Thursday, January 31, 2019

Menningarkvotur: Um ein spaki er ein spaki

Lempa sild við skuplu.
SHUTTERSTOCK
Avgerandi munur kann vera á at menna eitt og at menna annað; men hvat er hvat, tá talan er um menningarkvotur — fleiri spurningar verða reistir um tað veruliga endamálið við menningarkvotunum og treytirnar fyri útlutan.

Flest allir føroyingar munu vera samdir um at okkara land skal stýrast í størri ella minni mun eftir onkrum leisti sum javnar so ella so millum høg og lág. Slík politisk javning er vanlig kring heimin og verður vanliga gjørd umvegis ymisk sløg av skattum og avgjøldum, umframt gjøgnum aðrar mátar, eitt nú sjálvbodna hjálp av ymiskum slag, bæði beinleiðis millum privatpersónar og óbeinleiðs í handli millum fyritøkur. Tað sjálvbodna er ofta ikki skrásett sum slíkt og tí torført at fáa hagtøl yvir; men millum tey sum kenna til slík viðurskifti er greitt at vinnulívið spælir yvirhøvur ein sera umfatandi og týðandi leiklut á hesum øki. Hetta skulu vit tó lata liggja á hesum sinni.

Eitt høvuðstema í fiskivinnu nýskipanini hjá Landsstýrinum hevur snúð seg um at fáa breiðari luttøku í fiskiskapi gjøgnum at fáa fleiri aktørar inn í vinnuna og samstundis fáa veiðirættindini sum heild meira javnbýtt. Vit kunnu siga at soleiðis varð nýskipanin ‘seld’ føroyingum ella presenterað fyri veljarunum.

Hesar hugmyndir og ætlanir hava helst sæð skilagóðar og rímiligar út fyri mongum; men tá ið hjólini so við og við møttu asfaltinum, gjørdist skjótt greitt at lekarnir millum teori og praksis í lóggávuni vóru munandi, so mikið so at stórir tættir í nýskipanini hava verið útsettir við fleiri kunngerðum í bíðistøðu.

Kunngerðin um ‘menningarkvotur’ fyri 2018 kom í gildi fyri fyrstu ferð í mai í fjør, og nú kemur ein nýggj kunngerð fyri 2019, skilst. Upprunaliga var hetta fyribrigdið nevnt ‘økiskvotur’, og tað orðið hevði helst givið eina sannari lýsing av tí politiska týdningi sum hesi nýggju fiskirættindi hava.

Summi undrast yvir at politikararnir og embætisfólk ikki hava verið greiðari og týðiligari í kunngerðini hvat viðvíkur endamálinum við hesari skipan og treytunum fyri útlutan undir henni.

Opin spurningur

Eitt hoyringarsvar frá Fiskivinnuráðnum viðvíkjandi kunngerðini um menningarkvotur í 2019 varð nýliga sent Fiskimálaráðnum. ĺ skrivinum staðfestir Fiskivinnuráðið at verandi útlutan av menningarkvotum raðfestir fyrst og fremst at fáa rávøru til ávís geografisk økir í landinum til traditionella framleiðslu heldur enn at leggja høvuðsdent á eitt nú vørumenning og virðisøking.

“Fiskivinnuráðið heldur at tað er týðandi at arbeiða fyri størri virðisøking av føroyska fiskatilfeinginum. Kortini tykist vera greitt — vísandi til kunngerðartekstin — at primera endamálið er hvørki menning ella virðisøking: primera endamálið er at veita rávøru og arbeiðspláss til øki í landinum, sum ikki hava fingið lut í teirri framgongd sum hevur verið í Føroyum.”

Mong vilja uttan iva vera samd har um at hetta er ein politisk raðfesting sum átti at verðið gjørd týðilig heldur enn at kamouflera hana og harvið ørkymla ella villeiða fólk og fyritøkur, veljarar og umsøkjarar.

Fiskivinnuráðið helt fram: “Sum fiskivinnutjóð er umráðandi altíð at royna at fáa sum mest burturúr tí tilfeingi vit hava, og í sjálvum sær kunnu menningarkvotur brúkast til at røkka hesum endamáli við at virðisøkja ta matvøru sum vit framleiða. Tí verður mælt til at leggja dent á framleiðslu av vørum sum ikki fer fram á verandi stóru virkjunum, og har nýskapandi rávøru menningarmøguleikar eru til staðar.” “Nýskapan og øktur virðisvøkstur eigur at vera primera metingarstøðið tá man útlutar menningarkvotur,” segði Jóanna Djurhuus, forkvinna í Fiskivinnuráðnum, við Útvarp Føroya.

Uttan tó at beinleiðis harta verandi praksis við útlutan av menningarkvotum legði forkvinnan afturat: “Tað sum vit eisini siga er at tað er eisini ein legitim politisk avgerð at taka. So skal man kanska bara siga at tað er tað man ætlar sær at gera.”

So hvat endamálið við menningarkvotunum veruliga er, stendur í stóran mun framvegis sum ein opin spurningur.

No comments:

Post a Comment