Thursday, March 16, 2017

Skeri eg teg her so missi eg teg har

Arbeiða svartkalva í Vestmanna.
MARIA OLSEN PHOTO
Ein óverulig blanding av skelki og svartskygni hevur rakt fiskivinnuna vítt og breitt mitt í einari gulltíð; vónir verða tó settar til at verandi hoyringar kunnu gera at Landsstýrisins uppskot um ‘Fyrisiting av sjófeingi’ fær munandi ábøtur.

Var tað ikki greitt fyrr, so er eingin ivi longur millum tey ið varða av teimum leiðandi fyritøkunum í fiskivinnuni: tað verður skotið eftir teimum við skørpum. Har er eingin góða mamma, eingin misskiljing — uppskotið um nýskipanir fyri fiskivinnuna fær avleiðingar tann skeiva vegin fyri fiskireiðarí sum Varðan, Christian í Grótinum, JFK og Framherja, og tey virkir sum eru knýtt at teirra virksemi, eitt nú Faroe Origin í Runavík og Kósin í Klaksvík; samstundis kann vandi vera fyri at tey trý stóru uppsjóvarvirkini í Føroyum, sum eisini eru knýtt at somu fyritøkum — Varðin Pelagic á Tvøroyri, Faroe Pelagic í Kollafirði og Pelagos í Fuglafirði — missa trygdina í sínum rávørugrundarlag.

“Jarðarferðarstemningur kring um høvuðsmotorin,” viðmerkti borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, á Facebook. “Nú situr tjóðin væl saktans bara og bíðar eftir at Aksel skrivar út nýval, soleiðis at tað slepst burtur úr ruðuleikanum og kaotisku kósini aftur. Verri enn tað sama fær tað ið hvussu er ikki verið.”

Johnny í Grótinum, formaður í Nýskipanarnevndini sum Fiskimálaráðið í fjør setti at gera tilmæli um nýskipan av lógini um vinnuligan fiskiskap, finst hvassliga at anti-trust reglunum í tí lógaruppskoti sum varð lagt fram tann 6. mars í ár.

“Sum vit skrivaðu í álitinum so er einki vinnuligt ella búskaparligt argument fyri at seta mørk í lógina sum skulu regulera støddina á teimum einstøku vinnufyritøkunum,” segði hann við Kringvarp Føroya. “Tvørturímóti so eru okkara vinnufyritøkur ógvuliga lítlar í altjóða høpi,” legði hann afturat.

“Einastu argumentini man kann hava fyri slíkum avmarkingum eru politisk, og eg síggi eisini í viðmerkingunum… at man vil avmarka viðkvamið hjá búskapinum mótvegis slíkum fyritøkum og fyri at hesar fyritøkur ikki skulu fáa so nógv vald mótvegis politiska systeminum.”
Johnny í Grótinum helt fram: “Har haldi eg tað er óskynsamt og skilaleyst at fara inn í eina vinnulóggávu sum skal stimbra og eggja til nýmenning og meir virðisskapan og kippir fyritøkur fyri at verja tað politiska systemið. Ynskir man at verja politiska systemið kann man gera tað við øðrum lógum og reglum og við at skapa gjøgnumskygni og annað.”

“Eg dugi illa at síggja hví júst fiskivinnan skal niðurbindast við anti-trust reglum,” segði hann víðari. “Í øðrum vinnum í Føroyum hava vit stóra konsentratión av vinnuni í fáum fyritøkum. Til dømis í oljuvinnuni, heilsøluvinnuni, bankavinnuni og so framvegis — har hava vit kappingarlógina og kappingareftirlit, og tey amboðini eigur man at brúka til tað endamálið.”

‘Eiga at greiða nærri frá’

Stjórin í Føroya Reiðarafelag, Stefan í Skorini, vísir á ta øktu politisku stýring av fiskivinnuni sum uppskotið letur upp fyri, íroknað umfatandi óvissur sum liggja í at fiskimálaráðharrin skal hava eitt ótal av nýggjum heimildum, umframt ógreið viðurskifti kring ætlaðar skipanir við uppboðssølu av fiskirættindum.

“Landsstýrið hevur víst á at tey sum hava sítt virksemi ikki skulu skerja tað,” segði Stefan í Skorini í almennum skrivi frá Reiðarafelagnum. “Reiðarafelagið hevur hinvegin skilt uppskotið soleiðis at við tíðini fer uppboðssøla av rættindum at merkja at søgulig rættindi fara at minka. Í summum førum minka rættindini longu fyrsta árið og í øðrum við tíðini.”

Vísandi til grein 12 stk. 3 í lógaruppskotinum, legði hann afturat: “Sum Reiðarafelagið skilir hesa grein, skulu langtíðarrættindi seld á uppboðssølu fylgja lutfalsliga vøkstrinum og niðurskurðinum í heildarkvotunum. Hetta merkir at tá kvoturnar minka verður tikið burtur av verandi rættindum, soleiðis at hesi við tíðini kunnu minka munandi. Hetta fer sjálvsagt at ávirka verandi aktørar negativt, av tí at teirra rættindi við tíðini verða útholað av teimum seldu rættindunum. Tískil er ein systematisk niðurlaging av verandi rættindum innbygd í uppskotið hjá Landsstýrinum. Hesa fatan hevur felagið eisini fingið staðfest í samskifti við Fiskimálaráðið.”

“Harafturat eru orðingarnar í lógaruppskotinum um uppboðssølu so ógreiðar at tær ikki geva eina greiða mynd av hvussu skipanin fer at virka framyvir,” segði stjórin í Reiðarafelagnum.

“Hvussu landsstýrismaðurin ítøkiliga fer at skipa uppboðssøluna kunnu vit bert gita um, tí tað skal sum so mangt annað í hesi lógini gerast í kunngerð seinni.”

“Hetta er fatan Reiðarafelagsins,” skoytti Stefan í Skorini uppí, “og um Landsstýrið hevur eina aðra fatan av hesi grein í lógaruppskotinum, eiga tey at greiða nærri frá hesum.”

No comments:

Post a Comment