Friday, June 28, 2019

Sáttmálatryggjað rættindi í tunnum tráð

Ei undur í at manningarfeløgini eru ill og hørm um ‘rættindahavara’ hugtakið í lógini um sjófeingi, har skipanin við veiðiloyvum tengd at skipum eisini er avtikin — feløgini eru við at missa eftirlitið við sínum sáttmálaviðurskiftum.
Partrolarin Bakur tekur inn eitt gott hál.
MARIA OLSEN PHOTO 

Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag eru sum skilst í øðini og skelkað av tí sum tann nýggja lógin um sjófeingi inniber fyri teirra limir, ikki minst tá tað kemur til at kunna halda eftirlitið við at hýrur verða goldnar sambært galdandi sáttmálar. Trupulleikin stendst serliga í sambandi við at skip verða leigað til fiskiskap av pørtum sum nú kallast ‘rættindahavarar’ í sambandi við menningarkvotur og kvotur keyptar umvegis uppboðssølu.

Ein ‘rættindahavari’ er nevniliga ikki neyðturviliga eitt fiskireiðarí og hevur tí heldur ikki neyðturviliga nakran sáttmála við manningarfeløgini. Tað sum fyrr kallaðist veiðiloyvi, og sum sambært lóg altíð var tengt at skipi — og harvið eisini var umfatað av sáttmálum millum reiðarí og manningarfeløg — er snøgt sagt ikki til í tí nýggju lógini.

Soleiðis eru manningarfeløgini nú, í teimum førum ‘rættindahavarin’ ikki er eitt fiskireiðarí, vorðin avbyrgd frá annars sáttmálabundnum innliti í viðurskifti kring avtalur um prís á landaðum fiski — hóast teirra hýrur júst eru treytaðar av hesum prísi.

Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava sum skilst gjørt vart við hendan trupulleika yvir fyri Vinnunevndini í Løgtinginum, men enn er ógreitt hvat ið politikararnir ætla ella ikki ætla at gera við málið.

Eins og vit hava víst á fyrr á hesum bloggi, meinar Fiskimannafelagið eitt nú at ósamsvar í fleiri førum hevur verið millum lóg og praksis í sambandi við útlutan av veiðirættindum, umframt at ógreiði valdar viðvíkjandi eftirliti við at lógin verður hildin. So mikið tykist greitt: uttan mun til um lógin verður fylgd ella ikki, so eigur umsitingin á Fiskimálaráðnum sína ábyrgd, ella í minsta lagi eina skyldu at greiða frá týðiliga og klárt hvussu hesin problematikkur hongur saman eftir teirra bestu sannføring.

Júst fakfeløgini

“Tað vísti seg at tað var ikki rætt at loysa veiðiloyvið frá stálinum,” staðfestir Jan Højgaard, formaður Fiskimannafelagsins, í einum skrivi undir heitinum “Veiðiloyvi mugu aftur á skipini.”

“Hetta hevur givið manningarfeløgunum stórar trupulleikar,” skrivar hann. “Áðrenn loyvini vórðu tikin av skipunum, kundu manningarfeløgini nýta sáttmálan til at tryggja okkum sáttmálaásetta hýrupartin av heildarveiðini. Hetta ber ikki altíð til í dag, tí nú eiga rættindahavarar fiskin.”

“Hetta hava fiskimenn kent sviðan av tá rættindahavarin spekulerar við sølu inni á landi,” leggur Jan Højgaard afturat. “Av royndum vita vit at nú tað er latið víðopið fyri spekulantum, so kemur tað uppbyggjandi vinnulívið, ið skal tryggja framtíðina hjá føroyingum, at følna. Tað ber til undir verandi lóggávu at lata lítið og onki virði vera úti á skipinum, við at rættindahavarin keypir sjálvur fiskin fyri ein prís ið er væl niðanfyri tað hann kundi farið fyri. Soleiðis ber eisini til at virðisøkja í 3. og 4. liði, uttan at manningarfeløgini kunnu fara eftir reiðaranum, tí tað er rættindahavari ið hevur fingið grønt ljós til at virðisøkja uttanfyri Føroyar.”

Víðari sigur formaðurin: “Føroyingar hava [mist], og koma við hesi skipan at missa rísastórar upphæddir, tað kunnu vit ikki góðtaka. Hetta snýr seg um at skapa góð kor til føroyska samfelagið. Tað gera vit við at steðga spekulatión og geva góðar karmar til okkara vinnu.”

Júst so. At máa burtur av tí tryggleika sum við stríð og strev er uppbygdur og tryggjaður umvegis sáttmálarnar á arbeiðsmarknaðinum er ein vandamikil kós at ganga fyri eitt samfelag. Royndirnir vísa, ikki bert her heima men aðrastaðni við, at júst fakfeløgini eru við til at borga fyri at eitt samfelag kann varðveita ein sterkan bul av góðum arbeiðsplássum og hollari vitan. Slíkir bygnaðir mugu varðveitast, um man ikki vil enda sum eitt u-land.

Neyvan seinasta orð

“Sum advokatur havi eg staðfest at Løgtingið hevur heimild at lóggeva á økinum, hóast avleiðingarnar stundum kunnu vera óhepnar,” viðmerkti Páll Nielsen til skrivið hjá Jan Højgaard.

Um sítt arbeiði fyri Fiskimannafelagið segði advokaturin: “Uppgávan hjá mær hevur verið at staðfesta hvørjar ítøkiligar ávirkanir tann nýggja lóggávan hevur á galdandi sáttmálar (t.v.s. rættindi og skyldur hjá manning og reiðara), og at kanna hvussu sáttmálarnir kunnu tillagast ta nýggju lóggávuna.”

Hann legði afturat: “Sum m.a. Jan Højgaard hevur víst á, so er stóri trupulleikin at lógin gevur møguleika fyri at nýggir aktørar koma inn í skipanina, og at hesir ikki eru partar av sáttmála kompleksinum í fiskivinnuni. Sáttmálin hevur sum fyritreyt at tað er reiðarin (skipið) sum eigur kvotuna og fiskalastina, og hetta sæst m.a. í frábýtisrættinum, har manningin kann krevja part av veiðini frábýtta, soleiðis at manningin sjálv kann selja sín part av veiðini. Hetta ber jú ikki til um tað er ein uttanfyristandandi persónur (felag) sum eigur veiðina, tí reiðarin kann ikki ráða yvir ognunum hjá øðrum.”

Okkara elsta fakfelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, verður annars 125 ár í næsta ár. Formaðurin í felagnum, Annfinnur Garðalíð hevði eina stutta viðmerking: “Navigatørar sóu týdningin í at sigla undir skipaðum viðurskiftum, har spurningar so sum hvat eiga vit av lastini, hvat eiga vit av veiðivirðinum, vórðu avkláraðir.”

“Men,” legði Annfinnur Garðalíð harmur afturat, “nú er líkt til at tað sum er upparbeitt eftir 125 ár, vilja ráðandi politikarar smildra sundur.”

Spurdir um teir kunnu liva við støðuni sum hon er, hava umboðini fyri Fiskimannafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið onga viðmerking í løtuni. Sannlíkt man vera at feløgini bíða við møguligum útspæli ella tiltøkum til nýtt landsstýri er skipað aftan á komandi løgtingsval. Men hvat enn ið hendir ella ikki hendir, og nær — í hesum máli er neyvan seinasta orð sagt enn.

No comments:

Post a Comment