Sonni og Jenny Kallsoy (úr Havið — Kærleiki umborð) Eir í Ólavsstovu |
Nú 10 mánaðir aftaná at Løgtingið samtykti nýggja lóg um ‘fyrisiting av sjófeingi’ flóta stórir partar av nýskipanarpakkanum framvegis í onkrum sum minnir um eina endaleysa evju av politikki og óvissu. Ein leingi umtalað ‘umsitingarætlan’ hevur enn ikki sæð dagsins ljós, íroknað ein enn meira umtalað umlegging frá fiskidøgum til kvotur fyri heimaflotan, og liggur eftir øllum at døma enn líka fjart frá at kunna sjósetast sum fyri einum ári síðan.
Hetta mál fekk nýliga ein av samgonguflokkunum í Landsstýrinum, av sínum eintingum og óvæntað, at leggja fram uppskot á tingi um at útseta íverksetanina av kvotum enn eitt ár, til 1. januar 2020 — eitt útspæl ið fleiri staðni bleiv tulkað sum eitt de facto misálit á fiskimálaráðharran.
“Vit eru langt frá til reiðar at fara yvir til kvotaskipan,” viðmerkti formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, og legði afturat: “Hetta hevur Framsókn staðfest,” vísandi til nevnda uppskot um at bíða við at innføra slíka skipan.
“Tað hevur órógvað nógv at onki, absolut onki, er klárt til at ein kvotaskipan kann fara av bakkastokki,” segði formaðurin í einum almennum skrivi. “Tað letur seg als ikki gera at fara yvir til eina kvotaskipan í 2019. Tað er líka mikið um ein er fyri einari kvotaskipan ella vil hava fiskidagar.”
Hann helt fram: “Við einari kvotaskipan má alt leggjast um. Har er onki klárt enn, og tí hevur Framsókn nú víst á hendan vandan, sum kann koma at hava sera álvarsamar avleiðingar. Tað er ikki bara sum at siga tað, at blaka vinnuna út í nakað, uttan at nakar hevur gjørt peningsverk fyri at tryggja at alt gongur sum tað skal. Tað hjálpir onki at ein ljóðar klókur tá ein úttalar seg til miðlarnar. Tí har er onki klárt!! Vit hava havt ein kaffifund um eina umsitingarætlan, har ongin hevði ánilsi av hvussu hon fór at síggja út. Har er onki sett út í kortið enn. Tí eiga vit at vísa ábyrgd, og hava fiskidagar fyri 2019.”
Eisini hvat viðvíkur spurninginum um veiðigjald er ein útdrigin bíðistøða íkomin. Enn er ikki greitt júst hvussu høg avgjøld talan verður um, og reiðaríini kenna seg sum vera man frustrerað um óvissuna í hesum sambandi — hesi avgjøld kunnu tá avtornar gerast avgerandi fyri lønsemið í vinnuni.
Hvat sum annars liggur í einari sonevndari umsitingarætlan er framvegis púra óvist fyri almenninginum og teimum ið ætlanin er skulu umfatast av henni — hvat ið sjálvandi kann ørkymla og gera fólk ótrygg.
Spurningur átti eisini at verðið settur við hvørjum ástøðiligum grundum og politiskum sjónarmiðum hugsað verður út frá; fiskimenn óttast, av royndum, at teirra vitan ikki verður tikin í tí álvara sum hon av røttum átti. Her eru nevniliga fleiri við drúgvum royndum og hollum innliti, sum hava víst á at hýsu- og toskastovnarnir eru sera væl fyri, og at tað er óðamannaverk at avmarka veiðina eftir hesum stovnum enn meira nú við støði í hagtølum frá minkaðum virksemi.
Stórir steinar
Fyrrverandi skiparar sum Osmund Justinussen og Eyðun Hansen hava ført fram at støðan í løtuni er meir og minni átøk tí sum hendi í 1990’unum, tá eitt kór av politikarum og embætismonnum var uppi á gosi um at hesir fiskastovnar skuldu vera oyddir og at einastu ráð til at taka nú var at steðga allari veiði og ‘endurbyggja’ stovnarnar. Lukkutíð náddi tann boðskapurin tó ikki heilt fram til etableraðan politiskan veruleika, áðrenn staðfest varð vítt og breitt at brádliga var aftur fult av fiski, og tað sum ongantíð fyrr.
Sonni Kallsoy, útróðrarmaður, kennir seg aftur í samanberingini. “Ja, hetta minnir um tá ið fiskurin kom aftur tá í 90’unum,” segði hann í samrøðu við hendan bloggin. “Tó er ein munur at tá var tað mestsum bara stórur fiskur. Nú er tað allar støddir, og tað vísir seg at vera allastaðni kring oyggjarnar. So tann stóri spurningurin er: hvar kemur tað frá? Eitt er so heilt givið, og tað er at fiskurin fer har sum hann fær føði.”
Sonni Kallsoy legði afturat: “Ein annar munur er at veiðitrýstið á landgrunnin er einki ídag afturímóti hvat tað var tá.”
“Vit síggja nú, eins og tá í 90unum, at trolarnir fyrst hava rokfiskiskap, og meðan tað er ríkiligt at æti tekur toskurin ikki agn,” staðfesti Sonni. “Nú tá tað verður kaldari og heldur minni av æti, so tekur fiskurin línu.”
“Tað at steinar spríkja úr kjaftinum á nýveiddum toski síggi eg ofta,” váttaði hann. “Eg havi tó ikki vigað hesar steinar nakrantíð.”
Hinvegin hevur Eyðun Hansen vigað sovorðnar steinar, og havt tað á máli á fundi við umboð fyri Havstovuna, sum hann greiddi frá stutt fyri árslok í fjør: “Eg konfronteraði ein av teirra dugnaligu havlívfrøðingum við eitt dømi sum eg vísti teimum, um tveir steinar úr maganum á einum toski sum vigaðu so mikið sum 33 og 45 gram ávikavist; hesin havlívfrøðingur hevur nevniliga pástaðið at teir steinar sum toskur tekur inn fyri at koma niður í dýpi eru ikki tyngri enn upp til umleið 10 gram. Men nú fekk hann so høvi til at umhugsa ein annan møguleika — og harí hongur eisini spurningurin hví toskurin tekur so tungar steinar í seg, um ikki tað er tí hann fer niður á nógv størri dýpi enn tað sum er á landgrunninum.”
Skilvísar ávaringar
Fyri góðum ári síðani skrivaði Osmund Justinussen og vísti á “villeiðandi” hagtøl sum verða brúkt sum grundarlag til at skerja fiskiveiðina undir Føroyum enn meira, umframt á trupulleikan við ovurregulering fyri fiskaríið á landgrunninum: “Tað var góð tilgongd av toski við Føroyar í fjør, og munandi størri tilgongd er í ár, men vit síggja einki aftur í landingarnøgdum og hagtølum. Størru línuskipini hava als ikki veitt á grunninum í vetur. Tey hava roynt á New Foundlands bankunum, og nú eru fleiri av teimum farin at veiða við Grønland, ella eisini eru tey innhandlingarskip har yviri. Allir skipaeigarar sum kunnu, vilja vera leysir av Føroya grunninum, tí so trupult er at dríva fiskiskap her. Útróðrarflotin er tódnaður niður í nakrar fáar bátar, tí har fæst hvørki manning ella egnarar á landi. Tey fáu skipini sum eru eftir á grunninum eru “hegnaði” úti av øllum nýtiligum fiskimiðum, við kassum og friðingum, ja sjálvt Føroya Banki er hermetiskt lukkaður. Eingin fær tí vent sær á grunninum, og eingin sleppur at veiða har fiskurin heldur til. Tískil eru lítlar og ongar landingar, men bert hagtøl við ongari frágreiðing um hví so er — og tí verða hesi hagtøl villeiðandi!”
“Tað er ein búskaparlig ólukka fyri skip, flakavirkir, vinnuna á landi, og tískil alt samfelagið, at vit ikki veiða fiskin meðan hann er at fáa, tí hann er burtur sum døgg fyri sól tá livilíkindini broytast aftur,” segði tann fyrrverandi skiparin og fiskireiðarin. “Ikki síðani 1997-98 hava livilíkindi hjá fiski á Føroya grunninum verið so góð sum í ár. Her er bæði nebbasild og toskasild (hvítingsbróður), og somuleiðis er eisini tann rætti sjóvarhitin við botnin.”
Diskussiónin millum hvat sum er meira hóskandi, fiskidagar ella kvotur, fær uttan iva størri breidd um atlit eisini verða tikin til tekniskar reguleringar — og herundir má spyrjast hví fiskidagar skulu regulerast so nógv harðari enn kvotur. Hetta er ein spurningur sum búskaparfrøðingurin og tingmaðurin Magni Laksáfoss hevur verið inni á. “Nógvar skipanir kunnu brúkast,” segði hann við hendan bloggin — “har er ikki nøkur ein skipan sum er so góð at hon er tann einasta rætta. Men eingin skipan kann fungera um hon ikki verður umsitin rætt.”
Alt hetta átti at verðið tikið sum væl meintar og skilvísar ávaringar. Eftir er so at vóna at tað hóast alt fer at eydnast okkara myndugleikum at koma á mál við einari skipan fyri fiskivinnuna sum er so hóskilig og varandi sum møguligt. Men partapolitikkur er eitt lumpið og ofta skitið spæl, sum best er at halda so væl sum gjørligt uttan fyri allar týðandi avgerðir.
No comments:
Post a Comment