Thursday, February 28, 2019

Við gott mót men við ryggi móti múri

Hevur tann politiski klassin sett fiskivinnuna upp ímóti múrinum og skapt ein so lemjandi ótryggleika at eingin í vinnuni veit upp ella niður — ella er talan um okkurt heilt annað sum bara ikki er møguligt at skilja fyri vanlig fólk?
Vinnulívsmenn kjakast um fiskivinnu — frá vinstru:
Pól Huus Sólstein, Anfinnur Olsen, Hans Andrias Kelduberg;
í forgrundini Georg L. Petersen, vertur.
KRINGVARP FØROYA


Tak uppboðssøluna av veiðirættindum ið ger fíggjarætlanir og framrokningar ómøguligar hjá fiskireiðaríum; ella tak økiskvotur misnevndar menningarkvotur og tilhoyrandi rumbul í sáttmálaviðurskiftum millum skip og manningar; ella tak komandi ‘umsitingarætlan’ við øktum skrivstovu- og teknokratveldi (dagføring: vísti seg at vera ein yvirdrivin óró, tíbetur); ella tak eitt veiðigjald við okurssatsum ið eingin politisk semja fæst um.

ĺ hesum nýskipanartíðum liggja nevniliga so nógvur ruðuleiki, so stórur ótryggleiki, so stórliga øktar óvissur, so nógvir nýggir spírar til klandur og stríð, at ein spurningur gerst ótolandi aktuellur fyri okkara fiskivinnusamfelag: Hvat var ætlanin, hvat er endamálið her, hvat vilja lógarsmiðir og umsitarar náa fram til, við so mongum so oyðandi tiltøkum móti einari fyri føroyingar so týðandi vinnu?

Eingin er enn komin við einari samanhangandi frágreiðing um hvat hendan ‘løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi’ veruliga snýr seg um, nú aftaná at hon er samtykt og so við og við verður rullað út. Nú er tað neyvan longur so áhugavert hvat ið alt kallaðist fyri árum síðani tá ið slagorð og fagurspinn settu dagsskránna — vit eru gott og væl farin um tað mótið á hesari nýskipanarferð.

Ein nýskipan í leysum lofti kann so ikki vera nøkur ynskistøða fyri eina stjórn, ella soleiðis vilja vit helst hugsa. Illgrunasom fólk — summi kanska órein, onnur kanska bara realistisk ella illa roynd — hugsa helst hinvegin: hvat um alt hetta kaosið í fiskivinnuni er tilætlað, roknað út konspiratoriskt og framt við fríum vilja? Finnast veruliga kreftir í Føroyum, og møguliga uttan fyri landoddarnar, sum kunnu hugsast at hava okkurt slag av áhuga í at síggja okkara fiskivinnu brotna niður, soleiðis at hon — og alt tað hon sum heild umboðar — missir sína búskaparligu kraft og sín samfelagsliga status?

Soleiðis vilja vit ikki hugsa, og vónandi eru tey ikki mong ið møguliga ganga við slíkum tankum; tí so galið kann tað bara ikki vera blivið, ikki í Føroyum. Hinvegin hava fólk ilt við at skilja hvørjar fyrimunir ið føroyingar, fiskaexportørar burturav, kunnu fáa av at selja síni fiskirættindi umvegis almenna uppboðssølu sum ger tilveruna sera ótrygga fyri aktørarnar í fiskivinnuni. Hvat fáa vit burturúr at tey sum leingi hava varðað av vinnuni, og gjøgnum árini bygt upp hópin av dýrtkeyptum royndum og servitan, knappliga skulu standa við nýggjum og púra óneyðugum óvissum ið okkara kappingarneytar í ĺslandi, Noreg og alla aðrastaðni sleppa heilt undan?

‘Mest sannlíkt’

Hvussu er og ikki, tíbetur hava fólk í fiskivinnuni framvegis nakað av bjartskygni. Eitt panel savnað í sambandi við Torradagar í Klaksvík — Pól Huus Sólstein (North Pelagic), Anfinnur Olsen (Framherji), Hans Andrias Kelduberg (Thor) — diskuteraði nevniliga fiskivinnunýskipanina í væleydnaðari sending hjá KvF tann 21. februar. Tey trý umboðini fyri vinnuna vóru í nógvum samd um at uppboðssølan av rættindum er miseydnað aftaná at hava verið roynd í fleiri ár, og at menningarkvoturnar heldur ikki tæna tí endamáli sum tær eftir ætlan skuldu gera. Eisini vóru teir tríggir á einum máli um at nýggjar reglur um veiðigjald neyvan verða samtyktar av verandi tingmanning.

Sendingin var sum heild væl frágingin innihaldsliga, bæði av vertinum Georg L. Petersen og teimum trimum gestunum. Tað eydnaðist nevniliga at viðgera aktuell mál bæði kritiskt og sakliga.

Fyrstur at svara upp á spurning um fiskivinnunýskipanina og møguligan ótryggleika av politiskum andstøðutosi um at rulla skipanina aftur til tað hon var fyrr, var Pól Huus Sólstein: “Fiskivinnunýskipanin hevur innført nøkur ting sum í veruleikanum slett ikki taka atlit til tá ið man skal selja fiskin ella skal skapa matvørur, skapa meira virði burtur úr tí. Tí har eru so nógv ógreið viðurskifti inni í henni.”

Hann helt tó at góðir møguleikar eru fyri at betra um ta nýggju lóggávuna og finna breiðar semjur um hetta. “At fara at rulla tað aftur, tað trúgvi eg ikki uppá,” segði hann. “Man kemur mest sannlíkt til at gera nakrar tillagingar við tí verandi og í mun til nýggj ting. Sjálvandi eru nøkur ting inni í henni sum slett ikki eru avgreidd enn, sum til dømis veiðigjald. Tað verður ein partur, meðan nógvir lutir inni í lógini um sjófeingi kann man mest sannlíkt blíva samdur um. (…) Tá man sær tað sum reiðari so er tað øgiliga ótrygt, og tá tað snýr seg um at skapa virðir so er tað stadigvekk ótrygt, men tann tryggleikan trúgvi eg man kann skapa tvørtur um samgongu og andstøðu.”

‘Hevur ikki riggað enn’

“Hendan lógin hevur skapt ótryggleika frá byrjan av,” viðmerkti Anfinnur Olsen so skjótt hann fekk orðið. “Tað kemur av tí at, fyri tað fyrsta so var hon alla tíðina á einum spinklum og ótryggum grundarlag, inntil hon bleiv góðtikin ella kom ígjøgnum Løgtingið. Og síðani man hevur byrjað at sett hana í gildi, so skuldi man seta allar fylgjulógirnar í gildi, og tað mangla nógvar av teimum stadigvekk, og stór mál er man stadigvekk ósamdur um. So hendan lógin sum ein heild, hana kann man ikki vurdera enn, hon er stadigvekk ótrygg eftir míni metan. (…) Vissi tú tekur uppboðssøluna [av rættindum]… so er hon tann sum man tjóvstartaði við og byrjaði við tvey ár frammanundan, og [hendan] uppboðssølan hevur alla tíðina víst tað at uppboðssølugjaldið — sæð í mun til inntøkuna man fær av tí fiski man hevur keypt á uppboðssølu — hevur alla tíðina verið for høgt, og tað bara versnar.”

“Sært tú fyri tær at uppboðssølan [av rættindum] skal takast fullstendiga vekk?” spurdi KvF verturin. “ĺ øllum førum so er hon roynd ímillum fýra og fimm ár,” svaraði Anfinnur Olsen, “og hon hevur ikki riggað enn. So vissi nakað skal takast av so er tað uppboðssølan, meðan hini tingini eru rættiliga nógv nýggjari, og tí er nógv meira rættvíst at siga at man eigur at hyggja eitt sindur meira upp á tey, um tað verður ella ikki.”

‘Hvat var tað’?

Hans Andrias Kelduberg segði: “Skipanin hevur ikki tænt tí endamáli sum vit forvæntaðu av henni. Vit høvdu eina skipan áðrenn sum bleiv blokkerað soleiðis at ein for stórur partur [av rættindunum] endaði á for fáum hondum. Tað var tað sum faktiskt framprovokeraði at man skuldi út á uppboðssølu fyri at loyva øllum framat, og at man skuldi geva út nakrar menningarkvotur til at menna… Ja, hvat var tað man vildi menna? Vildi man menna avkastið av vinnuni, ella vildi man menna nøkur økir bara við nøkrum arbeiðsplássum? Hvat var tað? Tað haldi eg er heilt greitt í skipanini nú, at tað er meira at hatta er ein útjaðarapolitikkur heldur enn ein menning av produktum og avkasti til land og fólk og aktørar. Tað er heilt greitt. Tað sum framprovokeraði hetta her var kanska tað at veiðiloyvini skuldu ikki kunna handlast beinleiðis, og at man sá at koncentratiónin av virðunum er líkasum flutt í eitt ávíst øki í landinum serliga her norðuri, og tað vildi man líkasum broyta uppá. Men eftir tí sum er farið av skipanini so hevur tað ikki eydnast. (…) Eg vænti ikki man beinleiðis rullar aftur til tað gamla, tí tað hevði faktiskt spælt fallit aftan á nógv ár; men at tað blívur ein justering, tað hevði eg roknað við at tað blívur, serliga í henhold til uppboðssøluna. Hon hevur ikki fungerað, og menningarkvoturnar hava ikki tænt sínum endamáli.”

Spurdur um menningarkvoturnar eiga at verða avtiknar, svaraði Anfinnur Olsen: “Nei, eg hevði sæð fyri mær at tað varð ein broyting í tí. Fyri tað fyrsta, at man tók burtur at deila Føroyar í tvey økir, frávald og tilvald økir, og tað næsta sum eg haldi skuldi eisini verðið hugt eftir, tað er um man er í ferð við at skapa longu ein yvirkapacitet bæði á sjónum og landi. Vissi man hyggur eftir kapacitetinum so er hann rættiliga stórur í mun til tær kvotur sum nú síggja út til at fara at vera til dømis í ár. (…) Tað er lokkandi at fara í holt við nakað tá tú fært nakað av kvotu til at fara í holt við. Tað lokkar extra at fáa kvotuna. Hinvegin, tá man snakkar um beauty contest, so var eg meira inni á tí. Eg hopaði at tað bleiv tann vegin, at ein sum kom við einum góðum hugskoti og sum vísti til nakað nýtt og upp á tann mátan skuldi fáa rættigheit til nakað — um tað eitur menningarkvota ella hvat tað eitur — nakað meira av tí sum líkist beauty contest. (…) Eg trúgvi at tað sum Varðin ætlaði har suðri á Tvøroyri var nakað sum líktist tí.”

No comments:

Post a Comment