Friday, May 31, 2019

Knappliga vinnur eitt win-win hugtak

Tær reinskera toskafløk á Fofish-Norðfra í Leirvík.
MARIA OLSEN PHOTO
Líka síðan vit fingu fiskidagaskipanina í 1996 hevur árligt stríð valdað millum fiskimenn, frøðingar, politikarar og embætisfólk um dagatalið; men so brádliga, ein breið semja sum eingin hevði droymt um — næstan ov gott til at vera satt.

Negativitetur hevur ikki trotið tá tað kemur til almenna stýring av fiskivinnuni og vantandi álit millum vinnulív og politiska stætt; men knappliga er líkt til at tað bragdar, í øllum førum hvat viðvíkur umsitingini av botnfiskiskapi undir Føroyum. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fekk tíðliga í mai eina frágreiðing frá einum arbeiðsbólki sum mælir til at fiskiskapurin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi verður skipaður í fiskidagaskipan — heldur enn kvotaskipan sum annars ætlanin hevur verið. Eitt uppskot um fyrisiting eftir serligari umsitingarætlan er eisini við í frágreiðingini, sum beinan vegin bleiv fagnað av umboðum fyri vinnuna umframt av leiðandi politikarum úr samgongu og andstøðu.

“Bulurin í umsitingarætlanini er ein veiðiregla sum sigur hvussu fiskidagatalið verður ásett,” greiðir arbeiðsbólkurin frá. “Málið er at stýra fiskiskapinum so at vit eru innan fyri ásett mørk. Veiðireglan leggur upp til at tað ikki skal vera neyðugt at hækka ella lækka dagatalið á hvørjum ári. Hetta skal bert gerast um fortreytirnar við fiskastovnunum ella lutfallið millum veiði og fiskastovn broytast munandi. Fyri at hava ávísan stabilitet í kørmum og veiðimøguleikum, er ásett at um vit fara út um ásettu mørkini og dagatalið skal stillast, skal dagatalið verða sett fimm prosent hægri ella lægri enn fiskiárið frammanundan.”

Arbeiðsbólkurin — samskipaður av Fiskimálaráðnum og við umboðum frá Føroya Reiðarafelag, Felagnum Trolbátar, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Fiskimannafelag, Maskinmeistarafelagnum, Meginfelag Útróðrarmanna, Havstovuni, Vørn, og Fiskimálaráðnum — “mælir til at fiskidagaskipan eisini frameftir verður høvuðsamboðið í at stýra fiskiskapinum eftir toski á landgrunninum, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi. Ásetingarnar í lógini um fyrisiting av sjófeingi, um at fara frá fiskidøgum til kvotur 1. januar 2020, verða broyttar samsvarandi.”

Eftir uppskotinum er tað fiskimálaráðharrin sum við kunngerð ásetir fiskidagatalið við støði í umsitingarætlanini og eftir at hava ráðført seg við eina nevnd umboðandi allar skipabólkar og veiðihættir, umframt fólki frá Havstovuni og Vørn.

Hetta er eftir øllum at døma fyrstu ferð í langar tíðir at lagt er upp til reguleringar ið sum heild síggja út til at fara at gera lívið lættari heldur enn truplari fyri heimaflotan.

Tað skilagóða við skjalinum — nevnt ‘Fiskidagaskipan og umsitingarætlan’ við undirheitinum ‘at gera uppskot til umsitingarætlan og at eftirmeta skipanina í fiskiskapinum eftir botnfiski undir Føroyum’, dagfest tann 6. mai 2019 — er ikki minst at tað leggur upp til at fiskidagarnir ikki verða broyttir í tíð og ótíð, og talan skal ongantíð vera um at skerja ella hækka dagatalið við øðrum enn fimm prosent.

Null ella pluss/minus 5

Enn er tó sum vera man ov tíðliga at veitsluhalda hesa nýggju skipan, sum enn ikki er samtykt og enn minni sett í gildi. Vit vita sostatt heldur ikki júst hvussu hon fer at verða umsitin í praksis.

Tað er annars eingin loyna at tónin millum fólk í vinnuni hevur leingi verið merktur av ivasemi og mistrúgv tá ið embætisfólk, politikarar og onnur hava tosað um “endurbygging” og “umsiting” av fiskastovnum. Hvussu væl grundaðir hava pástandirnir um “niðurfiskaðar” ella “oyddar” stovnar verið?

Men nú eru also vónir um at hetta skjótt fer at hoyra fortíðini til. Og talan skal ikki longur vera um tvey sínámillum mótstríðandi tilmæli um fiskidagar á hvørjum ári.

“Tað sum tað hevur verið frammanundan, tað hevur verið at tú hevur havt eina fiskidaganevnd umboðandi vinnuna og so hevur tú havt Havstovuna við sínum tilmæli,” viðmerkti fiskimálaráðharrin í samrøðu við Útvarp Føroya. “Tey eru komin við hvør sínum tilmæli. Nú kemur Havstovan við tí vísindaliga tilmælinum og tølunum sum øll eru samd um at halda seg til, og tað sum hesin bólkurin skjýtur upp, tað er tað at landssýrismaðurin skal áseta fiskidagatalið men eftir hesum frymlinum; men hann skal altíð hava eina viðgerð saman við pørtunum áðrenn hann ásetir talið, tí tað kunnu eisini vera onnur viðurskifti sum hava týdning, økisfriðingar, gýtingarfriðingar, verja korallir og alt hetta her. So tað er ikki so at man skal sita og stríðast um sjálvt tilmælið longur, men tú kann viðgera ymisk átøk til at fáa fiskiskapin so burðardyggan sum møguligt.”

“Alternativini hava verið 0 prosent ella 50 prosent av, har ið tað nú er komið fram til eina semju har vit taka tað meira stigvíst,” segði Petur Steingrund, fiskifrøðingur og deildarstjóri á Havstovuni, í sjónvarpssamrøðu við Kringvarp Føroya. “Vit taka fimm prosent hvørja ferð, tí tá fær vinnan sín stabilitet, samstundis sum at tað er ein regulering í skipanini.”

Fiskifrøðingurin, sum umboðaði Havstovuna í arbeiðsbólkinum, legði afturat: “Stovnsmetingarnar verða brúktar sum grundarlag fyri at finna útav um nú veiðin móti stovninum liggur á rættari leið ella ikki, og um gýtingarstovnarnir eru nóg stórir ella ikki. Eru gýtingarstovnarnir í ordan og veiðin liggur á einum hóskiligum stigi, so hendir einki. Og so kann tað eisini henda at gýtingarstovnarnir eru í lagi og tað verður tikið for lítið úr stovninum, og tá fara fimm prosent uppá. So veiðireglan sigur at fiskidagarnir kunnu broytast annaðhvørt minus fimm prosent ella null prosent ella pluss fimm prosent.”

MSC vigar nógv

Hanus Hansen, formaður í Føroya Reiðarafelag, segði í somu Dagur & Vika tíðindasending: “Tað fyrsta sum hendi var at tað bleiv settur ein breiður bólkur sum umboðaði allar partar, og vit fingu frið at arbeiða. Hevði man gjørt tað tá man gjørdi fiskivinnunýskipanina at man valdi ein breiðan bólk hvar vinnan slapp at vera við, so hevði ikki verið alt hetta rokið um fiskivinnunýskipanina; men tá var tað altavgerandi at tað mátti eingin vera í bólkinum sum hevði nakað sum helst við fiskivinnuna at gera, sum var aktivur í fiskivinnuni. Men fyri at koma til hetta her, tað var soleiðis at hetta arbeiðið byrjaði í september mánað, og tað hevur verið eitt sera gott samstarv í hesum bólkinum. Tá man byrjaði var tað kvotaskipanin sum var á skránni, men aftan á einar tveir-tríggjar fundir sá man at tað var ómøguligt at finna nakra semju um kvotaskipanina, og 27. november kom tilmælið frá Havstovuni sum segði at vit kundu fiska góð 9.000 tons av toski, góð 7.000 tons av hýsu, at fiskidagarnir skudu skerjast 30 prosent, og luftin skuldi takast út úr skipanini — tað betýðir reelt at teir vildu hava 50 prosent niðurskurð í fiskidøgum fyri 2019, og tað vildu vit ikki vera við til, og vit fóru so at halda jól uppá at tað varð 50 prosent niðurskurður. Men tá vit koma til 17. januar so leggja vit eitt roknistykki fram fyri nevndina — og tað roknistykkið var at frá 1. september 2002 til 1. september í 2003 blivu fiskað gott 40.000 tons; divideraðu teir fiskidagar sum tá vórðu brúktir uppí og gangaðu við teimum fiskidøgum sum vóru fyri 2019, og tá fingu vit at man kundi fiska 25.000 av toski um man fiskaði tað sama og 17.000 tons av hýsu. Havstovan helt at hetta var innanfyri, at tað var burðardygt at gera tað upp á tann mátan, og eg haldi harfrá at man bleiv samdur um at man gjørdi upp á hendan mátan. At tað fara fimm prosent upp og niður, tað halda vit er gott. Vit eru glaðir fyri hetta her, og eg rokni við at Løgtingið tekur fult undir við hesum her.”

Fiskidagaskipanin verður varðveitt; hvønn týdning heldur tú at tað hevur fyri vinnuna?

Hanus Hansen: “Tað hevur stóran týdning. Vinnan hevur alla tíðina hildið fast við at fiskidagaskipanin er tann besta skipanin til at stýra fiskiskapinum undir Føroyum, og hon er burðardygg, tað hava vit altíð hildið fast við. Nú verður tað friður, tað hevur verið øgiliga ófriðarligt hjá heimaflotanum seinastu árini. Tvær ferðirnar hevur kvotaskipanin verið útsett, og í desember mánað í fjør tá vistu vit ikki um tað fór at blíva kvotaskipan ella fiskidagaskipan, so nú vóna vit at kvotaskipanin er avhøvdað forever; tað hopa vit.”

Onkursvegna so ber hendan nýggja skipanin í sær at vinnan noyðist at viðurkenna stovnsmetingarnar hjá fiskifrøðini. Hevur tað verið trupult hjá vinnuni at ganga undir ta treytina?

Hanus Hansen: “Nei, tað haldi eg ikki. Also, tað er eingin sum er í vinnuni sum ynskir at fiska tann síðsta fiskin, so... Eg haldi tað hevur verið, sum Steingrund segði eisini áðrenn, man hevur verið rættiliga samdur.”

Semja er um at Løgtingið skal samtykkja umsitingarætlanina, men tað skal vera landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sum skal áseta fiskidagarnar í kunngerð. Er tað ein fyrimunur?

Hanus Hansen: “Ja, tað er fínt. Tað er nógv einklari. Tað er Løgtingið sum bestemmar allíkavæl. Tað er Løgtingið sum ásetir at fyri trý ár kann tað bara fara fimm prosent upp og niður, so landsstýrismaðurin fær ikki gjørt so nógv. Men eitt sum tú ikki hevur spurt um sum eg haldi er sera umráðandi í hesum her: tað er tað at fiskiskapurin við Føroyar, hann verður burðardyggur, hann fær MSC góðkenningina, helst longu í ár. Tað kemur at gera tað at virkini kunnu arbeiða hýsu, serliga hýsu, men toskurin kemur eisini at verða avgerandi í hesum her... Til dømis tá eg kom á Kósina í ’98 tá arbeiddu vit fyri tað mesta hýsu. Kósin arbeiddi vanliga 4-5.000 tons av hýsu um árið; seinastu árini hava tey arbeitt 200 tons um árið. Vit sleppa ikki inn til Marks & Spencer og Tesco og yvir til USA uttan at vit hava tað stemplið. Vissi hetta verður samtykt, og tað vænti eg tað verður einmælt samtykt í Løgtinginum, so fáa vit hesa MSC góðkenningina longu í 2019.”

Politisk undirtøka

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kallaði semjuna í arbeiðsbólkinum “søguliga” og “geniala”.

“Eg sigi hetta er ein søgulig semja tí hetta er á fyrsta sinni at vit hava fingið fulla semju millum havfrøðina, Havstovuna, lívfrøðina, tann vísindaliga partin, og vinnuna sjálva um hvussu vit skulu fáa burðardyggan fiskiskap og stovnsrøkt undir Føroyum,” segði hann við ÚF. “Og tað eri eg næstan tikin av fótum av. Tá vit settu hendan bólkin... eg hevði næstan ikki torað at vóna tað, men tað hevur so borið til. Og eg ivist heldur ikki í at nú fáa vit fulla politiska undirtøku fyri at vit nú fáa veruliga stovnsrøkt, í hesum førinum grundað á eina fiskidagaskipan og eina nokkso geniala umsitingarætlan sum teir hava lagt fram.”

So tú ert nú vorðin sannførdur um at fiskidagar er tann besta leiðin at ganga?

Høgni Hoydal: “Tað verður altíð lagt upp sum um at tað er eitt politiskt stríð. Tað er ein spurningur um hvør skipan best kann tryggja tað at okkara fiskastovnar verða umsitnir burðardygt og kasta so nógv av sær sum møguligt til tað føroyska samfelagið. ĺ hesum førinum hava teir so skotið upp eina langtíðar ætlan sum ger tað nógv lættari.”

Jacob Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharri, úttalaði seg somuleiðis: “Umsitingarætlanin er fín,” segði tingmaðurin úr Fólkaflokkinunum. “Umsitingarætlanin er tað sum vit alla tíðina hava sagt um hvussu vit skulu viðgera fiskidagar, og umsitingarætlanin er, kann man siga, beint mótsatt av tí sum bæði Havstovan og landsstýrismaðurin annars hava prædikað um: at hava stabilt og javnt fiskidagatal. So tað er øgiliga gott at vinnuumboðini hava verið og sagt hvar skápið skal standa, soleiðis at vit hava fingið eina umsitingarætlan sum kann brúkast og er eitt fínt útgangasstøði fyri hvussu fiskidagarnir skulu skipast frameftir.”

Hvat er tað sum ger at hendan her skipanin sum nú verður mælt til er so góð?

Jacob Vestergaard: “Jamen, nú letur man fiskidagatalið fáa frið. Fyri einum hálvum ári síðani tá mælti Havstovan til at skerja fiskidagatalið niður í helvt. Og tað var væl tað sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur prædikað um; men nú ið úrslitið fyriliggur verður eingin niðurskurður og man heldur fiskidagatalið stabilt út frá tí flota sum man hevur ídag, soleiðis at tað bara verða smáar justeringar upp og niður, alt ann uppá hvussu stovnarnir hava tað.”

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, tók eisini undir. “Eg haldi hatta vísir at vit nú hava fingið skil upp á tey tingini og at man hevur fingið avklárað at nú verður tað fiskidagaskipanin sum heldur fram,” segði hann. “Og man hevur fingið fastar rammur hjá vinnuni soleiðis at hon veit hvat hon hevur at fyrihalda seg til, at tað ikki knappliga skal koma ein niðurskurður upp á 30 prosent ella 50 prosent, og harafturat at man hevur lagt í fastar rammur hvussu man kemur til um tað skal skerjast ella tað skal leggjast afturat við fiskidøgum. So eg trúgvi hetta fer at skapa ta trygdina fyri vinnuna sum ger at hon kanska aftur kann hyggja frameftir og, í hesum førinum í øllum førum, fara út og hyggja eftir um tað er ein møguleiki at gera íøgur í nýggjari vinnutól; men sjálvandi, uppboðssølan er stadigvekk ein trupulleiki og ein avbjóðing hjá vinnuni. Men í hesum førinum hevur man fingið stýr uppá at man varðveitir dagaskipanina og ikki fer yvir til kvotur, og eisini hvussu man skipar fiskidagatalið frameftir.”

Nú skal landsstýrismaðurin so áseta í kunngerð fiskidagar og tað skal ikki í Løgtingið. Hvat heldur tú um tað at man fer uttan um Løgtingið?

Bárður á Steig Nielsen: “ĺ hesum førinum er tað soleiðis at Løgtingið kemur eftir hesum uppskotinum at gera skipanina fyri trý ár á gangin, og tað vil siga at triðja hvørt ár skal tað í Løgtingið, men annars er tað upp til landsstýrismannin at áseta fiskidagatalið; men tað er so eftir einum púra greiðum formuli, og tí er eingin diskussión neyðug í Løgtinginum um hesi viðurskiftini. Men triðja hvørt ár kemur tað so, har tað verður endurmett, og har skal tað so viðgerast í Løgtinginum.”

Vit bíða við spenningi.

No comments:

Post a Comment