Fleiri hundrað møttu til mótmælistiltak hjá Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. ÓLI M. LASSEN |
Sum vit hava víst á leingi so tykist tað torført í Føroyum at hava eina nøkulunda virðiliga og demokratiska tilgongd í sambandi við ætlaðar umfatandi broytingar í teimum lógarligu og regluligu kørmunum fyri fiskivinnuna. Vit tosa also um at meir ella minni kollvelta grundleggjandi búskaparlig viðurskifti, fíggjarligar fyritreytir og livilíkindi hjá einum stórum parti av samfelagnum og einum berandi liði í landsins útflutnings- og framleiðsluvirði. At øll ið varða av hesari vinnu, við heilt fáum undantøkum, hava ávarað staðiliga ímóti týðandi tættum í tí uppskoti til ‘løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi’ sum nú er lagt fram í Løgtinginum, undirstrikar bara enn meira at vandi veruliga er á ferð, ikki bert hvat viðvíkur føgrum orðum um fólkaræði, men fyri tann samfelagsliga, búskaparliga og politiska stabilitetin í Føroyum.
Fyrst varð ein Nýskipanarnevnd sett, sum so aftan á lokið arbeiði legði sína frágreiðing fram í oktober í fjør. Hennara tilmælir vórðu í nógvum tó ikki fylgd í tí uppleggi sum Landsstýrið presenteraði í mars í ár. Hartil kemur at 35 av 36 hoyringspørtum — fakfeløg, vinnufeløg og onnur — sum lótu inn síni skrivligu svar, vóru sera atfinningarsom í mun til uppskotið. Undantakið var Búskaparráðið, sum bar seg undan at gera beinleiðis viðmerkingar.
Tann nógvi kritikkurin hevur snúð seg m.a. um uppboðssølu av fiskirættindum og tann ótryggleika hetta kann væntast at hava við sær; broytingar í reguleringini av botnfiskaveiði undir Føroyum frá daga- til kvotuskipan; anti-trust reglur sum gera tað torført um ikki ómøguligt hjá fleiri leiðandi fyritøkum í vinnuni at halda fram við og menna verandi virksemi; og nýggjar og víðar heimildir til landsstýrismannin í fiskivinnumálum at stýra vinnuni við hjálp av kunngerðum.
Frymlar og algoritmur
Í tí tilgongd sum hevur verið higartil er tað eydnast uppsjóvarvinnuni at tryggja sær ein part av tí tryggleika sum krevst fyri at kunna halda fram uttan at steingja virkir og leggja skip. Verri er statt við teimum sum ikki hava fingið oyraljóð millum tey ið umboða tað politiska og fyrisitingarliga valdið.
Sum skilst er lagt upp til at umleið tveir triðingar av rættindunum til veiði eftir botnfiski undir Føroyum skulu seljast um uppboðssølu, sum greitt er ein hóttan móti tilverugrundarlagnum hjá mongum av teimum sum virka í hesum parti av vinnuni — feløg sum ofta ikki eru fíggjarliga væl fyri. Politiskt verður argumenterað fyri at ‘marknaðurin’ má ráða í spurningum um rættindi at fiska. Men er yvirhøvur nakar marknaður har; og um so er, hví er áhugin at sleppa framat har so lítil sum hann er? Kann tað hugsast at tey sum virka í heimaflotanum fyri tíðina gera tað av orsøkum sum tann politiska stættin als ikki hevur ímyndað sær, nevniliga: ikki so nógv fyri peningaligan vinning her og nú, men meira við atliti til aðrar dimensiónir so sum meiningsfult yrki, arbeiðspláss, nærsamfelag og relatiónir millum fólk, kanska aftur við stillari vón, og kanska vissu, um at einaferð broytist tann vistfrøðiliga javnvágin í havinum aftur til frama fyri botnfiskin, einaferð tá tann nógvi og svangi uppsjóvarfiskurin er minkaður nakað.
Hetta við at rykkja grundarlagið undan teimum veikaru feløgunum er tíverri partur av einum neoliberalistiskum tankagóðsi sum hevur verðið spreitt út um geilar tey seinastu 20-30 árini nógvastaðni kring heimin, í Føroyum tey seinastu 10-15 árini. Tað vísir seg at teknokratar hava tikið slíka simplistiska og væl slípaða men í grundini grótharða heimspeki til sín — kynstrið at goyma seg fyri aftan fyri reglur, frymlar og algoritmur, so flest allar avgerðir kunnu takast automatiskt. Snilt og nyttugt í ídnaðarframleiðslu og ymiskum repetitivum høpi har sjálvvirkandi skipanir vissuliga gera ábøtur; men hví í sambandi við lógarsmíð og fyrisiting av medmenniskjum og teirra umstøðum, annað enn fyri at sleppa undan at møta veruligum fólki ið, Gud forbjóði tí, kunnu konfrontera ein við veruligum tankum og meiningum?
Vónandi ikki verri
At vísa til vísindaliga ráðgeving uttan at kunna greiða frá í samanhanginum verður eisini nógv brúkt; og tað er ofta effektivt so leingi kritiskir spurningar ikki verða settir, hvat ið ikki altíð er so lætt; og hvør vil tala ímóti vísindum og útstilla seg sjálvan sum óvísindaligan býttling? Ein líknandi taktikkur sást ofta fyrr, tá átrúnaðarligar orðingar høvdu størri vald millum manna: við at vísa til trúarligar dogmur og kanska endurgeva vers úr Halgubók bar til at geva teimum munnkurv sum høvdu lyndi til at koma við onkrum ið ikki hóskaði inn í ætlanir, uttan mun til hvat sum annars sakliga var rættast ella skilabest.
Samstundis sum ‘Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi’ var til fyrstu viðgerð tann 29. mai, fór eitt stórt mótmælistiltak fram í Klubbagarðinum beint uttan fyri tinghúsið. Fyrireikararnir, frá Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, søgdu: “Um uppskotið hjá samgonguni verður samtykt av Løgtinginum, so fer hetta at raka allar limir felagsins sera dygt, og tí er umráðandi at allir limir felagsins mótmæla uppskotinum.”
“Hava tingfólk lisið fiskivinnuuppskotið hjá samgonguni,” spurdi Óli M. Lassen, reiðari í línuvinnuni. “Viðgerðin í tinginum var so yvirorðnað at ein kann óttast at fleiri í samgonguni og tingfólk annars ikki hava lisið uppskotið so gjølla. Sum eg havi skilt tað so vóru eisini sera fáir kritiskir spurningar á samgongufundi; tí er tað uttan iva fá fólk ið veruliga hava sett seg inn í uppskotið og hvat fyri avleiðingar tað hevur fyri vinnuna og hvussu nógva makt Løgtingið frásigur sær tá fiskimálaráðharrin kann stýra vinnuni við kunngerðum.”
Reiðarin úr Klaksvík legði afturat: “Spurningurin ið als ikki verður viðgjørdur er: hvussu er veruliga støðan hjá heimaflotanum og hvussu kunnu partafeløg og veiðumenn liva í fiskivinnuni? Eitt sera innantómt tos.”
Tað sum Óli M. Lassen vísir á, um enn óbeinleiðis, er júst tað vit alla tíðina hava sagt, nevniliga: uttan munagott samskifti við allar meginpartar í einum máli um so umfatandi broytingar verður torført at fáa nakað veruligt burturúr. Vónandi verður úrslitið ikki enn verri split millum fólk enn tað vit longu hava.
No comments:
Post a Comment