Friday, March 29, 2019

Tí má Kálvur venda aftur til punkt eitt

Eldri maður framman fyri Yuantong templið í Kunming,
 í Yunnan landslutinum í Kina.
MATT HAHNEWALD — SHUTTERSTOCK
Tað sigst at kinesarar hugsa minst 30, gjarna 100 ár fram, tá teir leggja størri ætlanir; lítil ivi er um at vit kunnu læra bæði eitt og annað av hesum í ymsum høpi, ikki minst tá tað kemur til fiskivinnustýring og vinnupolitikk annars.

Skjótt skal okkara lóggevandi ting aftur mannast, og eitt av teimum størru kjakevnunum í hesum samanhangi verður ivaleyst fiskivinnan og tann nýggja lóggávan vit hava fingið á hesum øki. Sum skilst fer løgmaður væntandi at skriva út løgtingsval í seinasta lagi á ólavsøku so at valið kann avgreiðast áðrenn 1. september.

Hendan nýskipanin av fiskivinnuni tykist at hava verið ein tungur burður, og er framvegis ikki heilt gjøgnumførd — hóast lógin í sínari heild varð samtykt við árslok 2017, eru enn leysir endar sum politisk semja eftir øllum at døma ikki fæst um í løtuni. Veiðigjaldið vísir seg at vera ein snávingarsteinur, og hóast fleiri royndir hava verið gjørdar at fáa uppskot hesum viðvíkjandi á tingborð, er málið hvørja ferð steðgað upp í nevndarviðgerð, har ein meiriluti hevur mett at uppskotið krevur broytingar ella tillagingar fyri at kunna gerast borðbært.

Nú ið tíðin sum eftir er av sitandi stjórnarskeiði er farin at styttast, røkist alt fyri at tað ætlaða veiðigjaldið fyribils verður av ongum. Neyvan fara fólk flest í fiskivinnuni at harmast um júst hetta, heldur tvørturímóti; men kortini kann ørkymlanin kring hendan tátt síggjast sum tekin um eitt endaloysi av iva um hvør tann føroyska kósin veruliga er og skal vera í fiskivinnupolitikki.

Meðan partar av andstøðuni tosa um at rulla aftur mestsum alla fiskivinnulóggávuna til tað hon var áðrenn nýskipanin kom, ávara aðrir partar ímóti enn fleiri kollveltandi broytingum og vísa til at verandi trupulleikar við óvissum og ógreiðum kunnu gerast enn verri. Lítil ivi man tó vera um at broytingar og tillagingar, so ella so, í øllum førum kunnu væntast áðrenn langt um líður, hetta sannlíkt uttan mun til hvussu komandi Landsstýri kemur at síggja út.

Hvar vilja vit standa?

Valið fer nevniliga at geva bæði samgongu og andstøðu eitt gott høvi til at endurskoða størri ella minni partar av fiskivinnu nýskipanini. Tað verður nevniliga torført um ikki ómøguligt at burturforklára teir trupulleikar við nýskipanini sum fólk úti í vinnuni ítøkiliga hava upplivað, nú ið meir enn eitt ár er fráliðið síðan hon kom í gildi. Hetta er nakað sum allir politiskir flokkar við fyrimuni kunnu fyrihalda seg til og brúka til at styrkja sítt trúvirði í tí almenna rúminum, millum annað við at vísa at teir hava oyru at hoyra við og eygu at síggja við.

Tí um vit gloyma heit eplir eina løtu — so sum uppboðssøla av rættindum, útlendskur eigaraskapur, menningarkvotur — so man ein tann størsti trupulleikin sum er uppstaðin í kjalarvørrinum av nýskipanini vera at álitið á okkara politisku skipan sum heild er farið at ridla. Hetta er sera óheppið og óhaldbart fyri eitt land sum Føroyar, og uttan mun til politiskan lit eiga øll ið varða av skipanini at gera alt fyri at rætta upp á hesa støðu og endurbyggja álitið.

Hvør ið hevur skyldina av hvørjum er ikki tað mest umráðandi at fáa greiði á nú, tí tað verður bara eitt endaleyst kegl. Heldur eiga allir flokkar at venda aftur til grundleggjandi spurningar og finna breiðar semjur tvørtur um mørk, um skilagóðar, rímiligar og langsiktaðar loysnir: Hvar vilja vit standa í mun til teir altjóða marknaðir og tær umstøður annars sum fiskivinnan er og framyvir verður treytað av, og hvussu gera vit sum best fyri at tryggja okkara støðu í so máta.

No comments:

Post a Comment