Fjarskotin fiskur í garni. SHUTTERSTOCK |
Sjáldan um nakrantíð man, av politiskum brimbrotum, hava leikað so hart á bulin í føroyskari fiskivinnu. Allastaðni frá hoyrist alarmur um eitt ófantaligt lógarsmíð sum herfyri varð lagt alment fram undir heitinum “Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi” — ein fløkjaligur orðastreymur um straff, spennitroyggjur og seyðbond fyri tey ið fáast við fiskivinnu og, í sama andadrátti, upplegg til glíðandi hálar, markleysar og ógjøgnumskygdar heimildir fyri ein landsstýrismann.
Hvør veit, kanska er hetta kaotikkur á høgum stigi, ið vil okkurt ítøkiligt sum enn ikki er avdúkað; ella er bara talan um ein óndan ruðuleika av neyðsemjum og ómegd aftan fyri politisk leiktjøld? Hvat annað skuldi tað kunnað verið?
Hvat hetta enn er, so tykist vera stungin út í kortið ein kollektiv óðamannaferð ið so ella so skal revsa alt og øll ið tey seinnu árini hava havt hegni, dirvi og umstøður til at byggja upp líkinda styrki innan føroyska fiskivinnu. Og so hendir tað mitt í gyltasta tíðarskeiði nakrantíð fyri okkara útflutningsvinnu.
Anti-trust reglurnar í lógaruppskotinum hava verið fyri lemjandi atfinningum av øllum ættum, og ei undur í. Skulu tær setast í verk soleiðis sum ætlað sambært fløkjutekstin, aftur við uppboðssøluni av tí nógva av føroyskum veiðirættindum, so skulu allar tær leiðandi fyritøkurnar í okkara fiskivinnu ikki bert forðast í at vaksa meira men beinleiðis skerjast í sínum verandi virksemi. At tílíkt sannlíkt fer at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri arbeiðspláss í Klaksvík og Runavík, og helst aðrastaðni við — eitt nú á Tvøroyri, í Kollafirði og í Fuglafirði — átti at fingið øll avvarðandi fakfeløg upp úr stólinum, soleiðis at landsins lógarsmiðir kunnu fáa høvi til at gera neyðugar ábøtur.
Tá hava vit ikki nevnt tann óhoyrda ótryggleika í vinnuni sum, aftan á eitt langt áramál í formi av sníkjandi glóðum, knappliga er sloppin at spreiða seg sum ein eldur. Hvussu í allari verðini skulu so virkis-tálmandi, váða-hækkandi og óvissu-økjandi tiltøk kunna stimbra til størri og breiðari luttøku í fiskivinnuni? Hvussu kunnu tílíkar atgerðir borga fyri burðardygd?
Nóg stór oyru?
Við at kasta okkara vinnu út í eitt umhvørvi merkt av politiskum instabiliteti, senda vit verandi viðskiftarum og øðrum ætlaðum keyparum úti á marknaðinum fyri fiskavørur nøkur royksignal sum bera boð um at her valdar meira enn ríkiligt av handilsligum óvissum, og tískil man mest ráðiligt vera at halda seg burtur.
Tá ið okkara útflutningsfyritøkur ikki longur vita hvat tær kunnu rokna við at hava framyvir av veiðirættindum og harvið rávørugrundarlag, so fer tað heldur ikki longur at bera til hjá teimum at gera størri avtalur við keyparar ella yvirhøvur at leggja framtíðar ætlanir ella gera langtíðar íløgur. So mikið eigur ein og hvør at kunna rokna út sum er uppvaksin í Føroyum.
Tá ið so uppboðssøla av veiðirættindum, ómotiveraðar reglur um anti-trust og aðrar nýggjar avmarkingar verða kombineraðar við at geva avvarðandi landsstýrismanni eitt hav av víðum og ógreitt orðaðum heimildum til at taka avgerðir um bæði líkt og ólíkt — tá verður tað vinnuliga umhvørvið ikki bara politiskt óstøðugt; tað verður kaotiskt út um alt mark.
Samstundis verða strangar avmarkingar settar fyri avreiðing uttanlands, meðan fullkomin stongsil verður settur fyri útlendskum kapitali í fiskivinnuni á sjónum. Hvat ætla vit við hesum?
Tað er ikki bara leiðandi fiskireiðarí og teirra atknýttu virkir á landi sum kenna óró um tað sum nú er farið í ta politisku rørleiðingina. Umrokning av fiskidøgum til kvotur sær út til at vilja revsa tey ið tryggjaðu sær rættindi undir Íslandi og brúktu fiskidagar til at spara heimleiðirnar fyri veiði — brúktir fiskidagar skulu einans telja ein triðing í mun til veidd tons undir Føroyum, skilst.
Eftir má so vera at vóna at oyruni á lógarsmiðunum hóast alt fara at roynast nóg stór til at fanga hvat ið veruliga er á vási í hesum døgum. Út frá tí sum nú hevur víst seg skal tó rættiliga nógv til.
No comments:
Post a Comment