 2018 so stendur nakar á berum. Tað kemur ikki upp á tal. Tað hevur ongantíð verið ætlanin.”
Soleiðis royndi Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri og formaður í Tjóðveldi, at sissa ekkafullar røddir sum hoyrdust millum áhoyrararnar á ‘Fiskivinnupolitiskum Toppfundi’ undir Torradøgum í Klaksvík fyrr í vikuni.
Men trupulleikin er, sum eisini kom fram týðiliga undir tiltakinum, at nú ber illa til at fáa tíðina at røkka til at nøkur nýskipan av fiskivinnuni kann orðast og samtykkjast í nøkulunda tíð áðrenn 1. januar 2018, tá øll verandi fiskirættindi fara úr gildi sambært lóg.
Har er tó ein útvegur í lógini, í og við at hon heimilar at verandi loyvir verða longd í fimm ár. So tað liggur í kortunum at tað kann vera óklókt at stressa og streingja á nú fyri at kroysta eina nýskipan ígjøgnum uttan ta nógv umtalaðu breiðu politisku semjuna, har tað enntá tykist ivasamt um parlamentariskur meiriluti yvirhøvur fæst fyri tí. Hetta bleiv ikki beinleiðis viðgingið men tó óbeinleiðis, tá fiskimálaráðharrin viðmerkti undir tí almenna fundinum í Klaksvík at “tíðin er gingin undan.”
Meðan ongar detaljur spurdust um hvat Landsstýrið ítøkiliga vil við sínari ætlaðu nýskipan av fiskivinnuni, kom týðiliga fram at teir flokkar sum í løtuni sita í andstøðu ætla við fyrsta høvi at avtaka eina uppboðssølu av fiskirættindum, skuldi hon verðið samtykt nú.
Jógvan Skorheim, formaður í Nýggjum Sjálvstýri og borgmeistari í Klaksvík, helt at arbeiðssetningurin sum Nýskipanarnevndin hjá Fiskimálaráðnum fekk var ov smalur. Formaðurin í nevndini, Johnny í Grótinum, varð eisini endurgivin fyri at siga, sambært KvF, “at tað er ein trupulleiki at nevndin fekk ein so trongan arbeiðssetning at hon bara skuldi fyrihalda seg til eina marknaðargrundaða skipan. Nýskipanarnevndin eftirlýsti nevniliga møguleikan fyri at kunna lýsa og mæla til aðrar loysnir…”
‘Nokkso sannførdur’
Also, ivasamur politiskur meiriluti umframt at álitið frá Nýskipanarnevndini verður av fleiri uppfatað sum ov smalt til at kunna brúkast sum støði undir politiskum samráðingum — hendan kombinatiónin kann gerast ov svikalig at arbeiða út frá. Tískil er helst snildari út frá fleiri sjónvarmiðum at bíða eitt sindur við einari nýskipan av hvussu fiskirættindi skulu útlutast í framtíðini og ístaðin leggja hana fram tá ið ein slík semja er fingin. Hinvegin átti einki at verið til hindurs fyri at fingið tílíkt samtykt nú sum breið semja longu er um.
Politikararnir royndu tó á fundinum sum vera man at varðveita alment andlit.
KvF: “Høgni Hoydal, hvussu fyrireikar tú teg til tann møguleikan at hetta her kann bara plaffast niður um tvey og eitt hálvt ár?”
Fiskimálaráðharrin: “Also, sum eg byrjaði við at siga, tað er tíð at semjast. Vit hava bara sitið í so nógv ár og rópt eftir hvørjum øðrum. Tað hendi tíverri aftur í kvøld í stóran mun. Hvat er endamálið við tí? Vissi vit ynsktu at bara koyra eina skipan ígjøgnum við samgonguni, vissi tað hevði verið okkara ynski, so kundu vit gjørt tað 14 dagar aftaná at vit høvdu tikið valdið. Vit hava gjørt hetta á ein hátt soleiðis at tað verður gjørligt hjá allari tí politisku skipanini, øllum teimum sum varða av og sum hava áhugamál, at vera við í arbeiðinum, og tí sita vit eisini nú fram móti evsta marki og royna at fáa eina semju; tí at tað hevur so stóran týdning fyri hetta málið her… at vit fáa gjørt eina skipan sum verður varandi, og sum hevur tryggar karmar frameftir.”
Poul Michelsen, vinnumálaráðharri og formaður í Framsókn: “Eg eri nokkso sannførdur um at vit fáa eina breiða semju, tað er ið hvussu er tað sum eg havi álit á; og vissi ikki man fær tað, og tað er til skaða fyri framtíðar fiskivinnu at vit ikki fáa hana, so eru vit noydd til at koyra niðan við 17 [atkvøðum í Løgtinginum].”
No comments:
Post a Comment